mánadagur 6. juni 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
Óli Jacobsen
Menakhem og konan Hanna, sum
eisini hevur verið í Føroyum, eru
bæði sloppin undan holocaust við
lívinum. Teirra kensluborna søga
hevur verið bæði í FF-blaðnum og
Sosialinum. Menakhem er polsk
ur jødi. Hann misti foreldur og
systur. Men tað eydnaðist honum
í síðstu løtu at sleppa úr ghettoini
í Warszawa, áðrenn hon varð løgd
í oyði av týskarum og allir íbúgv
ararnir vóru fyribeindir. Seinni fór
hann í polsku mótstøðurørsluna
móti týskarum.
Hanna er týskur jødi úr Berlin,
har hon upplivdi nasismuna, bæði
foreldrini og systirin vóru fyri
beind av nasistunum. Hon var í
leguni Theresiestadt, tá ið hon fekk
ferðaboð við toki til Auschwitz.
Men ein lækni segði, at hon var ov
sjúk at fara! Hetta bjargaði henn
ara lívi, tí hetta var seinasta tokið
til tann vissa deyðan.
Eftir kríggið fóru tey bæði til
Ísrael, har tey hittust. Tá var Menak
hem eisini við í teimum kríggjum,
sum vóru fyri at verja nýggja statin.
Hann var eisini við til at flyta teir
seinastu jødarnar úr Egyptalandi
undir Suez kreppuni í 1956.
Hugtikin av Betaskjølunum
Ein av vinunum hjá Menakhem
í Føroyum er Olaf Olsen, kendur
skipari og reiðari. Í hesum sam
bandi er Menakhem kunnaður
um »Beta files«. Hetta eru skjølini
hjá teimum sokallaðu Cubatrol
arunum. Skjølini eru frá 1977-2006,
og her er skrásett at kalla alt,
sum er hent hjá hesum skipum.
Serliga áhugaverd eru veiðtølini,
bæði nøgd, veiðusamanseting og
veiðuøkir. Her hevur verið møgu-
ligt fyri sama slag av skipum at
sammeta veiðuna ár fyri ár. Her
er talan um ikki færri enn 400.000
skjøl, sum nú eru í varðveitslu hjá
Runavíkar kommunu. Hetta er
framúr tilfar granskarum á mong
um økjum, ikki minst hjá fiski
frøðingum.
Menakhem er ein av teimum
sum er hugtikin av hesum tilfari.
Hann hevur beint skrivað eina
grein í altjóða fiskivinnublaðnum
World Fishing um »Beta files«, sum
er almenna navnið á hesum skjala
savnið.
Hann heldur, at hetta framúr
skjalasavnið hevur verið ov lítið
kent í altjóða fiskivinnuhøpi. Hann
vónar at henda greinin fer at bøta
um tað og geva íblástur til annað
kanningararbeiði av sama slag.
Niðurstøðan hjá Menakhem
er, at Beta files hava stórt virði til
altjóða fiskivinnugransking i lond
um kring heimin.
Henda greinin kann annars
lesast í síni heild á heimasíðuni:
http://www.worldfishing.net/
news101/Comment/ben-yami
Menakhem kemur
aftur til Føroya
Menakhem er nú 89 ára gamal.
Hetta merkist kortini ikki á hon
um. Í summar hevur hann ætlan
um at koma enn eina ferð til Føroya.
Ætlandi kemur hann 4. juli og steðgar
út móti eina viku.
Hann kemur saman við soninum
Roy. Hann hevur verið flogskipari
í flogvápnum, men er nú týðandi
vinnulívsmaður í Ísrael. Roy vil
fegin geva pápa sínum kanska sein
asta høvið at vísa sær okkara land,
sum hann hevur hoyrt so nógv
um. Av øllum teimum mongu lond
um, Menakhem hevur vitjað, er tað
júst Føroyar, sum sonurin vil hava
pápan at vísa sær.
Tað man hava gingist Roy væl,
tí teir koma til Føroya í flogfari
hjá fyritøkuni hjá honum. Tískil er
hetta ein sera forkunnung vitjan.
Menakhem er sera vitandi eisini
um tað, sum gongur fyri seg í Ísrael
og Miðeystri og vil fegin greiða frá.
Tað fer hann at gera á fundi hjá Ís
raelsfelagnum tann 5. juli. Nærri
verður lýst við hesum tiltaki.
Beta skjølini stóran
týdning fyri altjóða
fiskivinnugransking
Henda myndin av Honnu og Menakhem, dóttrini, Tsofit,
soninum, Roy, og teimum fýra barnabørnunum er í 2002
tikin í gøtuni í Warsawa, har Menakhem er føddur.
Menakhem hevur sett sum yvirskrift yvir myndini: »Prógvið fyri, at
nasisman miseydnaðist...« Tað gjørdi hon nevniliga í teirra føri!
Olaf Olsen í World Fishing
FØROYAVINUR
Teir smærru dreingirnir á
hinari myndini við ommuni
millum sín, Itay h.m. og Yotam,
eru blivnir grannvaksnir menn
og eru munandi størri enn
abbin. Teir hava verið trý ár í
herinum og eru nú lesandi
Menakhem Ben Yami er ein kendur altjóða fiskivinnufrøðingur. Hann hevur m.a. arbeitt fyri FAO, matvørustovnin
hjá ST í fleiri londum. Umframt hetta er hann ein føroyavinur um ein háls. Hann hevur eisini verið í Føroyum
fleiri ferðir, her hann hevur verið hollur ráðgevi hjá okkara veiðufeløgum í samband við ásetan av fiskidøgum