Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIKAPPING Sigmund Vang Árla á morgni í Vágsbotni fyll­ast kassar við salti, man ger kaffe, agn og húkar verða lagdir út á borðið í sølu­búðini. Prátið gongur um leyst og fast – tað prátast um at geva havnarmonnum møguleikan at vinna, um kaffi, sum er annaðhvørt ov sterkt ella ov veikt. Kann hetta ikki fáa teg at vakna um morgunin, er tað onki sum kann. Onkustaðni bresta ballónir av vánaligari góðsku. Hettar er ein sjón, ið ikki kann vera broytt nógv, síðani kappingin »Hvør fjøl á flot« var í Havn síðstu ferð í 1990, ella kanska heldur ikki frá tá hon var fyri fyrstu ferð í 1967. Í øll hasi árini var tað Lions Club, sum skipaði fyri – ikki bert í Havn, men eisini í Norð­oyggjum, har kappingin hevur verið eisini eftir ár 2000. Tá, sum nú, sigldu bátar frá keiini við vónini um at vinna Silvurtoskin. Hetta ferðasteypið bleiv inn­ gra­verað við navninum hjá vinn­arabátinum, og mann­ ingin slapp at hava tað í varð- veitslu líka til næstu ársins kapping. Tað fyrsta árið, 1967, vóru 44 bátar við til samans 118 monnum við. Talið av bátum hækkaði og lækk­aði fram til 1972; aftan á 1972 lækkaði talið bert, til kapp­ ingin stegðaði upp í tíggju ár frá 1976. Í hesum tíðar- skeið­inum var tað í 1969, at mest fiskur bleiv fingin; ikki minni enn tíggju tons fingu luttakararnir tað árið. Í 1986 fór kappingin aftur í gongd, men ongin kapping bleiv í 1987 ella 1988 vegna fiskaloysi og vánaligt veður. Bæði síðstu árini, 1989 og 1990, var kappingin markað av lækkaðum áhuga. – Hetta tiltakið er til frama fyri U12-gentur og -drong­ir hjá B36, sum fara uttan­lands, sigur Kári Johan­ sen, ið er fyriskipari vegna B36. Peningurin, ið kemur burturúr hesari kappingini, fer til at senda hesi liðini til Dana Cup í Hjørring 25. - 30. juli. Reglurnar eru lítið broytt- ar ígjøgnum árini. Góðkend fiskiamboð eru tráður, snell- ur og snøri, og fiskur sum telur við er toskur, hýsa og kalvi. Silvurtoskurin sjálvur er tó stoyptur av nýggjum. Úti á Nólsoyarfirði við Marjuni Sosialurin sleppur við á flot við bátinum Marjun, har Bjarni Wilhelm er skipari, og abbasonurin Rógvi Brimnes er við sum manning. B36 hev­ur valt ein góðan dag til kapp­ingina; sólin skínur á sjónum; tað er stilt og lagið er gott. Rundan um Nólsoynna eru nógv skip og bátar at síggja. Bjarni setir kósina norðureftir ímóti einum krossi á kortinum, har hann oftani fær fisk, og serligani tosk – men í dag vil toskurin illa bíta. Marjun er ein finskur bát­ur av merkinum Targa, ið Bjarni eigur saman við Bergi Berg. Teir báðir eru oft­ani norðuri við Fugloy og taka havhestaungar. Bjarni hevur bert góð ting at siga um Marjuna, uttan eitt lítið hjartasuff: – Fyrr vórðu teir gjørdir í Føroyum, í dag verða teir gjørdar í Finnlandi. – Hann siglir væl, klárar seg væl í sjónum, og er góður at hála við, sigur hann. Bjarni arbeiðir til dagligt á Mentamálaráðnum, og minn­ist, at »Hvør fjøl á floti« var ein stór hending fyrr í tíðini. – Eg havi ongantíð lut­ tikið, tað er so mikið langt síð­ani, men eg minnist væl hasa kappingina. Tað var eitt event, nakað sum øll sóu fram til, sigur Bjarni. Hóast abbasonurin Rógvi sjálvur spælir fyri HB, hevur hann onki ímóti at fiska fyri at stuðla ferðina hjá B36 til Dana Cup í juli. Tá Lions skipaði fyri fiski­ kappingini, var tað alltíð gjørt um heystið – sambært Kára Johansen gevur hetta minni meining nú. – Tað kemst nokk av tí, at um heystið hevur tú jú møgu­leikan at heingja fiskin upp til greipufisk. Hatta har hava vit havt frammi, men tað er ofta meira óstøðugt veður um heystið, og tað er heldur ikki so nógv fólk, sum eta ræstan fisk longur. – Sjálvt tiltakið trúgvi eg, riggar betur at hava nú, með­ an veðrið er oftani betri hesa ársins tíð, greiðir hann frá. Góð inntøka frá uppboðssøluni Tá ið uppboðssølan byrjar, er eitt tons av fiski tikið av teimum 20 bátunum, ið vóru við í ár. Fyrsta kneppið fer beinanvegin fyri 500 krónur, og tó fyriskipararnir enn samla tøl saman, er greitt, at inntøkan leygardagin var góð. Báturin Karin F, mann­ aður av Jógvani Tróndarson Andreasen og Bárði Sim­on­ sen, vann kappingina í ár við einari miðalvekt áljóðanði 111,24 kilo per mann. Mann­ ingin vann eisini vinningin fyri størsta fiskin við einum toski á 5,24 kilo. Øvut tá ið kappingin bleiv hildin fyrr í tíðini, gevur B36, umframt Silvurtoskin, vinningar aft­ urat. – Vit vilja gjarna, at til­ takið hevur eitt sindur meira krydd, og hava tí vinningar afturat. Til spurningin um, hvat B36 ætlar at gera fyri at halda áhuganum við líka, svar­ar Kári; – Vit skulu halda áhug­ anum uppi við tað, at vit fara ár um ár at hava góðar vinningar fyri at eggja fólki. Tað er áhugin at fara á flot, fyrst eftir fiskinum og at blíva fiskikongur, tí tað er ein heiður í sær sjálvum. – Tað er lættari at vinna her enn at vinna í lotto! Tíverri datt dansurin, ið eftir ætlan skuldi hava verið í B36-húsinum, burtur, av tí at fyriskipararnir høvdu ikki hugsað um hvítusunnu; tí hevði dansurin verið ímóti heiligdagslógini. Vónandi fer hettar ikki at henda komandi ár – tí longu er greitt, at »Hvør fjøl á flot« verður aft­ ur í 2017. Leygardagin 14. mai kundu fólk kappast um Silvurtoskin fyri fyrstu ferð í 26 ár. Sosialurin var við, tá ið B36 skipaði fyri fiskikappingini »Hvør fjøl á flot« í Havnini AFTUR Á F SILVURTO Silvurtoskurin 2016. Frá vinstru: Kári Johansen, fyriskipari, Jógvan Tróndarson Andreasen, vinnari, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Bárður Simonsen, vinnari