mánadagur 6. juni 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Volksbank
Stadion, Frankfurt
Føroyar er nú partur av
fótbóltssøgu
í
Kosovo.
Frammanfyri
nøkrum
túsund áskoðarum í Kosovo-
vinarliga Frankfurt í Týsk
landi, blivu vit fyrsta lands
liðið, sum spældi ein FIFA
og UEFA viðurkendan dysti
móti Kosovo, ið júst hevur
fingið altjóða viðurkenning
frá fótbóltsheiminum.
Kosovo vann 2-0, eftir
at hava verið á odda 1-0 í
hálvleikinum. Tað merkir
so eisini, at vit fyrsta landið
at tapa fyri Kosovo. Sigurin
hevði nógv størri týdning
fyri Kosovo, ið stórliga fegn
aðust um sigurin.
Fyri Føroyar og Lars Olsen
var hetta dysturin, ið skuldi
hjálpa
honum
at
leggja
putslispælið
til
komandi
HM undankapping. Tað gekk
bara ikki heilt sum ætlað.
Týðandi avboð
Longu undan fráferðini til
Frankfurt var greitt, at Lars
Olsen ikki fekk svar upp á
allar sínar spurningar. Heini
Vatnsdal gav avboð vegna út
búgving. Hann gav eisini av
boð til venjingarlandsdystin
móti Liktenstein í Marbella í
Spania á páskum. Tá vegna
skaða í dystinum undan fyri
Fremad Amager.
Í báðum dystunum var
ætlanin, at Lars Olsen skuldi
brúka hann á verjukenda
miðvøllinum
saman
við
Halli Hansson og Brandi H.
Olsen. Næstir honum hevur
verið Róaldur Jakobsen, sum
hevur spælt onkrar dystir frá
byrjan, Hann gav somuleiðis
avboð til báðar dystirnar.
Tá so lyklaspælarar sum
Atli
Gregersen
og
Jóan
Símun Edmundsson settust
aftur vega skaða, og Sonni
Ragnar
Nattestad
settur
av, so bleiv pláss til fleiri at
royna eftir einum landsliðs
plássi.
Miðvøllurin ósvaraður
Í staðin fyri Heina Vatnsdal
og Róald Jakobsen vóru boð
eftir Tróndi Jensen og Boga
Reinert Petersen. Fyrrnevndi
byrjaði inni annan lands
dystin á rað. Hann vann sær
ikki fast landsliðspláss við
avrikinum, men gav lands
liðsvenjaranum
eini
boð
um, at hann er til reiðar at
átaka sær ta uppgávuna,
sum hann nu eina ferð fær.
Bogi Reinert Petersen bleiv
útvístur eftir bara tríggjar
minuttir á miðvøllinum.
Avbjóðingini
at
spæla
saman við Halli Hansson og
Brandi H. Olsen á miðjuni
er, at teir søkja nógv at mál
inum og spæla í stóran mun
upp á instinkt. Tí hevur
Fróði Benjaminsen verið eitt
frálíkt mótstykki í gamals
aldri, tí hann hevur havt
yvirlit á støðuni, tá hinir eru
farnir í sjálvdrátt.
Landsliðsvenjarin
hev
ur eina ætlan um, at Heini
Vatnsdal skal veksa í hend
an leiklutin, men nú eru tveir
vejingardystir farnir aftur
við, men enn hava teir tríggir
ikki verið á vølli í senn.
Triðja loysinin er at flyta
Sølva Vatnhamar á miðvøllin,
men
landsliðsvenjarin
er
glaður fyri hann á høgra
vongi. Hinvegin vísti Kaj Leo
í Bartalsstovu, at tað er á tí
vonginum vit fáa mest fyri
gøtumannin.
Álopsspælið
Í løtuni er fýra áleyparar,
sum kappast um plássið
sum næsti maður hjá Jóan
Símuni Edmundsson í álop
inum. Klæmint A. Olsen,
Finnur Justinussen, Páll A.
Klettskarð og Andreas Lava
Olsen hava spælt í minst
øðrum
av
venjingardyst
unum í ár.
Tíverri sær ikki út til, at
føroyska landsliðið er í eini
støðu, har tað klárar at um
skipa spælið, so tað passar
til teir fýra. Eina løtu í seinna
hálvleiki sá gott út, men tí
verri vildi bólturin ikki í
málið.
Her verður neyðugt hjá
Lars Olsen at finna eina loysn
og eitt uppspæl, ið styðjar
heimligu áleyparunum og
Finni
Justinussen,
sum
brádliga hevur fingið gongd
í málskjótingina í Fremad
Amager.
Ungir og friðleysir
Onkursvegna,
so
tykist
samansetingin
á
liðnum
mangla eitt sindur av roynd
um og einum køldum høvdi
ella tveimum. Vit hava fleiri
spælarar, sum ikki ordiliga
hava funnið sítt pláss, og tað
ger eisini, at teir ikki støð
ast eins væl og teir kundu.
Her kunnu nevnast Gilli R.
Sørensen, Kaj Leo í Bartals
stovu og René S. Joensen,
sum spæla ymisk plásss á
vøllinum.
Hallur Hansson hevur
Lars Olsen stendur helst eftir við fleiri spurningum, enn hann ætlaði
eftir venjingarlandsdystin móti Kosovo, sum Føroyar taptu 2-0. Fleiri
spælarar hava ikki funnið sítt pláss, meðan aðrir ikki eru sannførandi
LANDSLIÐIÐ
FLEIRI
SPURNINGAR
EFTIR KOSOVO-
TAPIÐ
Er Bogi Reinert Petersen ein spælari at halda
eyga við í landsliðssamanhangi?