leygardagur 4. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 168 - 4. september 2004
Nr. 168 - 4. september 2004
7
Minnir okkum á
okkara egnu
avmarkingar
– Lat hetta teska okk-
um í oyrað, at vit eiga
at fáa so nógv positivt
og lívsjáttandi burt-
urúr tí evarsku lítlu
tíð, okkum er avmáld,
segði løgmaður, tá ið
hann avdúka eina
stóra standmynd á
Tvøroyri
AVDÚKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Síðani Palli Julsgart á
Tvøroyri fyri nøkrum árum
síðani fór undir listaskálan,
Oynna, á Tvøroyri, hevur
hann veruliga gjørt vart við
seg við framsýningum av
ymsum slagi.
Hann hevur eisini gjørt
vart við seg sum listamann.
Ikki minst hevur hann gjørt
vart við seg við nøkrum
stórum standmyndum á
Tvøroyri.
Sunnudagin laðaði hann
enn ein stein afturat tí
varða, hann fer at seta eftir
seg, tí tá var aftur ein stór
standmynd,
sum
hann
hevur gjørt, avdúkað.
Og tað fór ikki stillisliga
aftur við borðinum, tá ið
standmyndin varð avdúkað
á
parkeringsøkinum
á
Tanganum á Tvøroyri hend-
an hendinga góðveðurs-
dagin.
Teir
tríggir,
Eyðun
Nolsøe, og brøðurnir Trónd-
ur og Brandur Enni spældu
og sungur og kirkjukórið
Ljómur sang eisini.
Standmyndin hevur fing-
ið heitið "Frælsi" og tað var
sjálvur løgmaður sum fekk
heiðurin av avdúka stand-
myndina, sum er ein høg
súla av stabbagróti úr
Froðba, við tveimum svart-
bakum á.
– Hetta er ein standmynd
av nøkrum, sum vit hava
sæð hvønn Guðs skapta dag
- ein standmynd av okkara
egna heimaumhvørvi – av
okkara egnu oyggj – av
okkara egna landi, segði
løgmaður.
Sermerkta stabbagrótið,
sum sæst nógva stað ni í
Suð uroy, er partur av nið
astu og elstu jarðfrøð ini á
landi í Føroyum. Hesar
basaltfláir, sum vit síggja
so týðiliga eitt nú úti í
Froðba og í Hovi, siga okk-
um sína egnu søgu um,
hvussu Føroyar vórðu til úr
ovurstórum og ógvisligum
eldgosum fyri umleið 60
milliónum árum síðan.
Minnir okkum á okk-
ara egnu avmarkingar
Løgmaður helt, at ein
standmynd má hava ein boð
skap – hon má vilja okkum
okkurt.
– Hvat kann so ein slík
standmynd seta í gongd í
okkara hugarensli?
Hann segði, at umframt
at hon er vøkur í sær
sjálvum, kann hon í fyrra
lagi siga eitt sindur um,
hvussu gamalt okkara land
er.
– Men harumframt kann
hon við sínum 60 millión-
um árum minna okkum á,
hvussu ótrúliga stutt okkara
æviskeið í grundini er
afturímóti øllum rundanum
okkum.
– Tá ið vit eru 80 ella 90
ára gomul, eru vit veruliga
gomul, men hesir klettar
hava stað i ð í 60 milliónir
ár
– Tað er ikki rættiliga til
at fata fyri okkara vanliga
skil.
– Vit halda, at Oyrnafjall
hoyrir okkara tíð til, og tað
ger tað sjálvandi eisini,
men Oyrnafjall hevði stað
ið í milliónir av árum, áð
renn fyrsti føroyingurin
fekk eyga á tað. Vit eru bert
eitt sandkorn í tíðarinnar
søgu hjá bláu gongustjørn-
uni – jørð ini.
– Latið tí hesa stand-
myndina minna okkum á
okkara avmarkingar í tíðar-
innar havi, og kanska eisini
teska okkum í oyra, at vit
eiga at fáa so nógv positivt
og lívsjáttandi burturúr tí
evarsku lítlu tíð , okkum er
avmáld. Og kanska eisini
teska, at vit skulu koma
hvørjum øðrum meira við
og vera minni fordømandi
mótvegis hvørjum øð rum,
segði løgmaður.
Tað, sum altíð hevur
verið og tað, sum
kemur og ferð
Ovast á hesu standmynd
standa tveir svartbakar,
sum eru stoyptir í bronsu.
Svartbakurin er okkara
størsti másafuglur og er
stórsligin at síggja við
sínum stóra veingjabreiði.
– Fuglar vóru fyrstu
livandi verur, sum vitjað u
okkara klettar, langt áð
renn menniskjan og seyð
urin komu.
Løgmaður
segði,
at
standmyndin ímyndar við
øð rum orð um tað , sum
altíð hevur verið, og tað,
sum kemur og fer: Stabba-
grótið hevur altíð verið
her og fer altíð at vera her,
men fuglurin flygur frælsur
- fer avstað, men vendir
altíð heimaftur til Føroya.
Hann vónaði, at stand-
myndin kann fáa onkran av
okkum, ella onkran for-
vitnan ferðamann at steðga
á og hugtakast og seta sær
spurningar at gruna yvir.
Løgmaður vísti annars á
tann stóra týdning, sum
listaskálin Oyggin hevur
havt fyri Suðuroynna og
hevur havt stóran týdning
marknaðarføringina
av
Suðuroynni.
Listaframsýningar hava
ikki verið vanligar í Suð-
uroy og tí hevur listaskálin,
Oyggin, verið nýskapandi
og er vorðin synisgluggin í
Suð uroynni fyri tiltøkum,
sum annars kanska bara
høvdu verið í Havn.
– Og tað eiga vit at vera
takksom
fyri,
segði
løgmaður.
Eisini Tvøroyrar Býráð var á blettinum, tá ið standmyndin varð avdúkað. Her handar
borgarstjórin, Kristin Michelsen, hm. listamanninum, Palla Julsgart, eina sømdargávu upp á
10.000 krónur
Standmyndin er ein høg súla
av stabbagróti. Ovast sita
tveir svartbakar.
Standmyndin eitur Frælsi og
á eini plátu við fótin á henni
stendur eitt ørindi úr einum
kendum sangi hjá Eyðuni
Nolsøe
Kanska kann hendan standmyndin teska okkum í oyrað, at vit skulu koma hvørjum øðrum
meira við og vera minni fordømandi mótvegis hvørjum øð rum, segði løgmaður tá ið hann
avdúkaði standmyndina í dýrdarveðrinum sunnudagin
Verður kanska 100.000 krónur dýrari at
byggja hús
–Ein arbeiðsbólkur
hjá fíggjarmálaráðn-
um mælir til at nú
skulu fólk eisini be-
tala mvg av arbeiðs-
lønum, tá ið tey
byggja ella umvæla
sethús. Hinvegin skal
tað verða bíligari at
keypa hvítvørur og
onnur húsarhaldstól
HÚSABYGGING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað kanska at vera
væl dýrari at byggja sær
hús. Samstundis fer tað eis-
ini at verða væl dýrari at
umvæl síni egnu hús.
Orsøkin er, at nú skulu
fólk kanska eisini betala
mvg av arbeiðslønum til at
byggja hús og til at umvæla
hús.
Landsstýrið er farið undir
eitt rættiliga umfatandi ar-
beiði at broyta lógirnar um
mvg, punktgjøld og øll
onnur gjøld til landskassan.
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum,
hevur sett ein arbeiðsbólk
at endurskoða allar lógir,
sum hava við mvg og
avgjøld at gera.
Endamálið er at gera
mvg og punktgjøld meiri
brúkaravinarlig,
segði
landsstýrið, tá ið arbeiðs-
bólkurin varð settur.
Men av tí, at samgongan
ætlar at fremja skattalættar
er endamálið við at end-
urskoða avgjøldini hvørki
at fremja lættar ella at út-
vega landskassanum fleiri
inntøkur.
Tí vóru boðini frá lands-
stýrismanninum í fíggjar-
málum til arbeiðsbólkin, at
tilmælini skulu helst verða
útreiðsluneutral,
Dýrari at byggja hús
Arbeiðsbólkurin sigur, at
Føroyar eiga at halda seg
til eitt meirvirðisgjaldslóg
við so breiðum avgjalds-
grundarlagi sum gjørligt.
Sama avgjald eigur at vera
á øllum vørum og tæn-
astum fyri at lætta um um-
sitingina og undan-tøk eiga
í høvuðsheitunum ikki at
verða gjørd, tí tey máa
støðið undan mvg lógini.
Eitt, sum arbeiðsbólkurin
mælir til, er at leggja upp-
skot fyri Løgtingi sum
skjótast um at strika und-
antakið um, at mvg ikki
skal gjaldast av lønum til
bygging og umvæling av
egnum bústað Men sam-
stundis eiga punktgjøldini á
hvítvørum,
radiotólum,
sjónvarpstólum, lampum
og parfumu at verða strik-
að.
Arbeiðsbólkurin metir, at
tað fer at kosta landskass-
anum 26 milliónir um árið
at strika punktgjøldini á
hvítvørum,
radiotólum,
sjónvarpstólum, lampum
og parfumu.
Men samstundis fer tað
at geva landskassanum 30
milliónir um árið at mvg nú
skal gjaldast av arbeiðs-
lønum til bygging um
umvæling avegnum húsum.
50.000 - 100.000
krónur dýrari
Verður hetta tilmælið fylgt,
fer tað at gera tað einar
50.000- 100.000 krónur
dýrari hjá einum húski at
seta fót undir egið borð við
at byggja sær síni egnu hús.
Samstundis fer tað eisini at
verða dýrari at umvæla hús.
Tá ið arbeiðslønir í
sambandi við húsabygging
um umvæling vórðu frí-
tiknar fyri mvg, var ein
grundgeving, at tað fór at
minka um svart arbeiði.
Nú mvg aftur skal leggj-
ast á hetta, stúra eygleiðar-
ar fyri, at tað aftur fer at
økja um svart arbeiði, tí nú
fer tað at verða 25% dýrari
at fáa timburmenn, elektr-
ikarar og rørleggjarar og tí
fer trýstið á fólk um at ar-
beiða svart at veksa mun-
andi.
Endamálið var eisini at
hjálpa sethúsaeigarum við
at lækka kostnaðarstøðið
og soleiðis seta gongd aftur
á virksemið í landinum.
Arbeiðsbólkurin sigur, at
hetta undantakið hevur
verið sera trupult at um-
sitið, bæði fyri vinnu og
umsiting.
– Vinnan hevur fleiri
ferðir víst á hesar trupul-
leikar. Undantakið skapar
eisini nógvar skeivleikar, tí
tað fevnir bert um privatar
húsaeigarar.
Tey, sum selja hús, duga
illa at meta um, hvørja
ávirkan tað fer at fáa, um
tað nú verður dýrari at
byggja hús.
Tá ið fólk skulu seta
búgva, viga tey fyri og
ímóti, hvat loysir seg best,
at byggja ella at keypa eini
gomul hús.
Fer tað at dýrka at byggja
hús, kann tað hugsast at
økja eftirspurningin eftir
gomlum húsum, sum so-
statt kanska eisini fara at
dýrka. Tað kann eisini gera
sítttil, at varðveita prís-
støðið á gomlum húsum so
at tey í hvussu so er ikki
fella í virði.
Tey, sum hava ans fyri
slíkum viðurskiftum ivast
kortini í, um tað fer at
síggjast so nógv aftur í
prísinum, at punktgjøld á
hvítvørum, radio-og sjon-
varpstólum o.s.fr., skulu
lækka.
Keldur, sum kenna til
brúkaraviðurskifti siga, at
øll handilsfólk skulu ikki
skerast yvir ein kamb, men
tað er mangan so, at tá ið
avhjøld lækka, so lækka
prísirnir ikki heilt so nógv
sum avgjaldið lækkar.
Tvørturímóti brúka hand-
ilsfólk hetta høvi til at seta
vinningin eitt sindur upp,
so at avgjaldið bara lækkar
eitt sindur.
Hetta ger seg serliga
galdandi, har lítil kapping
er.
Men har kappingin er hørð,
eitt nú ímillum tey, sum
selja hvítvørur og radio- og
sjónvarpstól,
er
størri
møguleiki
fyri,
at
avgjaldslækkingar koma at
sláa fult ígjøgnum- men
trygd er ongin.
Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum,
leggur dent á, at ong-
in avgerð er tikin um
at broyta mvg og
onnur avgjøld,
soleiðis sum ar-
beiðsbólkurin
hevur mælt til
EINFALDARI
AVGJØLD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ongin avgerð tikin
enn um, hvussu mvg og
onnur
avgjøld
skulu
broytast.
Tað leggur Bárður Niel-
sen dent á.
Hann sigur, at sostatt er
heldur ongin avgerð tikin
um at mvg skal gjaldast av
arbeiðslønum í samband
við at byggja og umvæla
sethús.
Hann sigur, at talan er
bara um eitt ógvuliga um-
fatandi og nágreiniligt
arbeiði, sum ein arbeiðs-
bólkur hevur lagt úr hond-
um við tí fyri eyga at gera
mvg og avgjøld einfaldari
at umsita, rímiligari og
meiri tíðarhóskandi.
Úrslitið hjá arbeiðsbólk-
inum skal nú til hoyringar
hjá nógvum ymsum feløg-
um, felagsskapum, bólk-
um og øðrum áhugamál-
um.
Tá ið tey hava svarað,
verður alt savnað saman og
so verður málið tikið upp
til politiska viðgerð í
samgonguni.
Fyrrenn tann viðgerðin
er liðug, er ómøguligt at
siga
nakað
um,
hvat
úrslitið verður, men tað
skulu allir vansar og allir
fyrmunir vigast upp ímóti
hvørjum øðrum, áðrenn
støða verður tikin, sigur
hann.
Ongin avgerð tikin
– Fyrimunir og vansar
skulu vigast upp ímóti
hvørjum øðrum, sigur
Bárður Nielsen
C
M
Y
K
7
6