Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Summarið er í hæddini, nú kappróðrarbátar fyrra­part leygardag síggjast hanga aftur úr bilum, og tað seinna­ partar verður kappast á firð­ um og vágum. Fyrsta FM kapp­ingin var í dýrdarveðri í Klaks­vík leygardagin, og næsta kappingin verður longu leygardagin, tá ið tað verð­ur kappast á sundalags­ stevnu í Hvalvík. Tað er vorðið alt meiri pro­fessionelt við venjing, karm­um og umstøðum. Kort­ini er tað lívgandi at síggja, at føroysk mentan at virða og laga seg til, tá ið sorgin rakar, framvegis er gald­andi. Orsaka av jarðar­ ferð, har fylgið fór framvið kapp­róðrar­økinum, varð róð­ urin útsettur tað mesta av einum tíma, men tá ið fyrsta startskotið ljóðaði gekk tað skjótt og upp á stás. Fuglafjørður á róðrarkortið Fleiri tey seinastu árini hava gentur og kvinnur í Fugla­ firði gjørt um seg um­borð á Silju og Erlu Kongsdóttir. Leygardagin bjóðaðu kvinnur­nar seg fram umborð á Rádna í kappingini millum 6-manna­førini, har luttøkan er størri, enn hon hevur ver­ ið undanfarnu árini. Tað var eingin ivi. Rádni fleyg avstað, og Rádni mundi vera tryggasti vinnarin av øllum á norðoyastevnu. Sølmundur var klárt bestur í kapp­ingini um silvurplássið. Meðan gentur og kvinnur í Fuglafirði hava víst øllum øðrum, hvar skápið skal standa og hava vunnið fleiri FM, so hevur tað ikki vignast so væl hjá monnunum. Teir hava tikið lut við 6-manna­ farinum Rádna og 8-manna­ far­inum Gullbrandi, men tað hevur ikki vignast hjá teimum. Inntil leygardagin skuldi leitast aftur um aldarskiftið fyri at finna róðrar, har menn í Fuglafirði vunnu. Í 1998 vann Gullbrandur kapp­ ingina millum 8-mannaførini á ólavsøku, og árið fyri – í 1997 – vann Gullbrandur tveir róðrar – á jóansøku og so í heimasjógvi á varmakeldu. Leygardagin vunnu menn í Fuglafirði fyri fyrstu ferð á norðoyastevnu. Kappingin var við Nevið Reyða, sum í ódnar­tøkunum vísti, hvussu stinnir teir í Klaksvík eru. Tað stóð borð um borð millum klaksvíkingar og fugl­firð­ingar, sum vóru drúgv­astir. Veteranarnir vunnu Tað kendist vera púra opið, tá ið 10-mannaførini lógu á 1000-metra málinum. Tey lut­tóku ikki í ódnartøkunum í Vest­manna fyri tveimum vik­um síðani, og í hinum ódnar­tøkunum vóru tey ongantíð øll við. 2014 meistararnir um­borð á Drekanum Reyða løgdu bragdliga fyri, men sigurs­ vandu veteranarnir umborð á Eystur­oyingi vóru beinan­ vegin framvið. Ormurin Langi og Havnarbáturin bjóð­aðu eisini av. Eysturoyingur var støð­ ug­ur og miðvísur, meðan Drekin Reyði í miðróðrinum dragn­aði nakað. Ormurin Langi var í fitta løtu næsti av­bjóð­arin hjá Eysturoyingi, sum í stórum stíli stevndi um málið. Drekin Reyða fótaði sær í endaspurtinum, og í síðstu tøkunum eydnaðist tað at taka Ormin Langa, sum tó kann fara at vísa seg at vera drúgvur. Havnarbáturin var aftast­ ur, men ikki so langt aftan­ fyri hinar. Vertirnir vunnu tvær ferðir Tað var vónbrot hjá vert­ unum, at tað ikki eydnaðist Nevinum Reyða at vinna. 8-mannafarið er flaggskipið hjá klaksvíkingum, nú Klaks­ víkingur stendur í neyst­ inum. At føðikeldan er í lagi á mannfólkasíðuni í Klaksvík, vístu dreingirnir umborð á Fípuni Føgru. Teir løgdu øgiliga bragdliga fyri, og tað var skjótt, at teir stungu seg framum. Tað serliga við kappróðr­ inum á norðoyastevnu er, at tað í lutakasti verður funnið fram til, hvar bátarnir skulu liggja. Tí lógu bestu bátarnir langt frá hvørjum øðrum á vánni. Størstu avbjóðingina fingu klaksvíkingar frá teim­ um á Tjaldrinum, sum harvið undirstrikaðu, at tað er við at festa í aftur á Glyvrum, eftir at login í fleiri ár hevur verið Knotur eru í veteranunum á Eysturoyingi, Smyril og Firvaldur varpa ljós á Suðuroy, Jallur og Lómur verja høvuðsstaðin, og vertirnir struku avstað við tveimum sigrum NORÐANSTEVNURÓÐUR MENNINIR Í FUGLAFIRÐI ERU FARNIR ÚR SKUGGANUM AV KVINNUNUM KAPPRÓÐUR