leygardagur 4. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 168 - 4. september 2004
Nr. 168 - 4. september 2004
3
Ferðin skal niður
TÍÐINDASKRIV
Ráðið fyri Ferðslutrygd
Hvat hevði hent, um vit øll
lækkaðu ferðina við í miðal
10 km/t ?
Jú, vit høvdu mist uml. 3
minuttir hvønn dag. Men
afturfyri høvdu vit minkað
um árliga talið av álvarsliga
skaddum við 8 fólkum.
Talið av materiellum bil-
skaðum hevði minkað við
u.l. 300
Tá ið vit tosa um
ferðsluvandar, kunnu vit
ikki koma uttan um, at
størsta einstaka orsøkin til,
at ferðsluvanlukkur henda,
er ov nógv ferð. Tað eru
eingi viðurskifti í ferðslu-
trygdargranskingini, ið eru
so væl skjalprógvað, sum
sambandið millum ferð og
ferðsluvanlukkur. Úrslitið
av hesi gransking er púra
greitt: økir tú ferðina, økir
tú eisini vandan fyri, at
ferðsluvanlukkur
henda.
Og jú meira ferðin er, tess
álvarsligari
verða
van-
lukkurnar.
Neyvan man hetta úrslit
koma óvart á nakran - og
helst kundu vit spart út-
reiðslurnar av granskingini,
um vit bara fylgdu van-
ligum viti og skili.
Tað var vitið og skilið,
sum gjørdi, at fólk fyrst í
hesi øldini kendu ampa á
sær, tá ið hesir ókendu og
osandi jarnhestarnir, sum
vóru nevndir automobilar,
við miklan gang fóru rull-
andi í gjøgnum gøturnar.
Ferðin hjá automobilun-
um tá var um 10-15 km/t,
og hon var hildin at vera alt
ov nógv. Í onkrum býi var
óttin fyri hesum nýggja ak-
fari so stórur, at skipað varð
fyri, at tá ein automobilur
koyrdi í gøtum, har eisini
fólk vóru til gongu ella á
hestbaki, skuldi maður
renna frammanfyri hann og
veipa við flaggi at ávara
fólk, at nú kom ein auto-
mobilur.
Síðani er nógv broytt og
nú er tað ikki longur fólk
og krýatúr, sum hava
fyrstarætt á vegnum, nú eru
tað bilarnir, sum eiga øll
rættindini. Hetta henta ak-
far, sum kann flyta teg
skjótt úr einum stað í ann-
að. Fyri at hetta skal kunna
henda skjótari og skjótari,
verða bilarnir gjørdir al-
samt betri og betri og vegir-
nir gjørdir slættari og
beinari.
Tað sær út sum um, at tað
er altavgerðandi, at tíðin, tú
nýtir at koma til arbeiðis, at
vitja fólk osfr, skal vera so
stutt sum gjørligt. Í staðin
fyri at koyra 80, verður
heldur koyrt eini 90-100
….fyri at spara tíð, verður
sagt. Hvussu nógva tíð
spara vit so?
Koyrir tú t.d. úr Leirvík
til Havnar, so sparir tú bara
4 minutt, um tú í miðal
koyrir 90 í staðin fyri 80,
sum er loyvda markið.
Mangur man kenna hetta
aftur, at síggja bilar, sum
yvirhála allan vegin suður-
eftir. Tá ið tú so at enda
kemur til ferðsluljósini i
miðbýnum í Havn, hendir
meira enn so, at bilurin,
sum gjørdi allar tær mongu
vandamiklu framumkoyr-
ingarnar, er í somu biðirøð
sum tú, bara nakrar fáar
bilar longri frammi.
Hvat hevði hent, um vit
øll lækkaðu ferðina við í
miðal 10 km/t? Jú vit vildu
mist uml. 3 min hvønn dag.
Men afturfyri høvdu vit
minkað um árliga talið av
álvarsliga skaddum við heili
8 fólkum. Talið av mat-
eriellum bilskaðum hevði
minkað við eini 300. Eisini
vildu vit brúkt minni av
brennievni og harvið eisini
dálkað minni. Ein ferð-
lækking upp á 10 km/t vildi
eisini ført til minni slit.
Í Null - hugsjónini, hvørs
endamál er, at eingin skal
lata lív ella verða álvarsliga
skaddur í ferðsluni, er ein
av aðaltáttunum, at ferð-
markið má verða sett niður
- ikki bara á vegum millum
bygdir, men serliga á
vegum, har fólk til gongu
ella á súkklu verða blandað
saman við bilum. Her
verður mælt til at hægst
loyvda ferð er 30 km/t.
C
M
Y
K
3
2
Tann 1. oktober 2004 verður nýggja útgávan av føroyska/danska
passinum tikin í nýtslu.
Nýggja passið er eitt hátøkniligt trygdarpass.
Onki krav verður sett um umbýtan av galdandi passi!
Av tí at nýggja passframleiðsluútgerðin er so kostnaðarmikil, er
avgerð tikin um at gevast við passframleiðsluni í Føroyum,
soleiðis at øll passframleiðsla verður miðsavnað í Danmark.
Hetta ger, at møguleikin hjá fútaskrivstovuni í skundi at útskriva
nýtt pass eftir 1. oktober 2004 dettur burtur. Í staðin ber til í
summum førum at framleingja verandi pass ella at fáa útflýggja
"provisorisk" (fyribils) pass.
Hetta førir eisini við sær, at passavgreiðslutíðin tá verður umleið
2 - 3 vikur.Tí er alneyðugt, at fólk, ið hava tørv á nýggjum passi
eftir 1. oktober 2004, umbiðja passið í góðari tíð.
Frá 1. oktober 2004 kunnu børn undir 15 ár ikki verða skrivaði í
pass hjá foreldrum ella øðrum og skulu tá hava egið pass.
Mannagongdin at umbiðja pass verður hin sama sum nú. Pass-
avgreiðslur eru á fútaskrivstovuni í Havn og á politistøðunum
uttanfyri Havnina.
Upplýsingar um pass annars eru tøkar á heimasíðuni hjá politi-
num: www.politi.fo
M. Nepper-Christensen
FØROYA LANDFÚTI
POLITIMEISTARIN
Smyrilsvegur 20 Postboks 3018 FO-110 Tórshavn Tel (+298)351448 Telefax (+298) 351452
KUNNING FRÁ FÚTASKRIVSTOVUNI
UM PASS