mánadagur 6. juni 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Aðalfundur hjá
Havnar Fimleikafelag
Árligi aðalfundurin hjá Havnar fimleikafelag verður í høllini
á Stórheyggi týsdagin 14. juni 2016 klokkan 17.00
Skrá sambært lóg felagsins.
Havnar Fimleikafelag
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Jákup Meiner
Johansen, Yviri við Strond
95, 100 Tórshavn, føddur
tann 16. februar 1928,
deyður tann 29. marts
2016, verða við hesum
biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Patursson,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 117/2016,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 18. mai 2016.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Dagmar
Andreasen, Yviri við
Strond 95, 100 Tórshavn,
fødd tann 13. august
1928, deyð tann 3. januar
2016, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Martin Sofus
Andreasen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Fríða Paturson,
Frúutrøð 4, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 2/2016,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. mai 2016.
Arbeiði
Mála
Skulu húsini málast í summar
geva vit eitt gott tilboð
220920
Býli í Føroyum
Kamar/ lítla íbýð ynskist til
leigu
í høvustðarumráðnum. Eri 41
ár , friðaliður, hvørki royki ella
drelli. Gjaldi til tíðina
Tlf 268640
Íbúð í Havn 80 til leigu
Íbúð í vesturbýnum,80
fermetrar:Egin inngongd,80
fermetrar,lítil køkur,2 stór
kømur,stova og baðirúm.
Vindeygu, hurðar og gólv av
lútviðgjørdum træð.
518508
Íbúð/hús ynskjast til leigu
í Klaksvík
Vit eru eitt par id ynskja at leiga.
Vit eru fyrst í 30 unum. Vit eru
álítandi, gjalda til tíðina og fara
væl um. :) send til ibudibud20@
gmail.com
Íbýð í Havn søkist
Tilkomin kvinna søkir ljósa og
góða íbúð í Havn. Eg royki og
drekki ikki. Fari væl um og rindi
til tíðina.
210330
Býli uttanlands
Íbúð í city í Keypmannahavn
67m2 tvey rúms íbúð mitt í
miðbýnum - net, el og hiti. Kann
leigast í juli ella frá oktober til
január, styttri ella longri, 3250
vika, 12.000 mdr.
20188447
Íbúð í Keypmannahavn
til leigu í vikuskiftinum, eina
viku, ella eftir avtalu.
313799 / 266415
Fundir
Aðalfundur
V.Í.F. hevur aðalfund hóskvøldið
16.06.2016 í Vestmanna
skúla kl. 19.30 Møti fjølment
Nevndin
Súkklur
Harrasúkla til sølu
Harrasúkla av merkinum
Mustang við 7 gearum. Súklan er
ongantíð brúkt
Tlf. nr 444269 ella 224269
Ymiskt
Brýkt byrsa ynskist
Um tú lyggur inni við einari
brúktari byrsu eri eg áhugaður,
standurin hevur ikki nógv at siga.
Alt hevur áhuga. tlf 273537
273537
LÝSINGARTORGIб
Fólkaatkvøðan í Sveis
Zakarias Wang
Vanliga hava vit
ikki áhuga fyri
teimum mongu
fólkaatkvøðum,
sum á hvørjum
ári eru í Sveis.
Men ein av
teimum trimum, sum fer fram
nú sunnudagin 5. juni, er eitt
undantak, tí á henni skulu
sveisarar taka støðu til, um
setast skal inn í stjórnarskránna
ein nýggj grein, sum ásetur
at lóggávuvaldið skal veita
borgarunum eina treytaleysa
grundinntøku, eina borgaraløn.
Uppskotið sigur ikki, hvussu høg
henda treytaleysa grundinntøkan
skal vera.
Tey, sum virka fyri at fáa
uppskotið samtykt, hava sum eitt
dømi ført fram, at 2500 frankar
um mánan hevði verið á eini
leið. Hetta skuldi verið til øll tey,
sum eru yvir 18 ár. Tey, sum eru
undir hendan aldur, skuldu fingið
fjórðingin. Av tí at hvør frankur
er verdur 6,78 krónur, er talan um
16.950 krónur fyri hvønn vaksnan
og 4.238 fyri hvør barnið um
mánan. Tað er so mikið dýrt at
liva í Sveis, at henda upphædd av
summun verður hildin vera ov lág,
tí at hon ikki lyftir allar borgarar
upp um fátækramarkið. Men
tey á teimum ovaru rókunum,
sum helst ikki heilt uttan orsøk
frykta fyri, at tey koma at gjalda
rokningina, seta knyklar í brýr, og
alt bendir á, at tey fara at fáa ein
meiriluta av veljarunum at fella
uppskotið.
Vónin hjá hesum síðsta
bólkinum er, at hugskotið við
hesum ósigri fer at vera manað
niður og aldrin koma uppaftur.
Hetta kann sjálvandi henda.
Men í nøkrum førum er hetta
ikki hent. Eitt nú vóru tað bert
menn, sum høvdu atkvøðurætt
í Sveis. So løgdu nakrir menn
málið um konuvalrætt fyri
fólkaatkvøðu. Tað fall við brestin,
men teir góvust ikki, og á næstu
fólkaatkvøðu var meirilutin
ímóti tódnaður. Eftir fleiri
fólkaatkvøður endaði tað við, at
uppskotið varð samtykt.
Tey, sum eru fyri teirri
treytaleysu grundupphæddini,
hava sett uppskotið fram fyri
at fáa tað viðgjørt í álvara, og í
so máta er væl komið burturúr.
Djúptøknar bøkur eru skrivaðar
um evnið, og tær eru lisnar víða
hvar, ikki bert í Sveis, men eisini
í stóru grannalondunum sum
Týsklandi, Fraklandi og Italia, sum
hava málsligan felagsskap við
Sveis. Tað vísir seg, at uppskotið
hevur vakt miklan áhuga, og at
summi av teimum, sum koma at
gjalda meir í skatti fyri at fíggja
ætlanina, eru farin at taka undir
við henni við tí grundgeving,
at hetta kann loysa nøkur
vandamál í samfelagnum, sum
annars eru ring at fáa tomur
á. Tað er eitt nú lítið at ivast í,
at brotsmannavirksemi hevði
minkað munandi, um so var, at
færri stjólu av neyð!
KJAK
Ein spurningur um trivnað og framtíðarútlit
Jógvan Arge
varaborgarstjóri úr Tjóðveldi
Ein møgulig
framhaldsdeild
í Sankta Frans
Skúla er ikki ein
spurningur um,
hvat Helena Dam
á Neystabø vil hava sitandi á sær.
Hetta er eitt ynski, fyri ikki at siga
krav, frá foreldrum at børnum í
Sankta Frans um framhaldsskúla
fyri teirra børn við sama skúla,
sum tey higartil hava gingið í.
Á almennum fundi var
spurnigurin til viðgerðar.
Fundurin endaði við, at
borgarstjórin hjá Helenu Dam
á Neystabø, Heðin Mortensen,
reistist á føtur og kunngjørdi, at
hann hevði fingið tað burtur úr
fundinum, at málið átti at fáa
nýggja viðgerð í býráðnum.
Við hesum orðum tóku
fundurin og málið eina vend, sum
vóru mett sum tekin um, at her
var vón enn. Undirstrikað varð við
pallborðið, at nú málið fór at verða
viðgjørt av nýggjum á Vaglinum,
var umráðandi, at tað varð gjørt
við opnum sinni.
Úrslitið av teirri skjótu
viðgerðini á Vaglinum bar ikki
bráð av opnum sinni. Tvørturímóti
var alt minst líka samanlæst, sum
tað hevði verið frammanundan.
Ikki ein glotti at hóma hjá
teimum, sum høvdu vónir til
nýggju viðgerðina – uttan tað,
at tveir býráðslimir av fimm
í mentamálanevndini tóku
ikki undir við tilmælinum frá
umsitingini.
Hetta er ikki eitt einfalt mál
fyri foreldur og næmingar á
Sankta Frans. Børnini hava
havt tað trygt og gott har, sum
tey eru, men nú skula tey út at
reika í nøkur ár, áðrenn nakar
skúli stendur klárur á Fløtum, og
kanska eru tey longu farin víðari,
áðrenn nøkur stova er til teirra
har.
Hendan reikingin, sum
nú bleiv, hevur havt við sær,
at summi lata síni børn nýta
aðrar møguleikar enn teir, sum
núverandi skúlabygnaður í Havn
veitir teimum. Tey fara heldur
í framhaldsdeild aðrastaðni
enn í sundurbýtta/samanlagda
stórskúlanum.
Tí er hetta er ikki bara ein
spurningur um, hvat Helena Dam
á Neystabø vil hava sitandi á sær.
Hetta er eisini ein spurningur
um trivnað og framtíðarútlit hjá
næmingum.