Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 eis­ini at tað føroyska liðið teir fyrstu 35 minuttirnar spældu fult upp við mót­ støðu­liðið. Møguliga tað før­oyska liðið eisini gjørdi tað í seinna hálvleiki, men tá gjørdist tað ongantíð líka vanda­mikið sum í fyrra hálv­ leiki, tá føroyska liðið kom til fleiri góðar støður. Av ljóspunktunum var, at tríggir nýggir og evna­ ríkir før­oyskir leikarar fingu sín fyrsta dyst. Jákup Vatn­ hamar Olsen úr Víkingi, Petur Knudsen úr NSÍ og Jákup B. Andreasen úr KÍ. Hóast teir tríggir komu inn, tá úrs­litið í dystinum var av­ gjørt, er talan um framtíðar­ leik­arar á U-21 landsliðnum í øll­um trimum førunum. Mest eyðsýndur av teimum var tó Jákup Vatnhamar Olsen, sum kom inn á vinstra bakk. Hann tóktist deiliga óimpo­ner­aður í sínum spæli, og var ikki bangin fyri at fara í nær­dystir, umframt at taka túrar framvið á bakkinum. Eiga enn fyrsta stigið til góðar Samanumtikið má stað­fest­ ast at ov nógvir persónligir feilir kostaðu dýrt fyri før­ oyska U-21 landsliðið hós­ kvøld­ið. Og útlitini fyri at hetta U-21 landsliðið verð­ur tað fyrsta, sum einki stig megn­ar at fáa í eini undan­ kapp­ing, gerast størri og størri. Í teimum sjey dyst­ unum sum liðið hevur spælt, hevur liðið ikki megna at fingið nakað stig. Trígg­ir dystir eru tó eftir í undan­ kapp­ing­ini, so tað er enn ikki ómøgu­ligt at fáa onkur stig. Serliga í teimum báðum næstu dystunum sum før­ oyska liðið hevur, tá teir skulu møta næstaftasta og trið­aftasta liðnum í bólk­ inum, sum eru Russland og Azerbadjan. Men skulu nakr­ar vónir um stig gera seg galdandi, mugu málini ikki koma líka lætt ígjøgnum, sum tey gjørdu móti Finn­ landi hóskvøldið. andre@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Dysturin var spældur í fagrastu føroysku summar­ líkindum hós­kvøldið. Og ein rúgva av áskoðarum møttu upp til dystin, harav eisini Skansin, sum helt lív í á Tórsvølli frá fyrsta til síðsta bríksl. Avgjørt á pluss síðuni. Fótbóltsliga upplivingin á Tórsvølli, har vónirnar undan dystinum vóru góðar til stig, og har føroyska liðið ikki var 6-1 verri enn finnar. Tí var talan um keðiligt úrslit, har fleiri av málunum sum føroyska liðið lat ígjøgnum vóru á minus síðuni. TRÍGGIR DEBUTANTAR Merkisvert við dystinum hóskvøldið var, at allir tríggir, ið vóru skiftir inn á føroyska liðið, fingu sínar fyrstu minuttir í U-21 landsliðssamanhangi. Teir tríggir vóru Petur Knudsen úr NSÍ, Jákup B. Andreasen úr KÍ og Jákup V. Olsen úr Víkingi. 1 ELIAS RASMUSSEN Lat 6 mál ígjøgnum, sum er ov nógv fyri ein landsdyst á heima­vølli. Hevur spælt betri dystir enn tað sama, og fer at reisa seg aftur. Men av­rik­ið hóskvøldið var ikki gott. 2 LEIVUR JOENSEN Átti uppleggið til málið, og kom til onkur innlegg í álops­ støðu. Men í verju­støðu var talan ikki um sannførandi avrik. 2 ANDRIAS H. ERIKSEN Hóast hann kostaði okkurt málið, og ikki spældi sann­ førandi, var hann tó einasti glottin í føroysku verjuni. Vann onkrar týðandi nær­ dyst­ir í summum førum, men má lastast fyri okkurt av finsku málunum. 1 TEITUR OLSEN Fekk sín fyrsta dyst frá byrj­ an, nú Hørður Askham og Sonni Ragnar Nattestad ikki vóru við. Tók ikki av møgu­ leik­anum, og sá út til at hava trupulleikar við fysiskt sterka finska áleyparanum. 1 GESTUR B. DAM Spældi fyri fyrstu ferð í U-21 samanhangi á vinstra bakki. Var ikki serliga sannførandi í verjuspælinum, og var lítið sjónligur í framrættaða spæl­ inum eisini. Ikki ein av hans­ ara bestu dystum. 3 HÁKUN EDMUNDSSON Skoraði málið til 1-1 og ar­ beiddi hart á miðvøllinum all­an dystin. Hóast hann hevði onkur bólttap, var hann ein av føroysku leik­ ar­unum sum royndu allan dyst­in ígjøgnum. 2 JONAS G HANSEN Stríddist eisini saman við Hákuni Edmundsson á mið­ vøll­inum, og var í seinna hálv­leiki nógv á bóltinum. Tókt­ist tó ov lítið kreativur í fram­rættaða spælinum. 4 TEIT JACOBSEN Millum bestu leikararnar á før­oyska liðnum hóskvøldið. Smæddist ikki á vøllinum, hóast sín unga aldur, og tordi at bjóða av. Tóktist eitt sind­ur løgið, tá hann varð út­ skiftur tíðliga í seinna hálv­ leiki. 1 PATRIK JOHANNESEN Spældi á einari óvanligari positión sum vongur til vinstru. Hóast arbeiðs­inn­ sats­urin var til staðar, var hann ongantíð serliga sjón­ lig­ur í dystinum, og var við í fáum góðum støðum á før­ oyska liðnum. 2 JÓANNES BJARTALÍÐ Hevur havt eina góða gongd í Effo-deildini sein­asta mán­ að­an, men fekk ikki góða spælið fram hós­kvøld­ið. Royndi at bjóða av, men utt­an eydnu næstan hvørja­ ferð. Strídd­ist, men fekk lítið burtur­úr frameftir. 4 JÁKUP THOMSEN Var eisini ein av fáu glott­ unum á føroyska liðnum. Hevði førleikarnar og tordi væl at bjóða finsku verjuni av. Átti at lagt Føroyar á odda 1-0 tíðliga í dystinum, og vísti ein áhaldandi arbeiðsinnsats allan dystin ígjøgnum. Av­ gjørt ein spennandi leikari. 3 JÁKUP VATNHAMAR OLSEN Kom inn seinasta hálva tíman á vinstra bakk, og lever­aði ein fínan innsats. Tóktist óimponeraður í nær­ dyst­inum og tordi væl at seta ferð á frameftir. Deiliga ósmæðin debut frá unga leir­ víking­inum. 2 PETUR KNUDSEN Fekk seinastu 20 minuttirnar á vøllin, har hann fekk sína debut. Er millum mest spenn­andi ungu føroysku leik­arar­nar, men gjørdist ongan­tíð veruliga sjónligur hós­kvøldið. Hevur eyðsýnt góðan bóltførleika, og kemur at vera ein avgerandi leikari í kom­andi undankapping. JÁKUP B. ANDREASSEN Inni ov stutt til at fáa eina meting. andre@sosialurin.fo Leikarametingar: Myndir: Álvur Haraldsen