Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 168 - 4. september 2004 Nr. 168 - 4. september 2004 5 Rúsevnaráðstevna: Ølsølur ikki bodnar við – Útlendsku gestirnir mundu uttan iva undra seg yvir, at ongin frá okkara yrki var við á skránni hjá rúsevnaráðstevnini fyrr í vikuni. Men vit vóru tíverri ikki bodnir við, sigur Joh- an Mortensen, stjóri á Restorffs Bryggjarí RÚSDREKKA/- FYRIBYRGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tjúgunda norðurlendska rúsevnaráðstevnan var í ár hildin í Føroyum. Stevnan endaði týsdagin, og eitt av høvuðsevnunum tann dagin var evnið "Ábyrgdarfull skeinking". Svensku og norsku umboðini høvdu drúgvar fyrilestrar um fyribyrgjandi átøk í hesum sambandi, og í báðum londum spældi leikluturin og samstarvi við matstovur og vertshús ein høvuðsleik- lut í átøkunum. Men úr Føroyum var ongin, sum umboðaði hvørki matstovur ella onnur skeinkistøð. – Orsøkin til, at at ongin frá Restorffs Bryggjarí var at síggja, var at vit ikki vóru bodnir við. Og tað undrar meg stórliga, tí tað mátti verið upplagt at, at okkara sjónarmið eisini vóru umboðað á eini slíkari ráðstevnu, sigur Johan Mortensen. Kenna stóra ábyrgd Tað var Fyribyrgingarráðið í Føroyum, sum skipaði fyri árligu stevnuni, sum hevur til endamál at menna norð- urlendska samstarvið um fyribyrging av misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum og at kunna um gongdina á alkoholpolitisku økinum í Norðurlondum sum heild. – Eg havi allarstørstu virðing fyri arbeiðinum, sum Fyribyrgingarráðið og onnur gera á hesum økin- um, og eg haldi tað vera eitt frálíkt hugskot við hesum ráðstevnunum. Men tá ongin frá skeinkistøðunum er boðin við, fert tú at spyrja teg sjálvan, hvørjum ein slík stevna er ætlað, sigur Johan. – Sum øll onnur vita vit sjálvandi, hvussu syndar- ligar avleiðingar ovurnýtsla av rúsdrekka kann hava. Og ongin skal vera í iva um, at vit sum framleiða og skeinkja hesa vøru, kenna stóra ábyrgd fyri, hvussu hon verður brúkt. Vit vilja heldur enn fegnir vera við í tí fyribyrgjandi arbeiðnum, og tí harmast vit um, at Fyribyrgingarráðið ikki hevur vent sær til okkum í hesum spurningum. Markað avgjald Johan leggur atfturat, at teir á Restorff's ofta hava tosað um, hvussu fyritøkan kundi átikið sær ein størri leiklut, tá tað ræður um fyribyrging av ovurnýtslu av rúsdrekka. Tað kundi verið gjørt uppá ymsar mátar, men sjálvur heldur Johan, at tað hevði veri eitt fínt hugskot, at sett ein part av tí høga ølav- gjaldinum av til fyribyrgj- andi arbeiði. – Ein stovnur sum Fyri- byrgingarráðið hevur neyvan alt ov nógvar peng- ar at arbeiða við. Eftir mín- um tykki átti tað at verið upplagt at markað nakrar av øllum hesum milliónun- um til arbeiði hjá einum slíkum stovni. Positivt rák Johan vísir á, at donsk bryggjarí leggja nógvar pengar og orku í tað fyri- byrgjandi og upplýsandi arbeiði, og eins og í Svøríki og Noreg er ongin longur í iva um, at tað gevur úrslit. – Tað ber til at broyta hugburðin hjá fólki – eisini tá tað ræður um nýtslu av rúsdrekka. Alt bendir í løtuni til dømis á, at fólk heldur drekka veikt øl og vín enn sterkt rúsdrekka. Tað er uttan iva eitt tekin um, at fólk í størri mun seta tað at drekka í samband við njótilsi og hugna heldur enn at drekka seg full. Hetta er eitt positivt rák, sum vit sjálvandi eiga at stimbra, meðan vit hava møguleikan. Sum lands- stýrismaðurin í heilsu- og almannamálum segði, so eru trupulleikarnir av mis- nýtslu ikki nakað, sum fer burtur við at lata eyguni aftur. Fyrsta treytin er, at vit tosa opið um hetta evnið – og tað krevur, at øll sjónar- mið sleppa framat, sigur stjórin á Restorff's at enda. RÚSDREKKA/- FYRIBYRGING Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Frá Føroya Bjór frætta vit, at heldur ikki bryggjaríið í Klaksvík fekk nakra inn- bjóðing til norðurlendsku rúsevnaráðstevnuna. Einar Waag stjóri á Føroya Bjór dugir ikki at siga, hví bryggaríini ikki vóru boðin við á hesa ráðstevnuna, tí tey hava fyrr verið við í samstarvi um fyribyrging av misnðtslu. Trupult at gera vart við seg – Eg havi við stórum áhuga lisið tað, sum hevur verið at frætta frá ráðstevnuni, tí vit hava sjálvandi áhuga í at fylgja við í og læra av teim- um royndum og úslitum, onnur Norðurlond hava rokkið á hesum økinum, sigur Einar Waag. Einar leggur afturat, at teir sjálvandi ongan áhuga hava í at fólk misnýta rús- drekka, og at teir eisini ynskja minst líka nógv, sum øll onnur, at alt gongur so siðiliga fyri seg á skeinki- støðunum, sum til ber. – Men so leingi tað ikki er loyvt bara at nevna øl í lýsingum, fáa vit ikki sjálvir gjørt vart við okkum – heldur ikki í fyribyrgjandi átøkum. Tí vilja vit fegnir samstarva við onnur í hesum spurningum, sigur Einar Waag. Føroya Bjór: Vildu fegnir verið við Gistingarhús- og matstovufelagið: Eftirlýsa størri samskifti SKEINKIUMHVØRVI Anna V. Ellingsgaard Uni Danielsen, formaður í Føroya Gistingarhús og matstovurfelag skilir heldur ikki rættilga, hví felagið ella aðrir loyvis- havarar ikki vóru umboð- aðir á rúsevnaráðstevn- uni. Tað eru jú vit, sum standa í hesum dagliga, og vit hava leingi tosað um, at skipa fyri skeiðum fyri okkara starvsfólkum um, hvussu tey best hand- fara rúsaðar persónar og truplar støður í samband við skeinking. Sum eg skilji, kundu vit uttan iva lært nógv av samstarvin- um millum restauratións- vinnuna og aðrar stovnar í til dømis Noreg og Svø- ríki. Ein slík ráðstevna hevði verið eitt avbera gott høvi hjá okkum í hes- um yrkinum at komið fram við okkara royndum og sjónarmiðum, sigur Uni og leggur afturat, at felagið altíð er opið fyri einum positivum sam- skifti við bæði Fyribyrg- ingarráð og aðrar mynd- ugleikar, ið vara av økinum. Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerk- ing frá Fyribyrgingar- ráðnum, áðrenn blaðið fór til prentingar. C M Y K 5 4