Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tríggjar minuttir av lands­ liðs­fótbolti, so fekst tú reytt kort, hvat hendi? Eg geri eina hálvgum skeiva temjing, sum er min fyrsta nerting í landsliðskarrieruni. Tann næsta er ein takkling, har vit raka bóltin í senn uttan kontakt við hvønn annan. So endi eg við einum reyðum korti. Var tað til reytt kort heldur tú? Slet ikki. Um so er, so mangli eg eini 50 reyð kort. Har var minst 10 sentimetrar fra at verða kontakt. Hvat segði landsliðsvenjarin og spælararnir? Teir flestu góvu mær eitt klapp á ryggin og søgdu, at teir heldur ikki hildu, at tað var til reytt. Hevur tú fingið nógvar við­merkingar úr Føroyum aftaná? Tað hevur verið eitt sindur, men tey flestu standa bara við einum stórum smíli tá eg møti teimum. Hvat hevur tú lært av hesum og ert tú komin yvir tað nú? Eg veit ikki hvat eg kann læra av tí, tá eg ikki haldi at tað er reytt kort. Eg eri ikki komin yvir, at eg fekk reytt kort fyri akkurát hasa handlingina, men eg eri komin yvir, at eg bleiv vístur út. Vikan ið fór Muhammad Ali doyr 74 ára gamal, eftir langt stríð ímóti sjúkuni parkinson. Boksarin verður mettur sum av størstu ítróttarfólkunum nakrantíð. Føroyska fótbóltslandsliðið tapur 2-0 fyri Kosovo, sum spælir sín fyrsta altjóða viðurkenda landsdyst nakrantíð. Dysturin verður spældur í Frankfurt í Týsklandi. U21 landsliðið tapur heili 6-1 fyri Finnalndi á Tórsvølli. Hóast føroyska liðið hevur bóltin nakað, so verður tapið stórt. Ársins fyrsti kappróður er á norðoyastevnu. Kappróðurin verður avgreiddur í góðum líkindum. Eyðun Samuelsen dømir fyribils sín seinasta dyst sum altjóða dómari í hondbólti. Hann hevur dømt saman við íslendskum makkara. Sverri Nielsen fær staðfest, at hann ikki sleppur til OL í summar. Rógvarin var minni enn eitt hálvt sekund frá at klára krøvini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Íslendska A-landsliðið í fótbólti skal til sítt fyrsta EM-enda­spæl nakran­tíð. Merkisvert góða avrikið hjá tjóðini, ið einans hevur 330.000 íbúgvar, hevur givið endurljóð um allan heim, og granna­land okkara stendur á einum øðrum enda, nú EM byrjar um minni enn eina viku. Áleið tíggjundi hvør íslendingur fer til Frak­lands at stuðla hetjum teirra. Eitt íslendskt sjónvarpslið hevur gjørt ein doku­ment­ar, ið fylgir íslendska lands­liðnum ígjøgnum alla EM-undan­kapping­ ina, heilt frá undan fyrsta dystin­ um til teir verða heiðrað­ir mitt í Reykjavík. Sjónvarpsliðið hevði fingið serligt loyvi at fylgja við liðnum allastaðni og alla tíðina. Tískil kemur hyggjarin heilt nær at leikarunum – heilt inn á hotel­ rúmini, leikarabussin og skifti­ rúmið. EM-undankappingin er reyði tráðurin í sendingini, men miðlafólkini hava meistar­liga flættað tær áhugaverdu persóns­ søgurnar handan leikararnar upp í. HYGG UM: Tú gleðir teg til EM – og enn betri: um tú heldur við Íslandi. IKKI HYGGJA UM: Tú ert púrasta líkasælur við fótbólti og EM. HVUSSU ER AT HYGGJA: Nemandi, skemtiligt og ikki minst hugvekjandi. HVAT SIGUR TÚ? Perfekt at hyggja eftir, nú EM-fepur er í luftini. Tú kemur at merkja hýrin! albinus@sosialurin.fo Ummæli av ítróttar bókum, sendingum, dokumentarum og øðrum ítróttarligum hendingum… ★★★★★★ FAKTA »The Icelandic Eruption« er heitið á dokumentarinum, sum er ein lítlan tíma til longdar. Hann finst eisini á TV2 Play, har hann kallast »Fodboldheltene fra vulkanøen«… Andrias H. Eriksen, liðskipari á U21 landsliðnum, eftir at hava tapt 6-1 móti Finnlandi Eitt av fleiri minniligum sitatum frá Muhammad Ali sála – Eg haldi faktist ikki teir eru so góðir – I done wrestled with an alligator, I done tussled with a whale; handcuffed lightning, thrown thunder in jail; only last week, I murdered a rock, injured a stone, hospitalised a brick; I'm so mean I make medicine sick Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Bogi Reinert Petersen Aldur: 23 Ítróttur: Fótbóltur (ÍF) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvat var »slavunavnið« hjá Muhammad Ali? 2 Hvør var mótstøðumaðurin hjá Ali í »Rumble in the jugle«? 3 Hvør var mótstøðumaðurin í »The thrilla in Manilla«? 4 Muhammad Ali bleiv útihýstir frá boksing í eina tíð. Hví? 5 Enda kendu orðingina um Muhammad Ali: »Float like a butterfly…« 6 Dóttur Muhammad Ali var eisini kendur boksari. Hvussu eitur hon? 7 Hvønn leiklut hevði Muhammad Ali til OL í 1996 í USA? 8 Hvønn hevur Muhammad Ali sligið í gólvið á myndini? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: Cassius Clay 2: George Foreman 3: Joe Fraizer 4: Noktaði at fara í herin 5: ”sting like a bee” 6: Laila Amaria Ali 7: Hann tendraði olympiska eldin 8: Sonny Liston Dokumentarur: Íslendska útbrotið ÍTRÓTTAR UMMÆLI