mánadagur 6. juni 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
2
SÍMUN RÓGVI
HANSEN
Triðja málið varð skorað úr
rættiliga spískum í høgru. Hevði í
løtum trupulleikar í útspælinum.
2
MONRAD HOLM
JAKOBSEN
Tað var sera trupult hjá honum,
og í seinna hálvleiki vórðu tvey
mál skorað eftir innlegg úr høgra
verjuborði hjá NSÍ.
2
PER LANGGAARD
Hevði ilt við at stýra verjuni,
og fyritreytirnar vóru ógvuliga
vánaligar, tá ið sentrali mið
vøllurin hoyknaði fullkomuliga.
2
JENS JOENSEN
Var í somu støðu sum
liðfelagarnir í verjuni. Tað kendist
vera ov lætt, tá ið vandamiklasti
mótstøðumaðurin streyk frá
honum og skoraði triðja málið.
2
JOHAN JACOBSEN
Var ikki at kenna aftur frá tí
sum hann plagar at vísa. Hevði
trupulleikar í verjupartinum og
fann seg ongantíð til sættis í
framrættaða partinum.
2
NIKOLAJ KØHLERT
Royndi at fáa samanspæl at
hanga saman, men tað riggaði
illa, og í verjupartinum góvu
sentralu miðvallararnir heilt
skarvin yvir.
2
PETUR KNUDSEN
At tað gongur upp og niður
hjá blaðungum og óroyndum
dreingi, sum hvørja ferð er millum
teir fyrstu ellivu, sigur seg sjálvt.
Í dag var avbjóðingin alt ov stór.
2
JANNIK OLSEN
Tað var eins torført hjá
honum í vinstru, sum tað var hjá
makkaranum í hinum borðinum.
Hevði trupulleikar í verjupartinum
og var ósjónligur í framrættaða
partinum.
2
ÁRNI
FREDERIKSBERG
Var púra úti av spælinum og
megnaði ongantíð at fóðra
fremsta mann við skilagóðu
sendingunum, sum hann annars
plagar at gera.
2
KLÆMINT A. OLSEN
Tað man koma sjáldan ella
ongantíð fyri, at toppskjúttin
verður skiftur út, uttan at hann í
nakrari støðu hevur verið tætt við
at skora mál. Soleiðis var tað á
norðoyastevnu.
2
PÓL JÓHANNUS
JUSTINUSSEN
Tað var sera torført hjá roynda
manninum, sum ikki vann luft
dystirnar í borðinum, og sum ikki
av álvara megnaði at bjóða av, tá
ið hann eftir steðgin varð settur á
verjukent miðvallarpláss.
JONLEIF HØJGAARD
Spældi í eitt korter
HANS MARIUS
DAVIDSEN
Spældi í eitt korter
MAGNUS H. OLSEN
Spældi í fimm minuttir
– Tað vísti seg, at vit ork
aðu betri at renna, vit vóru
betri skipaðir, og vit vunnu
nærdystirnar, og so eiga vit
í fremstu røð spælarar, ið
megna at avgera. Men talan
er um liðavrik, undirstrikar
KÍ venjarin.
Tað sást ikki á avrikinum
hjá
Páll
Klettskarð,
at
hann í vikuni hevði verið
á landsliðsferð og fríggja
kvøldið eina løtu spældi
ímóti Kosovu, áðrenn hann
seint seinnapartin norðoya
stevnuaftan
var
aftur
í
Klaksvík:
– Nú er avgerandi at varð
veita støðuna. Vit arbeiða
framúr væl. Teir fáa ikki frið
at spæla, vit eru agressivir og
kompaktir, og soleiðis sum
formurin er í løtuni, er hetta
besta liðið, sum eg havi spælt
á, sigur Páll A. Klettskarð.
Stórar av
bjóðingar bíða
Í góðveðrinum í gjár kendist
tað sum um, at eldhugaðu
áskoðararnir, sum í seytjan
ár hava bíðað eftir, at KÍ skal
vera topplið eftir trettan um
før, ikki vildu sleppa eftir
rákanum av stórsigrinum, og
næstu dagarnar verður nógv
fótbóltsprát.
Fríggjakvøldið 24. juni, á
jóansøku, fer landskappingin
í summarfrí. Nú sunnudagin
verður
toppdystur,
tá
ið
Víkingur fer at vitja í Klaksvík,
annað mikukvøld fer stóra KÍ
viðhaldsfjøldin til Runavíkar,
annan sunnudag gongur leið
in í høvuðsstaðin at spæla
ímóti B36, og so verður tað
rundað av heima ímóti AB.
– Nú ræður um at hava
fokus á rætta staðnum.
Hetta er hugaligt, og avrikini
og úrslitini bera við sær, at
vit avgjørt rokna við, at tað
kann bera til, sigur Páll A.
Klettskarð.
SPÆLARAMETING
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
KÍ - NSÍ 4-0 (1-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð br 18.
2-0: Jóannes Bjartalíð 60.
3-0: Jóannes Bjartalíð 70.
4-0: Páll A. Klettskarð 90.
Dómari: Lars Müller
KÍ: Kristian Joensen – Jonas Flindt Rasmussen, Ahmed
Mujdragic, Mayowa Oladele Alli (Niels Pauli Danielsen, 75.)
– Sørmundur Kalsø, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen
(Tórur Justesen, 75.), Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð
(Heðin Klakstein, 84.), Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør
Gult kort: Ísak Simonsen
NSÍ: Símun Rógvi Hansen – Monrad Holm Jakobsen, Per
Langgaard, Jens Joensen – Johan Jacobsen (Jonleif Højgaard,
75.), Nikolaj Køhlert (Magnus H. Olsen, 85.), Petur Knudsen,
Jannik Olsen – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen (Hans
Marius Davidsen, 75.), Pól Jóhannus Justinussen
Gult kort: Johan Jacobsen, Monrad Holm Jakobsen
FÓTBÓLTUR
Tað kostar ikki nógv á
kortkontuni, at KÍ leggur
nógv fyri í nærdystunum.
Í gjár var væl upplagdi
Ísak Simonsen tann
einasti, sum sá gult.
Umframt at tindurin nú
er fimm stig burtur, so
bar 4-0 tapið í gjár við
sær, at málmunurin hjá
NSÍ nú er +9 ella seks
mál verri, enn hann er
hjá KÍ, sum nú eigur
besta málmunin.
ÁTTA MÁL ÍGJØGNUM Eftir 3-1 sigur í Klaksvík í
øðrum umfari lá í luftini, at NSÍ hevði møguleikar í
hálvfinaluni og landskappingini á útivølli ímóti KÍ.
Næstsíðsta hóskvøld tapti NSÍ 4-1 og í gjár 4-0 í
Klaksvík.Sunnudagin ska NSÍ spæla í Trongisvági.
Klæmint A. Olsen er fram
vegis besti málskjúttin í
landskappingini.
Hann
hevur skorað trettan mál
ella í miðal eitt í hvørjum
landskappingardysti.
Í
steypakappingini hevur
hann higartil í ár ikki
skorað.
Jóannes Bjartalíð hev
ur nú skorað ellivu mál í
landskappingini. Í steypa
kappingini hevur hann
skorað fimm ferðir. Síðani
fyrsta mai hevur hann
í fimm dystum skorað
tíggju mál!
Fyrsti
maður
at
ynskja málrevinum til
lukku við hattrikkinum
og fína avrikinum í gjár
var Jóannes Jakobsen,
hjálparvenjari á lands
liðnum. Avrikið í Kosovo
fríggjakvøldið vísti, at tað
er ikki bara bara at lyfta
arvin, tá ið Jóan Símun
Edmundsson
ikki
er
tøkur. Jóannes Bjartalíð
vísir aftur og aftur, at
hann megnar nógv einsa
mallur:
– Tað eru liðfelagarnir,
sum eiga rós uppiborið
fyri, at tað gongst so væl
hjá mær. Teir eiga æruna
fyri, at tað nú hevur ging
ið so væl hjá mær, sigur
trífaldi málskjúttin í gjár.
Mikkjal
Thomassen
gevur
19
ára
gamla
Jóannesi Bjartalíð, sum í
løtuni er mest eyðsýndi
maðurin í føroyskum fót
bólti gott viðmæli:
– Hann er øðrvísi enn
hinir. Tað býr uppaftur
meiri í honum, og tað fara
vit ivaleyst at síggja meiri
til, men hinir arbeiða nógv
fyri hann – ikki minst Páll
A. Klettskarð sum bindur
fleiri verjuspælarar.
Páll
A.
Klettskarð,
sum stútaði síðsta málið
í gjár, fegnast saman við
makkaranum:
– Tað er gott, at vit nú
eru fleiri, sum skora mál
ini. Harvið verður tað
torførari hjá mótstøðu
liðnum at verja. Jóannes
er framúr, og sjálvsálitið
bara veksur og ber við
sær, at hann torir og at
avgerðirnar eru rættar!
joannes@sosialurin.fo
JÓANNES ER
GULL VERDUR
Hann er øðrvísi enn hinir, og
tað býr meiri í honum, heldur
venjarin, og maðurin undir liðini
á honum fegnast um, at teir
nú eru fleiri, sum skjóta mál
KRISTIAN JOENSEN KÍ
Another day at the office. Hasar
hvepsurnar stinga hvørki á ella
uttanfyri vøllin. KÍ eyðmykti
teir baði á og serliga millum
fjepparnar "Hvar er Guliganz?"
Koyr a KÍ, nú skulu armarnir niður,
aðrenn LÍF kemur a vitjan
JAN BOLSTAD ANTHONIUSSEN NSÍ
Ikki gott nokk. Skapa for lítið,
og skíta bóltin vekk, tá vit hava
hann! Men vit skulu nokk reisa
okkum aftur! Annars vil eg takka
KÍ áskoðararnar fyri heilsanina.
Hevði gloymt at tit vóru til