mánadagur 6. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað er øgiliga høg sigarføring
í Klaksvík. Við knúsandi 4-0
sigri á máttleysa og sundur
tagaða NSÍ gjørdu klaks
víkingar í gjár endaliga upp
við øll hagtøl, sum í nógv ár
hava mint um, at tá ið tað er
norðoyastevna og summar
festivalur og aðrar serligar
løtur í Klaksvík, so grettir tað
ikki, at KÍ dumpar.
Í august í fjør varð út
søgnin um summarfestivalin
gjørd til einkis, tá ið KÍ vann
2-0 á HB. Í fjúrtan ár hevur
heimaliðið ikki megnað at
vunnið í fremstu deildini á
norðoyastevnu. Í gjár nerv
aði hetta á ongan hátt, tí NSÍ
varð rætt og slætt flongt!
Eftir 4-1 tapið í fyrru hálv
finaluni næstsíðsta hóskvøld
kundi tað verið roknað við,
at NSÍ fór øðrvísi í holtur við
nýggju avbjóðingina, men
soleiðis var tað ikki. Upp
stillingin var nett tann sama,
sum hon var í hálvfinaluni.
Munurin var ikki so heilt
eyðsýndur
undan
steðg
inum. NSÍ legði varliga fyri,
men tað eydnaðist ongantíð
at fáa skipað kontraspæl í
lag. KÍ legði seg framum við
brotssparki, og sum frá leið
bar tað alt meiri á annað
borðið, og tað varð staðfest,
at her vóru tað vaksnir menn
í bláum og hvítum, sum
spældu ímóti nógvum ung
lingum og hendinga veterani
í svørtum og gulum.
Konseptið legði ikki upp
til sjampanjufótbólt, men
avrikið kann bera sjampanju
við sær! Fimm miðverjar í
aftastu ódnunum, tveir sera
væl upplagdir í fremstu
røð og tríggir sentralir mið
vallarar, sum stríddust og
runnu meiri enn mótstøðu
menninir. Liðið hekk væl
saman. Tað var stutt millum
keturnar, og toymið flutti seg
kompakt úr borði og í borð,
og harvið vóru nærdystirnir
nógvir.
Stóri munurin var, at tað
skjótt sást á NSÍ, at sjálvs
álitið hevur fingið skot fyri
bógvin, og eftir steðgin var
tað heilt við síðuna av, tá ið
heimaliðið vann allar nær
dystirnar, og teir gulu og
svørtu
kendust
leingjast
eftir síðsta bríksli, meðan væl
upplagda og stóra áskoðara
fjøldin í góðveðrinum bar
sínar fram, og heimamenn
inir vóru grammir, eldhug
aðir, arbeiddu nógv fyri
hvørjum øðrum og stór
fegnaðust, tá ið Lars Müller
bríkslaði fyri síðstu ferð, og
talvan vísti 4-0!
Átta mál eru í eina stóra
viku farin ígjøgnum í Klaks
vík hjá Símun Rógva Hansen:
– Munurin var ikki so
stórur í fyrra hálvleik, og vit
roknaðu avgjørt við møgu
leikanum, tá ið vit tosaðu
saman í steðginum. Men
eftir steðgin vóru teir nógv
betri. Viljin lýsir av teimum
at vinna, og vit mugu bara
ásanna, at tað nú er langt hjá
okkum upp á toppin, ásann
ar NSÍ málverjin.
Annað mikukvøld skulu
hann og liðfelagarnir aftur
standa andlit til andlit við
KÍ. Tað verður í seinnu hálv
finaluni, tá ið avbjóðingin
verður at taka 1-4 innaftur:
– Vit royna at rokna við
møguleikanum. Hvussu vit
skulu lyfta avbjóðingini, fáa
vit at síggja. Men skal tað
eydnast at vinna finalupláss
ið, so verður tað avgerandi, at
vit beinanvegin skora mál. Í
løtuni er KÍ framúr, sigur
NSÍ málverjin.
Ovfarin venjari
KÍ
venjarin
sólaði
sær
í
góðveðrinum
saman
við spælarunum og risa
stóru áskoðarafjøldini, tá
ið
borgarstjórin
handaði
stevnusteypið, og støðutalv
an er hugaligur lesnaður.
– Tað gongur rætta vegin,
og liðið verður stinnari og
stinnari. Eg haldi, at 4-0 vísir
styrkismunin ídag. Vit eru
ovfarnir av, at tað gongur
so væl, sum tað ger, men vit
eru greiðir yvir, at tað ikki er
nú, at tað telur at vera ovast,
men at tað verður í oktober,
at alt verður avgjørt, sigur
Mikkjal Thomassen.
Hví varð munurin so
stórur?
4
KRISTIAN JOENSEN
Tryggur í øllum sum
hann hevði við at gera og var
skilagóður í avspælinum. Hevði
ikki høvi at vísa, at hann í løtuni
man vera best upplagdi málverjin
av øllum í Effo-deildini.
4
SØRMUNDUR
KALSØ
Tryggur og stinnur í verju
spælinum og álopssinnaður –
tiltuskaði sær brotsspark.
4
JONAS FLINDT
RASMUSSEN
Einaráðandi í luftrúminum,
avgjørdur í nærdystunum og las
spælið væl.
4
AHMED MUJDRAGIC
Avgjørdur í nærdystinum, las
spælið væl og góður í avspæl
inum.
4
MAYOWA OLADELE
ALLI
Vann allar nærdystirnar – at
dystarvenjingin er lítil bar við
sær at hann troyttaðist og varð
skiftur út.
5
ÍSAK SIMONSEN
Spældi við stórum sjálvsáliti,
og tað eydnaðist sera væl –
bæði í verju og í álopspartinum.
Innleggini neyv og ferðmikil.
4
SEMIR HADSIBULIC
Royndi at stýra
fótbóltsspælinum og tað
eydnaðist í løtum. Lættur at finna
hjá liðfeløgunum og stinnur í
nærdystunum.
4
JÁKUP B.
ANDREASEN
Stinnur í nærdystunum, las
spælið væl og hevði onkra góða
sending fram ímillum í vinstru.
4
HJALGRÍM ELTTØR
Arbeiddi ógvuliga væl og
vísti enn einaferð at hann er
vorðin liðspælari burturav. Breyt
ígjøgnum og legði upp til 2-0
málið.
5
JÓANNES
BJARTALÍÐ
At álopspælari skorar hattrikk
sigur nóg mikið í sær sjálvum,
og triðja málið var framúr
einmansavrik. Merkisvert var
eisini hvussu nógv hann megnaði
at luttaka í verjupartinum.
4
PÁLL A.
KLETTSKARÐ
Skoraði síðsta málið eftir
innlegg frá Heðini Klakstein og
sær sjálvum líkur arbeiddi hann
støðugt og konstruktivt.
TÓRUR JUSTESEN
Innskiftur tá ið tað restaði eitt
korter.
NIELS PAULI
DANIELSEN
Innskiftur tá ið tað restaði eitt
korter
HEÐIN KLAKSTEIN
Spældi í seks minuttir og teir
tríggjar dómarin legði aftrat.
SPÆLARAMETING
Norðoyastevnu marran er burtur, fyri fjórðu ferð
fór einki mál ígjøgnum, fyri ellivtu ferð eydnaðist
klaksvíkingum at fara ósigraðir av vølli, og nú
varð toppurin tikin ímóti NSÍ, sum varð lagt upp á
lærið, og eftir steðgin var heilt uttan sjálvsálit
1 til 6
FÓTBÓLTUR
DYSTURIN
HESA VIKUNA
TRETTAN UTTAN TAP KÍ hevur spælt tíggju
landskappingardystir á rað uttan at tapa. Átta sigrar og
tveir javnleikir, málmunurin 21-3 og einki mál farið ígjøgnum
fýra tær seinastu ferðirnar! Í sama tíðarskeiði er úrtøkan
í steypakappingini tríggir sigrar við málmuninum 10-2.
KÍ GER AV
ÁLVARA
UPP VIÐ
FORTÍÐINA