Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge – Volksbank Stadion, Frankfurt 3 GUNNAR NIELSEN Eigur møguliga ein lut í fyrsta málinum, tá Kosovo sendur frísparksinnlegg innfyri. Annars lítið at gera og er um at gera eina góða tvífalda bjarging, tá Kosovo staðfestur sigurin til 2-0. 2 GILLI R. SØRENSEN (Út 68. min) Spælir undir mið­al á høgra bakki í fyrra hálv­leiki, meðan hann er á vinstra vongi í seinna hálv­ leiki, men tað kemur ikki so nógv burturúr. Kom ikki til nakað innlegg í fyrra hálv­ leiki og hevði trupul­leikar av Bernard Berisha í verju­ støðu. Verður skerm­aður í mál­inum til 1-0, har teir skora eftirfylgjandi. Tóktist frustrer­aður og tað ávirkar av­rikið. Er annars ein týpa av spæl­ara, sum vit hava brúk fyri slær ígjøgnum, so vón­andi verður tað eftur summarið. 2 ODMAR FÆRØ Er ikki í landsliðsdystarform og skuldi ikki spæla meiri enn ein hálvleik. Tað sást aftur, tá hann móti dystarenda bleiv avsettur, tá Kosovo skor­aði til 2-0. Er sterkur í tví­dyst­unum og spældi sum so fínt, men tað sæst eisini, at hann ikki spæl­ir regluliga, tí bóltnert­ ingar­nar vóru ov nógvar. 2 RÓGVI BALDVINSSON (Út 85. min) Eins og Odmar Færø, so skuldi hann bara spæla ein hálvleik, eftir at hann spælir í lægru deild­ unum í Norra aftur. Spældi fínt í verjustøðu, men í hes­ um dystinum bleiv av­spæl­ið ein stórur partur. Har halt­ aðu miðverjarnir eftir. 3 VILJORMUR DAVIDSEN Eitt javnt gott avrik frá vinstra bakkinum, sum situr tungt á plássinum. Sum rest­ in av liðnum, so gekk leingi áðrenn hann kom í gongd, men góðu síðu­skift­ini frá Kaj Leo í Bartals­stovu í hørgu góvu honum møguleikar. Fekk góðan skotmøguleika, men rakti bóltin illa. 2 TRÓNDUR JENSEN (Út 46. min) Spældi aftur á verjukenda miðvøllinum og avrikið var á góðari leið. Gjørdi tað hann er góður til í avspælinum, men megnaði ikki at seta seg ígjøgnum. Tykist passa væl inn í landsliðshópin og er altíð fúsur at taka av møguleikanum. Tað kann í longdini gera, at hann blívur betri og fær fleiri landsdystir í beinini enn aðrir. 4 HALLUR HANSSON Besti spælarin á føroyska lið­num í Frankfurt. Eyð­ sýnd­ur á miðvøllinum, royndi allatíð at seta gongd á og vann fleiri tvídystir. Langt frá alt riggaði, men tú veist altíð hvat tú fær frá mið­vallar­anum, sum ætl­ar sær í Superliguna at spæla komandi kapping­ar­ár. Kanska okkara týdningar­ mikl­asti spælari saman við Jóan Símun Edmundsson og Gunnari Nielsen. 3 BRANDUR H. OLSEN Er nógv á bóltinum og saman­spælið við serliga Hall Hansson tykist gott, men saman­lagt verður tað ikki til meir enn miðal. Ov nógvir deyð­bóltar liggja ikki heilt sum teir skulu, meðan tað verða ov fáir møguelikar skaptir úr hansara plássið. Tað er ikki bara hansara feilur, tí flytingarnar mugu eisini vera har. Fekk heldur ikki bóltin, tá hann var í góð­ ari støðu í seinna hálvleiki. 3 SØLVI VATNHAMAR (Út 79. min) Fekk ikki so nógv burturúr í fyrra hálvleiki á høgra vongi. Riggaði ikki við honum og Gilla R. Sørensen, men kom meiri til sín rætt á miðvøllinum. Dugur væl at flyta bóltin skjótt við fáum nertingum. Nakað, sum fleiri av hinum høvdu trupulleikar við. Við hetta lag endar hann á miðjuni, tá Heini Vatnsdal og Róaldur Jakobsen ikki taka av. 3 KAJ LEO Í BARTALSSTOVU Spældi illa í fyrra hálvleiki á vinstra vongi, men nærmast blomstraði, tá hann bleiv fluttur á høgra vongin. Við góð­um bóltførleika megn­ aði hann fleiri ferðir at bæði skifta síðu við góðum av­ lever­ingum, og skapa yvir­ tal á miðjuni. Kann renna sól­ina svarta, men er ov lítið ágrýtin í verjustøðu. Ann­ars kundi Lars Olsen flutt Sølva á miðvøllin, og sett gøtu­ mann­in á høgra vong. Sum nú er, so vil landsliðsvenjarin hava Sølva á vonginum. 2 KLÆMINT A. OLSEN (Út 68. min) Hevði nakar glott­ar í fyrra hálvleiki, tá hann slapp at venda sær í álopsstøðu, men sum heild passar spæli­stíl­urin á landsliðnum topp­skjútt­ anum illa. Bólturin kom ov sjáldan innfyri og í vanda­ miklar støður, sum vit síggja javnan tá NSÍ spælir. Annars altíð ein erligur innsatsur frá timbur­mann­inum. Spælararmetingar siga, at føroyska liðið spældi undir miðal móti Kosovo. Tó er avrikið ikki so vánaligt, sum vónbrotið kanska legði upp til í løtuni aftaná dystin. Okkurt á góðari leið, og endaði dysturin við javnleiki heldur enn 2-0 – sum var ein møguleiki – so var avrikið helst á góðari leið LANDSLIÐIÐ UNDIR MIÐAL Í FRANKFURT