Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Neli Heldarskarð Pætur E. Jensen Bjarni Þór Viðarsson, sum er 28 ára gamal, og Davíð Þór Viðarsson, sum er 32 ára gamal, eru í løtuni liðfelagar hjá Gunnari Nielsen og Sonna Ragnari Nattestad í FH úr Hafnarfirði. Teir eru av føroyskari ætt, og hava bjóðað seg til at at spæla fyri føroyska A-landsliðið. Onkur gevur ilt av sær á sosialu miðlunum um hetta, men spurningurin er: Hevði íslendskur vinnaramentalitetur ikki gagna føroyska landsliðnum nógv? Íslendski vinnaramentaliteturin hevur borið langt, og eigur sín lut í, at Ísland hevur tikið lut í EM-endaspæli í fótbólti fyri kvinnulandslið, EM-endaspæli í fótbólti fyri U21 landslið, og nú í komandi viku í EM-endaspælinum í fótbólti fyri A-landslið. Í hondbólti hevur íslendski vinnaramentaliteturin eisini verið ein avgerandi faktorur, tá íslendska hondbóltslandsliðið hevur vunnið OL-silvur og EM-bronsu, og fleiri Topp-8 endastøður í HM, EM og OL-endaspølum. Um ein ella tveir íslendingar av føroyskari ætt koma uppí 18-manna A-landsliðshópin, og tað økir sjálvsálitið og vinnaramentalitetin í hópinum nøkur prosent, og íslendsku/føroysku spælararnir hava dygdir og royndir vit kunnu brúka, hví so sýta Lars Olsen møguleikan at taka út Viðarsson-brøðurnar út til føroyska landsliðshópin? Hálvir føroyingar hava verið okkum góðir áður. Besta dømið er Christian Lamhauge Holst. Johan Byrial Hansen, sum er 3/4 føroyingar var okkum eisini góður í sínari tíð. Hálvi føroyingurin Claus Bech Jørgensen gjørdi eisini mun tað stutta tíðarskeiðið hann spældi fyri landsliðið. Hálvir føroyingar eru royndir áður, og møguleikin eigur at roynast aftur, um hetta kann styrkja landsliðið. Alt fokus á ein dyst Ígjár var eyka inspirerandi og hugaligt hjá greinaskrivaranum at sita í Rásarúminum hjá Rás2, og leggja út á in.fo aftaná. ALT fokus var á ein dyst. Eisini stuttligt hjá teimum, sum vóru til dystin í Klaksvík, at tey vóru partur av HENDINGINI, sum var í føroyska fótbóltsheiminum ígjár. Ilt er at skilja hví loysnin við einstøkum mánakvølds- og fríggjakvøldsdystum bleiv niðurløgd, har alt fokus var á ein dyst í effodeildini. Komandi sunnudag verður aftur eitt trunka-umfar í effodeildini. Fimm dystir verða somu klokkutíð, klokkan trý seinnapartin sunnudagin. Alla aðrastaðni royna tey at fordeila ein part av dystunum í hvørjum umfari, so stórt fokus kann verða á nakrar týðandi fótbóltsdystir í kappingini. Í gomlum døgum í Onglandi, tá vit bara kundu fylgja bestu fótbóltsdeildini í Onglandi beinleiðis á millumbylgju spældu øll liðini klokkan trý leygardag seinnapart. Fyri 30 árum síðani bleiv hetta væl og virðiliga skrottað, og enskur fótbóltur hevur gingið frá sigur til sigurs við undirtøku og umtalu, og er nú besta brand í heiminum, tá um felagsfótbólt ræður. Jørn Astrup Hansen var mangan føroyingum góður báðumegin aldarskiftið. Ein skrivstovukvinna hjá honum segði við hann í gamla Føroya Banka: "Men vi plejer". Jørn Astrup Hansen vendi sær og segði: "Plejer er død!". "Plejer" livir tó í "bedste velgående", sunnudagin 12. juni klokkan trý, tá eitt trunka-umfar í effodeildini aftur er á skránni. Hálvir føroyingar hava verið okkum góðir fyrr KLUMMAN Heri sigur sína hugsan... Tróndur Arge Ein tann venjarin við bestu úrslitunum í føroyskum fótbólti er aftur á venjara­ bonkinum. Sigfríður Skaale Clementsen, ið hevur verið uttan felag higartil í ár, skal restina av árinum vera venjari hjá TB. – Hetta er ein spennandi avbjóðing fyri meg á fleiri økjum, sigur Sigfríður Skaale Clementsen, ið flytur suður restina av kappingarárinum, so hann kann hugsavna seg uppgávuna. Vil testa avrikini í Evropa Sigfríður Skaale Clementsen er klárt tann venjarin, ið hevur staðið seg best við føroyskum liðnum í Evropa. Tí er tað ikki ókent fyri hann, at verða lítli beiggi. Nú vil hann vita, um hann kann føra tað víðari til Effo-deildina. – TB er eitt lið, ið hevur sum mál at yvirliva. Eg havi hug at testa míni úrslit í Evropa í føroyskum fótbólti, sigur Sigfríður Skaale Clementsen. Sami hópur Sigfríður Skaale Clementsen hevur játtað seg til TB undir teimum umstøðum, sum liðið hevur í løtuni. – Kemur onkur spælari inn, so skal hann styrkja um hópin. Annars verður hetta liðið, sigur Sigfríður Skaale Clementsen. Hann ásannar, at undan­ farni vernjarin hevur gjørt tingini upp á sín máta, men hann vil aftur til góðu gongdina undir Páll H. Guðlaugsson. – Vit skulu aftur til at tað er torført at spæla móti TB, sigur Sigfríður Skaale Clementsen. trondur@sosialurin.fo EIN ØÐRVÍSI AV­ BJÓÐING FYRI MEG Tað sigur Sigfríður Skaale Clementsen, ið er nýggjur venjari hjá TB. Hann tekur við eftir hálenska Robert F. Roelofsen, ið hevur sagt seg úr starvi