Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 u­m til broytingar, ið hava við sær, at al-manna­ veitingarnar ikki taka burtur fíggjarliga fyri­ munin hjá hesum bólkum at arbeiða. • Eisini skal nevndin koma við tilmælum til, hvussu skatta- og av­gjalds­skip­ anin kann um­skip­ast soleiðis, at hon ver­ður meira gjøg­num­s­kygd og ein­føld fyri skatt­gjald-ar­ an. • Tilmælini mugu sam­ an­lagt ikki økja um inn­ tøkuójavnan í Føroyum, heldur hinvegin. • Tilmælini skulu saman­ lagt verða fult fíggjað. • Tilmælini skulu verða so ítøkilig, at tey eru búgvin til politiska viðgerð. Har tað verður mett neyðugt, skal nevndin koma við uppskoti til skiftisskipan í sambandi við íverksetan av tilmælinum. Kappingarføri Fyrsti parturin av ar­beiðs­ setninginum snýr seg um at gera føroyska kappignarføri betri. Hetta skal gerast fyri at fólk búseta seg her og so fyritøkur gera íløgur í Før­ oyum. Spurningurin um kapp­ ingarføri á fleiri økjum, bææði tá ið tað snýr seg um persónlig viðurskifti hjá borgarunum og hjá fyri­tøk­ um, er ein spurningur, sum javnan er uppi at venda. Føroyskar fyritøkur hala, at mongu avgjøldini og øgu lønirnar ger, at tær ikki eru kappingarførar við onnur lond. Ofta verður í fiski­vinnuni til Íslands, har tímalønin er munandi lægri. Eitt annað parametur eru heilsu- og onnur viðurskfti í Føroyum. Áðrenn fólk flyta hendanv egin, so verð­ur ofta hugt eftir um skúla­ viðurskiftini eru eins góð í grannalondunum, ansing­ar­ møguleikarnir, eldrarøktin og so framvegis. Ein onnur uppgáva hjá nevndini er finna fram til, hvørj­ar serskipanir eru í før­oysku skattaskipanini við frá­dráttum og øðrum. Nevnd­in skal koma við upp­ skoti um hvussu vit heldur gjalda skatt eftir evnum, heldur enn hvat slag og hvaðani inntøkan stavar. Her verður í stóran mun hugsað um serskipan fyri fiskimenn og skipanir fyri føroyingar, sum vinna pening í øðrum londum. Ein annar spurningur hjá nevndini er at finna fram til, hvørjar broytingar eru hendar og hvørja ávirkan tað hevur, at alt r meira alheimsgjørt. Bæði kapitalur, nýtsla og arbeiðsmegi eru meira flytifør. Nevndin skal siga, hvussu tað almenna tryggjar sínar inntøkur, hóast hesar broytingarnar. Kommunur og land Ein spurningur, sum altíð er aktuellur og er vorðin tað uppaftur meira eftir at kommunurnar yvirtóku eldra­økið, er býtið av peng­ um millum land og komm­ unur. Nevndin skal kanna, hvussu skattaskpanin tryggj- ar hetta og samstundis ger, at betri haldføri fæst í bú­ skapin. Nevndin sskal eisini koma við uppskoti um, hvussu besta fíggjarstýringin verður gjørd. Eitt annað mál, sum hev­ ur verið nógv frammi í sein­ astuni, er hvat slag av orku vit skulu brúka í framtíðini. Politikararnir vita væl, at besti mátin at stýra for­ brúkinum er gjøgnum av­ gjøld og prísir, men nú vilja tey hava nevndina at koma við einum uppskoti um, hvussu avgjøld og minni avgjøld, kunnu skunda undir verandi gongd, so vit fara at brúka meira orku frá varandi orkukeldum. Fólk, sum fáa almanna­ veitingar merkja væl ávirk­ anina av skatti og mót­rokn­ ingum. Í ávísum førum er skipanin so sett saman, at tað ikki loysir seg hjá summum av hesum at arbeiða. Nevndin skal gera eitt tilmæli um, hvussu ein skipan kann gerast, sum ikki tekur fíggjarliga fyri­ mun­in at arbeiða, burtur frá teimum, sum fáa al­manna­ veitingar. At gjøgnumskygni er í skattaskipanini metir lands­ stýriskvinnan við fíggj­ar­ málum, hevur stóran týdn­ ing. – Tað er umráðandi,a t skattaborgarin veit, hvat hann skal gjalda og hvussu komið verður fram til, hvat skattgjaldarin skal rinda, sigur Kristina Háfoss. Treytirnar Uppgávurnar hjá skatta­ nevnd­ini er nógvar og stórar. Serliga eru tað tilmælini, sum tað fer at taka tíð at gera. Nevndin skal koma við til­ mælum, sum eru fult fíggj­að. Tað vil siga, at minka skatt­ urin ella avgjaldið onku­ staðni, so skal tað takast inn aftur onkra aðrastaðni. Við øðrum orðum, sleppur onkur við at gjalda minni, so skal onkur annar gjalda meira. Inntøkuójavnin má ikki gerast størri enn hann er – heldur hinvegin, stendur í setninginum hjá nevndini. Í arbeiðssetninginum verð­ur nevndini eisini álagt at gera tilmælini so ítøkilig, at tey eru klár tileina polit­ iska viðgerð. Og har tað er neyð­ugt, skal eisini verða lagt upp til eina skiftistíð, tá ið tilmælini verða sett í gild­ ið. SKATTANEVNDIN Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur sett eina skattanevnd