Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heimsborgarin og heiðurs­ borgarin, William Heinesen William Heinesen varð føddur í 1900 og doyði í 1991. Hann livdi sostatt nærum heila øld í einum tíðarskeiði við altoyðandi kríggjum og kollveltandi broytingum – bæði í Føroyum og so sanniliga eisini úti í heimi. William Heinesen fylgdi væl við, og dugdi at flysa blað fyri blað av heimssøgunar rama leyki, og at siga søgunar, so at tárini runnu úr eygunum á havnarfólki, á føroyingum - og ivaleyst eisini á onkrum hissini heimsborgara, tá á døgum eins og nú á døgum. Listamaðurin Når nu min verden bliver kold og forladt finder jeg trøst i min kæreste skat klipper motiver med drømme og saks papirsilhouetter af den fineste slags Livet er langt lykken er kort salig er den, der tør give det bort Domine et sanctus. Domine et sanctus Hesin sangur »Pappírsklipp« og hesi ørindi hjá danska tjóðarskaldinum Kim Larsen runnu mær til hugs, tá ið eg varð biðin at siga nøkur orð um William Heinesen, skald, mynd­lista­ mann, tónlistamann, heims­borgara og heiðursborgara í Havn. Og eg síggi beinan vegin øll tey fantastisku og dreymakendu pappírs­klippini fyri mær, sum William arbeiddi við á sínum eldri døgum. Tú verður ongantíð liðug at leita í teimum og hyggja at hesum listar­verkum, at keipum, litum, lívi, formum, skemti, erotikki, ótta osfr. Í teimum er ævinleikin, og í teimum eru allir lívsins frumspurningar og avbjóðingar. Hvørki Kim Larsen ella William Heinesen vóru bornir at vera tjóðar­ skald, men endaðu sum tað báðir. Neyvan grunaði nakar á teirra yngru døgum, og allarminst teir sjálvir, at lívsleiðin fór at laga tað soleiðis – tí teir kína sanni­liga ikki bara við, tvørturímóti. Teir gera tað, sum listin er sett í verðina til – teir gera mótstøðu og uppreistur. Men teir megna eisini at bera alt saman við og at lýsa tað besta – sum vit eiga – tær vakrastu og mjúkastu kenslurnar. Mangan mundu bæði tekningar, myndir, søgur og skaldsøgur hjá Williami Heinesen arga føroyingar og havnarfólk, og kanska serliga tað betra slagið eins og trúarlívið. Men William dugdi at leggja ein yvirberandi dám og eitt stilli­ sligt kæti inn yvir revsingina á ein hátt, so at hon í størri mun rakti tað ævigu fáfongd, sum er so grund­ leggjandi og æviga menniskjan­slig. Dagurin í gjár og kanska ser­liga kvøldið legði júst teir somu droym­ andi pastell-litir yvir landið, sum eyðkenna so nógvar av myndum Williams, hetta gandakenda og gyklandi ljósið, har tey fornisku fáa lív, og vit føla okkum í pakt við eina størri og altfevnandi eind. Har dagsins triviella sundurlyndi missir áhuga og vald. »Døden er livets geniale relief«, sigur besti vinmaður Williams, Jørgen Frantz, í einum av teirra mongu brævasamrøðum. Og tað er júst hetta, at seta orð, mynd og striku á teir drúgvastu og mest pínufullu og tó sælastu mót­stríðandi tættirnar í okkara til­veru, sum ger eitt stórt listafólk. Og at gera tað á ein einfaldan og sjálvsagdan hátt. Og tað er júst tað sum hendir við strikuni hjá Williami. Hon er so leikandi einføld og djúp. Dagurin í dag er ætlaður at heiðra myndlistamannin William Heinesen. Men tað er sum marglistafólk, at William Heinesen er okkara heimsborgari. Heimsborgarin Eg varð biðin í kvøld at hugleiða eitt sindur um William sum heims­ borgara. Men hvat er so tað at vera heimsborgari? Eg veit ikki um William sjálvur metti seg sum heims­borgara, men tað er rætt at hann ofta brúkti henda teknikkin at zooma inn. At zooma inn, úr tí stóra, kosmiska og meira eksistentiella perspektivin­ um niður í tað lítla og inniliga. Inn­ gangurin til Tornið við heimsins enda er kendur, eins og inngangurin til Glataðu spælimennirnar: »Langt úti í tí kviksilvurlýsandi meginhavinum liggur eitt einsa­ malt, lítið, blýlitað land. Hetta evarska lítla landið er saman­borið við stórhavið sum eitt sandkorn á gólvinum í einum veitslu­skála. Men sætt undir sjóneyku er hetta sand­ kornið kortini ein heilur heimur við fjøllum, dølum, sundum og fjarðum, húsum og smáum menniskjum…«. Kanska hugsa nógv, at William Heinesen telist millum teirra, sum av álvara hava sett Føroyar á heims­ kortið – og tí er hann heims­borgari. Men soleiðis hugsi eg ikki, at William sá tað sjálvur. Kanska hugsaði hann heldur, at hann vildi gera sítt til at draga »heimin« og »heimspekina« og »heims­listina« til Føroyar. Og alt tað sum hendi og bilgdist har úti. Á politiska leik­pallin­um, innan heimspekina, innan tón­list, mynd­ list og bókmenta­frøði. At fáa alt hetta eisini at hava týdning í Føroyum og fyri føroyingar. Vit hava nógv at læra frá øðrum mentanum, og soleiðis er eisini í dag. Men kanska hava vit enn í dag lyndi til at ganga meira upp í, hvat okkara gestir halda um okkum, enn at vit spyrja okkara gestir, hvørji tey eru, og hvørjum tey kunna bidraga við. William Heinesen samskiftið nógv við norðurlendsk lista­fólk, skøld, um­mælarar og bókmenta­fólk. Hann var hugtikin av heims­peki og tónlist og ikki minst var hann ómetaliga nærlagdur við skrivingini sum eitt handverk. Eg var so heppin fyrst í 80unum at sleppa at lesa virðismikla og spennandi brævaskiftið millum William og Jørgen Frantz, sum tá var til skjals á Kong­liga bóka­savn­ in­um í Keypmannahavn. Og eg kann siga frá, at teir vóru rættiliga at­finningar­samir móti hvørjum øðrum, tá ið teir um­mældu rit­ verkini sína­millum. Men teir stuðlaðu eisini hvørjum øðrum treytaleyst. Og ikki minst sigur hetta brævaskiftið ein heilan hóp um, hvussu stóran ómak teir gjørdu sær. Og so er tað eisini stuttligt at lesa. Tann 18. Desember 1933 skrivar William bræv til Jørgen Frantz, sum beint frammanundan hevði avdúkað, at hann ætlaði at skriva eina skaldsøgu. »Jeg fik dit brev í forgårs aftes, og samme nat drømte jeg at du havde købt en skriveblok der kostede 1600 kroner. Den var også mægtig kolossal. Men du fortalte, at du havde fået 30% rabat fra papirhandleren, Jeg huskede disse tal, da jeg vågnede. Nå uanset hvilke procenter du vil kunne opnå, så køb en anselig skriveblok og begynd at udfylde den med din kendte skrift, ark efter ark, hver gang du har en ledig stund og er disponeret. Begynd så kommer der mere efter. At skrive en roman, det er som at sne et snevej. Har først en smule sne sat sig fast, så vokser det hurtigt til en drive. I hvilken man så kan omkomme, hvis man ikke opnår det man havde sat sig i hovedet. Glædelig nytår...« Teir halda fram at samskifta um bókmentaligu avbjóðingarnar, og William fær av at vita um »Blæsende Gry«, og tann 20. August 1934 sigur William millum annað: »Ak, ja, hvor kunne der ikke skrives bøger om den tid… og de tider. Og de skal sgu skrives. Har vi ikke høstet andet udbytte af vore snart tredve årige skriverier, så har vi dog opnået en altlemæssig færdighed af høj rang. Vi behersker begge, lad det kun frimodigt være sagt, det danske sprog så godt som nogen hjemmefødt sprogmester. Hvilken værdi man ejer i en sådan færdighed, det gør man sig i almindelighed ikke klart. Og værdien må bringes til at leve og yngle.« Og niðurstøðan í dag má vera, at William umsat sítt talent so vitborið og samvitskufult, at hann hevði uppiborið at blíva heiðurs­borgari í Havn afturfyri. Hóast William kanska ikki sjálvur var eins vísur í, at hann sum mynd­lista­maður dugdi líka so væl sum við penninum, so talar bókin, sum verður givin út í dag, sítt egna týðiliga mál: Hansara gróðrarríki mynda­ heimur hevur ríkað føroyska list. Og einki er at ivast í, at William eigur sín part av æruni fyri, at myndlistin mentist her á landi – myndlistin sum hann eisini skrivaði um, ummældi, kveikti og stuðlaði. Altíð við tí góða orðinum. Heiðursborgarin Tessvegna var tað eisini at Tórs­ havnar Býráð á 80 ára føðingar­degi Williams samtykti at gera William Heinesen til heiðurs­borgara í Havn. Og í býráðssalinum hongur skjalið við hesum teksti: Tórshavnar Býráð Í sambandi við 80 ára dag hansara og í takksemi um hansara skapandi og kveikjandi virki sum listamaður og serstakliga sum rithøvundur hevur Tórshavnar Býráð samtykt at gera William Heinesen til heiðursborgara í Tórshavn. Hóast hann hevur ferðast víða um lond bæði sjálvur og í list síni, so hevur føðibýur hansara altíð verið tryggi miðdepilin í hansara fjølbroytta virki. Umframt við síni list at hava gjørt okkum kend við ein ríkan heim í okkara egna býi, hevur hann meira enn nakar annar gjørt bý okkara kendan um allan heim. Tórshavn tann 15. Januar 1980 Undirskrivað hava: Peter Christiansen, Leivur Johannesen, Essa Arge, Finnur Johannesen, Ebbe Mortensen, Peter F. Christiansen, Peter í Gong, Dánjal Larsen, Annfinn Debes, Jákup Sune Jacobsen, Sofus Sivert­ sen, Ingi Mohr og Heðin Mortensen. Eg takki fyri at eg varð biðin sum forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs at siga nøkur orð í kvøld, á hesari mentanarnátt, og í sambandi við hesa bókaútgávu. Hugsi at William hevði elskað at sitið og eygleitt okkara løgnu og stuttligu atburðir í Havnargøtum í kvøld og í nátt. Og helst hevði onkur vitborin søga ella margtýdd mynd spurtst burturúr. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs 3. Juni 2016 Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 MENTANARNÁTT