mánadagur 6. juni 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
funnið sítt pláss á landslið
num, men er enn ov sprelsk
ur og framfýsin til at verða
javnvágin á miðvøllinum. Til
tað hevur hann alt ov nógva
orku og vilja til at søkja
bóltin.
Brandur H. Olsen hevur
somuleiðis funnið sítt pláss
á landsliðnum, men spæl
ir ikki javnan á sama plássi
í
Vendsyssel,
har
hann
millum annað hevur spælt
á vonginum. Tað eru fá lið,
sum
stríðast
móti
yvir
maktini, ið hava ráð at hava
ein slíkan 10’ara á liðnum.
Kanska er loysnin í longdini,
at skálvíkingur skal eitt vet
longur aftur á vøllin, fyri at
fylla meiri á miðjuni.
Sonni Ragnar Nattestad
hevur heldur ikki funnið
sína hill enn, og tí er tað ov
óstøðugt enn.
Teir royndu spælararnir
eru bara tríggir í løtuni, og
av teimum stríðist Jónas
Tór Næs fyri at halda fast
í plássinum, meðan Atli
Gregersen valla spælir meiri
enn hesa undankappingina.
Umframt teir, so eru Fróði
Benjaminsen, Súni Olsen
og Christian L. Holst givnir
seinnu árini.
Tí hava vit eitt ungt lands
lið í løtuni.
Fleiri spurningar
ósvaraðir
Føroyar
tapti
venjingar
landsdystin móti Kosovo
2-0. Munurin var ikki so
stórur og okkara høvdu væl
fleiri málmøguleikar, men
leikliga raktu vit ikki dagin.
Í yvirtali í fleiri enn 40 min
uttir kláraði vit illa at trýsta
Kosovo, men tað er eisini
lærdómurin frá hesum dyst
inum. Vit skulu læra okkum,
at lirka eina verju upp. Tað
kunnu vit koma at hava
brúk fyri móti Andorra og
Letlandi.
Tíverri fekk Lars Olsen
ikki svar upp á onkran av
teimum átrokandi spurning
unum hesaferð.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
■ Hvør skal spæla á verjukenda miðvøllinum?
Hendan spurningin fekk landsliðsvenjarin
ikki svar uppá, tí serliga Heini Vatnsdal ikki
var tøkur. Tróndur Jensen gjørdi sítt, men
ikki eitt avrik, ið tryggjar honum plássið.
■ Hvør skal spæla høgri bakk? Hvørki Jónas
Tór Næs ella Gilli R. Sørensen spældu sann
førandi, meðan Bárður J. Hansen er skaddur.
■ Hvør skal hótta Atla Gregersen og Sonna
Ragnar Nattestad? Hvørki Odmar Færø
ella Rógvi Baldvinsson vóru nóg væl fyri
at spæla fullan dyst, meðan Jóhan Troest
Davidsen, sum skuldi spæla allan dystin
mátti melda frá undir upphitingini.
■ Hvussu skal liðið spæla uttan Jóan Símun
Edmundsson? Klæmint A. Olsen, Andreas
Lava Olsen, Finnur Justinussen og Páll A.
Klettskarð hava allir brúk fyri øðrvísi upp
spælið enn toftamaðurin. Loysnin bleiv ikki
funnin í Frankfurt.
■ Er Bogi Reinert Petersen ein spælari at
halda eyga við í landsliðssamanhangi. Hasir
tríggir minuttirnir vóru ikki at koma til eina
niðurstøðu.
■ Hvat er besta plássið hjá Gilla R. Sørensen?
Svarið var fyribils ikki á høgra bakki. Kom
betri frá uppgávuni á vinstra vongi.
■ Hví hótta vit ikki upp á deyðbóltar? Vit fáa
ov lítið burturúr deyðbóltum, men verða
revsaðir í hinum endanum.
■ Kaj Leo í Bartalsstovu trívist best á høgra
vongi. Tað var sjón fyri søgn í seinna
hálvleiki, har hann var íblandur nógvum og
setti gongd á føroyska liðið.
■ Hallur Hansson er motorurin á liðnum.
Stríðsmaðurin var einsamallur at halda høga
ferð á spælinum allan dystin.
■ Sølvi Vatnhamar er ein møgulig loysn á
miðvøllinum. Flutti bóltin væl og helt pláss
á miðvøllinum. Nakað hann ikki gjørdi
móti Rumenia á Tórsvølli, tá hann byrjaði á
miðjuni.
■ René Shaki Joensen er eitt fríkst íkast til
liðið í løtuni. Djarvur, skjótur og avbjóðandi
í spælistíli. Skal kanska til at hava fleiri
minuttir.
■ Jóan Símun Edmundsson er ótrúliga
týdningarmikið fyri álopsspælið hjá okkum.
SPURNINGAR
SVAR
Myndir: Hans Erik Danielsen/FSF
Hvussu skal liðið spæla uttan
Jóan Símun Edmundsson? Loysnin
bleiv ikki funnin í Frankfurt