Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD TÍÐINDI TORKIL ENN EITT MEGNARAVRIK Føroyski súkklarin á flatlondum, Torkil Veyhe, fekk aftur í gjár eitt framúr gott úrslit í kapping á Bornholm. Stuttsøgdu tíðindini taka hesaferð eisini saman um eitt nú frælsan ítrótt, har nógv hevur verið á skránni seinastu dagarnar Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Heini Vatnsdal spældi allan dystin í mið­verjuni, tá ið Fremad Amager leygar­ dagin vann 1-0 á úti­vølli ímóti Middel­fart. Finnur Justinussen var ikki við, av tí at hann hevði spælt lands­dyst kvøldið fyri. Fremad Amager er nú so gott sum flutt upp í næst­bestu deildina. Enn mangla tveir dystir, men Fremad Amager er seks stig framman­fyri Frem, sum eisini hevur verri mál­mun. FH Hafnarfjørður er nýtt oddalið í íslendsku Úrvals­ deildini eftir 1-0-sigur á úti­vølli ímóti Breiðabliki í gjár­kvøldið. Gunnar Nielsen var á vøllinum allan dystin og helt búrið reint, meðan Sonni Ragnar Nattestad sat á beinkinum allan dystin. FH er oddalið saman við Víkingi Ólafsvík, men hevur betri málmun. Besta mansliðið hjá EB/ Streymi hevur sett beina kós ímóti at endurvinna sær sætið í Effodeildini. Felagsliðið úr sundalagnum vann í gjár 1-0 suðuri í Vági ímóti FC Suðuroy, har Ragnar B. Danielsen var sigursharrin. EB/ Streymur og 07 Vestur eru greið oddalið við 11 stigum niður til nummar trý, sum er Giza/Hoyvík. Í 1. deild hjá kvinnum er kappingin nú hálvrunnin, og tað eru framvegis KÍ og EBS/ Skála, sum eru lið um lið á fremsta plássi, heili 15 stig frammanfyri liðið á triðja plassi, sum er ÍF/Víkingur. KÍ hevur tó 13 mál betri málmun enn EBS/Skála, og tað tykist púra greitt, at teir báðir dystirnir, ið liðini hava eftir at spæla innanhýsis, fara at avgera hvagar FM-heitið fer. KÍ-kvinnurnar vunnu í gjár 2-1 á heimavølli ímóti HB. Milja Simonsen legði annars HB á odda 1-0, men Maria K. Thomsen og Rannvá B. Andreasen syrgdu fyri, at KÍ fekk øll trý stigini umvegis ein 2-1- sigur. Rannvá B. Andreasen hevur nú skotið 499 mál í 1.deild hjá kvinnum. Rannvá, sum er 35 ára gomul, fær tískil møguleikan at skjóta mál nummar 500 næsta dyst, sum verður ímóti B68 á Toftum sunnudagin. Tað er nú við at mynda seg, hvørji lond sleppa at luttaka í endaspælinum í African Cup of Nations. Londini, sum higartil hava spælt seg í endaspælið, eru Kamerun, Senegal, Egyptaland, Gabon, Guinea, Marokko og Algeria. Í alt sleppa 16 lið við til endaspælið, sum verður í Burundi í januar komandi ár. Premier League-felagið Swansea hevur fingið nýggjar eigarar. Tað upp­ lýsir felagið, sum nú er keypt av ameriku­monnun­ um, Jason Levien og Steve Kaplan. Keyps­prísurin er mettur at vera 940 milliónir. Framman­undan eigur Jason Levien eisini í amerikanska felag­num DC United. Eisini Inter úr italsku Seriu A hevur fingið nýggjar eigarar. Felagið er nú komið á kinesiskar hendur. Tað er greitt, nú Suning Group hevur keypt 68% av felagnum. Massimo Moratti, sum hevur átt í felagnum seinastu 20 árini og eisini verið forseti, eigur ikki longur í felagnum. Um Leicester velur at selja Jamie Vardy til Arsenal, sum hevur lagt eitt boð upp á áleyparan, so verður avloysari hansara mest sann­líkt Islam Slimani úr Sporting Lissabon. Tað skriva fleiri bløð. Núverandi venjari hansara í portugisiska felagnum, Jorge Jesus, sigur við Express, at Slimani er førur fyri at skjóta tvær ferðir so nógv mál sum Vardy. Georges-Kevin N'Koudou, sum út­merkaði seg í Marseille hetta kappingar­ árið við 11 málum, hevur skapt áhuga fyri sær sjálvum úr Premier League. Sam­ bært Guardian, sum vanliga plagar at vera álítandi, so eru Manchester United, Liverpool og West Ham í kapp­renning um at tryggja sær 21 ára gamla franska vong­leikaran. Sambært blað­num, so er mest sann­líkt, at hann fer til West Ham.. FR. ÍTRÓTTUR Bragdið skipaði leygardagin fyri árliga Tórshavn Marathon. Veðrið var framúr á teininum í Tórshavn hendan dagin, og metnógvir luttakarar vóru við. Bragdið boðar frá, at 488 rennarar og gongufólk luttóku, og harumframt eisini 135 heilsurennarar, sum ikki fingu eina skrásetta tíð. Í kappingini hjá monnum á marathon-teininum var tað danin í Føroyum, Martin Gravesen úr Bragdin­ um, sum vann við tíðini 02:50:24. Honum á baki kom liðfelagin Eirikur Hansen, sum hevði tíðina 2:55:56, meðan Simon Foss Jensen úr Danmark fekk bronsu við tíðini 02:57:42. Í marathon-kappingini hjá kvinnum gjørdist tað sera spennandi. Lina Karlsson úr Svøríki var á odda fyri tað mesta, men tá ið lítið restaði í streyk Krista Nielsen úr Bragdinum framvið henni og vann við tíðini 03:32:02. Lina Karlsson endaði 39 sekund aftanfyri, meðan Ann Thomsen fekk triða plássið við ítðini 03:36:16. Eisini varð kappast á hálvum marathon. Hjá monnunum vann Andrias Hansen við tíðini 01:20:50, Simon Messenger var nummar tvey við tíðini 01:23:52 og Jónálvur Johannesen nummar trý við 01:26:02. Hjá kvinnunum var tað danska Sara Camille B. Christensen, sum vann við tíðini 01:37:54. Henni á baki komu Ann- Mari av Skarði við 01:47:33 og Ingrid Hofgaard við 01:47:37. Rigmor N. Arge, sum hevur vunnið Tórshavn Marathon hvørja ferð hon hevur luttikið, luttók hesaferð heldur í Stockholm Marathon samstundis sum kappast varð í Føroyum. Hon rann teinin við tíðini 3.15,43. Tað rakk til eitt 55. pláss í samlaðu kappingini og eitt 6. pláss í sínum aldursbólki. Tíð hennara var eitt gott korter skjótari enn skjótasta kvinnan í Tórshavn Marathon. Treysti skipaði um viku­ skiftið fyri rennikapping á Norðoya­stevnu. Teinurin í opna bólkinum var fimm kilometrar. Hjá monnunum var Jan Elmar Sørensen kvikastur við tíðini 16.30. Hetta var góðan hálvan minutt betri enn nummar tvey, sum var Julian Gregersen. Hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø við tíðini 19.11 HONDBÓLTUR Brandur Halgirsson og Hørður Trygvason, sum spæla við U18-liðnum hjá SG Flensburg-Handewitt, spældu leygardagin fyrru týsku finaluna ímóti Füchse Berlin. Tað gekk ikki væl í hond hjá SG Flensburg- Handewitt, sum tapti dystin 25-18 eftir at hava verið aftanfyri 12-9 í hálv­leiks­ steðginum. Seinna finalan verður spæld næsta leyga­ rdag í Flensburg. Rhein-Neckar Löwen tryggjaði sær um viku­ skiftið týska meistaraheitið í tættari kapp­renning við SG Flensburg-Handewitt, sum endaði eitt stig aftanfyri. Venjari hjá Rhein-Neckar Löwen er danski Nikolaj Jacobsen, sum samstundis skrivar søgu við at vera fyrsti danski venjarin, ið megnar at vinna týsku Bundesliguna SÚKKLING Torkil Veyhe heldur fram við framúr góðum úrslitum í danskari súkkling, har hann er vorðin profilur hjá Team WeBike-CK Aarhus. Í gjár var Post Cup á skránni á Bornholm, har tað eydnaðist føroyingunum at blíva nummar tvey. Torkil var við tveimum øðrum í útbroti, men í spurtinum hevði hann ongan møguleika ímóti Troels Vinther (Riwal Platform Cycling Team). Í Danmark kalla tey tað eina sensatión, at Torkil fekk 2. plássið, og sambært honum sjálvum, so var tað eisini óvæntað. – Hetta var ógvuliga yvirraskandi. Eg havi verið væl koyrandi fram ímóti Post Cup og fingið nøkur góð úrslit, so eg vónaði at koyra væl, og tað er heilt greitt nøktandi at blíva nummar tvey. Tað eri eg sera glaður fyri, sigur Torkil Veyhe við feltet.dk. Góðu úrslitini hjá Torkili Veyhe hava borið við sær, at hann á seinasta danska styrkis­listanum er nummar fimm og hevur lagt fleiri kendar full­tíðar­súkklar­ ar aftur um seg. Seinasta dag­føring var áðrenn 2. plássið í gjár, so spennandi verður at síggja, hvar Torkil er á listanum tá ið hann verður dag­førdur av nýggjum í næstum. TENNIS Finalurnar í French Open vórðu avgreiddar um viku­ skiftið. Í mans­finaluni megn­ aði skotski Andy Murray ikki at gera nakað við heimsins besta, Novak Djokovic úr Serbia, sum vann 3-6, 6-1, 6-2, 6-4. Í kvinnu­final­uni var tað heldur óvæntað spanska Garbine Muguruza, sum megnaði at vinna 7-5, 6-4 ímóti tí annars einaráðandi Serenu Williams úr USA.