Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKATTANEVNDIN Árni Gregersen Nýsetta skattanevndin hjá Kristinu Háfoss, lands­stýris­ kvinnu við fíggjarmálum, hev­ur fingið ein risasetning fyri til 1.juni næsta ár. Uppávurnar eru ógvus­ ligar, men fyrst og fremst skal skattanevndin greina, hvørj­ar búskaparligar ávirk­ anir skattur og avgjøld hava. Nevndin skal eisini koma við einum tilmæli um eina gjøgnumskygda skatta- og avgjaldsskipan, sum skal tryggja fíggjrliga haldføri hjá landi og kommunum. Landsstýriskvinnan við fíggj­ar­málum sigur, at nevnd­in við einari skatta­ ný­skipan skal syrgja fyri, at vit fáa eitt javnari býti av landsins virðum. Hon sigur eisini, at vit skulu hava eina skattaskipan, sum fær fyritøkur og fólk at velja Føroyar til heldur enn frá. Í hetta árið, sum skatta- nevndin hevur fingið at ar­ beiða í, skal hon ikki bert greina og viðgera skatta- og avgjaldsskipanina, men eis­ ini koma við einum tilmæli til, hvussu hetta kann end­ ur­nýggjast. Hóast arbeiðssetningurin bæði er langur og torførur, so hevur nevndin fingið frælsi til sjálv at raðfesta, hvat hon heldur hevur størsta týdn­ ing at broyta og koma við tilmælum til tess. Arbeiðssetningurin Hyggja vit at arbeiðs­setning­ inum, so er hann ógvuliga um­fatandi: • Nevndin skal koma við tilmælum til umleggingar í skattaskipanini, ið kunnu styrkja kappingarførið hjá Føroyum. Her verður hugsað um kappingarføri: - um fólkið, so fleiri velja at búseta seg her, - um arbeiðsmegina, so fleiri velja at arbeiða her, - um fyritøkurnar, so fleiri fyritøkur velja at virka her og gera íløgur her. • Nevndin skal viðgera og greina undantøk, frá­ drátt­ir og serskipanir, sum í dag eru í skatta- skip­anini, og gera upp- skot til broytingar ið tryggja, at skattur í størri mun verður rindaður eft- ir førimuni, og í minni mun eftir slag av inntøku ella hvaðan inntøkan stavar • Nevndin skal kanna hvørj­ar avbjóðingar vaks- andi flytføri hjá kapitali, arbeiðsmegi og nýtslu hevur fyri almennu inn- tøk­urnar, og koma við til­mælum til, hvørjar um­ leggingar kunnu gerast fyri at tryggja almennu inntøkurnar frameftir. • Nevndin skal viðgera og greina, hvussu skatta­skip­ anin hjá landi og komm­ unum, umframt fíggjarlig afturbering millum land og kommunur, kunnu skip­ast best møgu­ligt fyri at tryggja fíggj­ar­liga haldførið og bú­skap­ar- stýring fram­yvir. • Nevndin skal koma við til­mælum til, hvussu avgjaldsskipanin kann skunda undir verandi gongd ímóti einum grøn­ ari Føroyum, har orku­ framleiðslan í vaks­andi mun kemur frá var­andi orkukeldum og í mink­ andi mun frá lív­runn­um brennievni. • Nevndin skal viðgera og greina samlaðu ávirk­ anina frá skatti og mót­ rokning fyri tey, ið fáa inn­tøkutreytaðar al­ manna­veit­ingar. Nevnd­ in skal koma við til­mæl­ Skattanevndin • Kári Petersen, cand.polit og MBA, formaður • Herit Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics • Jóannes Jacobsen, cand. oecon , Ph.d. og adjunktur í búskapi • Erika Anne Hayfield, Ph.d. og adjunktur í samfelagsvísund • Sigurd Poulsen, cand.polit • Mirjam Haraldsen, cand.merc. aud, statsaut. Grannskoðari • Petur Alberg Lamhauge, cand.merc.aud Skrivarar vera: Poula á Líðarenda, deildarleiðari, Taks Hans Kári Vang, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið Tórir Michelsen, fulltrúi, Fíggjarmálaráðið SKATTANEVNDIN FINGIÐ ÁLAGT EITT RISARBEIÐI KOMANDI ÁRIÐ Uppgávurnar hjá nevndini eru so umfatandi, at tíðarfreistin 1. juni næsta ár er stutt TAKS fær helst eina nýggja skatta- og avgjaldsskipan at fyrihalda seg til, tá ið skattanevndin er liðug um eitt ár og tilmælini hava fingið politiska viðgerð