Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KAPPRÓÐUR heilt lítil. Og frá Junkaranum úr Kvívík, sum fór um málið stavn um stavn við Tjaldrið og ikki so langt aftanfyri Fípuna Føgru. Í barnaróðrinum vann Fípan Fagra genturóðurin – bara eitt vet frammanfyri Pílin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Verja fyri Havnarvág Tað plagdi at vera tætt mill­ um sigrarnar hjá Havnar Róðrar­felag. Soleiðis er tað ikki longur, tí sigursvanda og elsta róðrarfelagið í høvuðs­ staðnum vann ongan róður. Á Argjum royndu tey seg fyri fyrstu ferð í nýggja 5-mannafarinum Teistin, sum Sámal Hansen hevur smíð­að. Tað gekk upp á stás hjá kvinn­unum í kappingini millum 5-mannaførini við kvinn­um. Teistin var eina báts­longd undan Erlu Kongs­dóttir, sum við nýggj­ ari manning miðvíst arbeiðir við at lyfta arvin eftir óføru FM manningina, ið nú situr um­borð á Rádna. Róðrarfelagið Knørrur var í Klaksvík við fleiri blá­ um bátum. Ein fór suður aftur við gullkrónunum. Tað var Jallurin, sum vann dreingjakappingina í barnaróðrinum. Avbjóð­arar­ nir vóru teir báðir bátarnir úr Suðuroy – Royndin Fríða úr Vági og Firvaldur av Tvøroyri. Tvey gullsett um Suðuroyarfjørð Í fjør vann Firvaldur FM í kapp­ingini millum gentur umborð á 5-mannaførum. Tvøra­gentur vunnu allar róðrar­nar uttan á ólavsøku, tá ið tær endaðu aftanfyri bæði Jall og Silju. Leygardagin var einki at rafla um. Firvaldur stakk seg beinan­vegin framum hinar, og tá ið Firvaldur fór um málið, vóru tað tvær báts­longdir aftur til Falk úr Hósvík, sum aftur var tríggjar bátslongdir framman­fyri Báruna. Í 2002 og 2003 vann 6-mannafarið Smyril úr Vági við monnum FM. Síðani hevur ikki verið so nógv at hoyra til vágbingar og teir, sum hjálpa teimum at manna Smyril. Leygardagin bjóðaðu vág­ bingar av, og tað gekk upp á stás. Ódnartøkini høvdu givið ábendingar um, at Páll Fangi fór at verða drúgvur, men soleiðis varð tað ikki. Sigursvandu menninir, sum í fjør vóru við til at vinna FM umborð á Klaksvíkingi, vístu seg ikki at vera í nóg góðari venjing at kappast við teir bestu. Smyril kappaðist við Hvessing, sum eina løtu var fremstur. Áðrenn farið varð undir endaspurtin var Smyril fremstur, og tá ið teir fóru um málið, var fjar­ støðan tað mesta av einari báts­longd. joannes@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen