Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 168 - 4. september 2004 Nr. 168 - 4. september 2004 9 Heitir dagar á Zarepta Børnini - árgangur 1995 - sum fyri fyrstu ferð vóru á Zarepta á summalegu í summ- ar, vórðu ikki skuff- aði, hvat veðrinum viðvíkur. Tað var sum á Malorca alla vikuna, og børnini hugnaðu sær óført í sjáldsama góða veðrinum og hitanum SUMMARLEGA Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Sosialurin var á vitjan í Zarepta seinastu summar- leguna, sum var fyri teir yngstu luttakararnar, børn- ini, sum í hesum árinum fylla 9 ár. Veðrið var av tí allarbesta allar dagarnar, og fleiri dagar fór hitin upp um tey 20 hitastigini. Sløk 1300 børn vóru á summarlegu í Zarepta í summar; tað er nakað tað sama, sum í fjør, sigur Kirstin Samuelsen í Fugla- firði, sum saman við John í Skemmuni í Porkeri, hevur høvuðsábyrgdina av summ- arlegunum. Legurnar í Zarepta eru sera vælumtóktar og vóru onkrar legur í summar fultteknaðar. Í summar hevur veðrið eisini verið gott í Vágunum, og tað regnaði ikki so nógv har, sum tað gjørdi fleri aðrastaðir í landinum fyrru helvt av summarinum. Alt arbeiðið í Zarepta er sjálvboðið, og hevur tað gingið stak væl í summar, serliga á legunum við teim- um yngru børnunum, tá nógv foreldur komu við børnum sínum fyri at hjálpa til. Soleiðis byrjaði tað Á heimasíðuni hjá Zarepta stendur soleiðis um søguna fyri húsið og legurnar, sum komandi ár hava 40 ár á baki: Í 1965 byrjaði Brynleif Hansen saman við øðrum verkið við barnalegum við Áir, har tær vóru hildnar í 2 ár, frá 1965 til 1966. Um somu tíð var farið at leita eftir øðrum hóskandi staði til legur, og opnaðist møgu- leikin í Vatnsoyrum, ið eru sera sera væl egnað til endamálið. Um heystið í 1965 var øki í Vatnsoyrum keypt, og á sumri í 1967 varð hús bygt liðugt til endamálið. Hesin bygningur er hin sunnari, ið eisini verður nevndur gamla hús. Síðan í 1967 hava legur verið í Zarepta í Vatnsoyru- m uttan slit. Zarepta er síðan bygt út, bæði við bygningum og frítíðarmøguleikum. Í 1976 var norðara húsið bygt, sum vit nevna nýggja húsið. Staðið er sera væl egnað, og hava mong túsund før- oysk børn og ung verið á legu hesi árini. Líka frá byrjan hevur alt arbeiði í Zarepta verið sjálvboðið og stuðlað við gávum, sum Harrin hevur lagt hvørjum einstøkum á hjarta. Dentur verður lagd- ur á, at hetta er Harrans verk og gjørt í áliti á Hann. Navnið Zarepta. Navnið Zarepta er tikið úr 1. Kongabók 17: 7-24 og hevur ein serligan týdning. Hungursneyð var í Ísrael og var profeturin Elias sendur av Gudi til einkjuna í Zarepta. Hon átti einki eftir og var tí í ferð við at fyri- reika seinastu máltíðina til seg og einasta son sín, tá gudsmaðurin Elias kom til hennara og bað hana gera sær eina máltíð til. Men hóast hon bert hevði ein neva av mjøli eftir í krukkuni og eitt sindur av olju í krússinum, so trúði hon lyftinum frá Harranum, at mjølkrukkan ikki skuldi verða tóm, og oljan ikki verða uppi í krússinum eftir orðinum, ið Harrin hevði talað við Eliasi. Rúmið, har maturin verð- ur goymdur á Zarepta, hevur av fyrstum og til henda dag verið nevnt 'Krukkan' júst fyri at minna á, at tað sum hendi einkjuni í Zarepta, eisini kann henda í dag. Endamál Høvuðsendamálið við barna- og ungdómslegun- um er at vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds. Dentur verður eisini lagdur á at leggja støði und- ir ymiskar dagligar lívs- meginreglur, sum at vera ásettum reglum lýðin, at fremja siðiliga atferð og at virða náttúru-, mentanar- og tjóðskaparvirði. Eisini ynskja vit at geva børnunum og teimum ungu eina góða uppliving saman, í einum tryggum umhvørvi við spæli og ymiskum frítíðarítrivi. Á síðunum 8 og 9 í Vikuskifti, prenta vit nakrar myndir frá Zarepta. Summarlegurnar í Zarepta eru sera vælumtóktar og vóru onkrar legur í summar fultteknaðar. Í summar hevur veðrið eisini verið gott í Vágunum, og tað regnaði ikki so nógv har, sum tað gjørdi fleri aðrastaðir í landinum fyrru helvt av summarinum. Vikuna, tá tey 9 ára gomlu vóru á legu, var veðrið sjáldsama gott, so tað var lagamanni at hugna sær uttandura Hátíðarligur dámur lá yvir Fuglafirði fyri viku síðani: tá kundi kommunan endiliga handa sínum skúla eina hart tiltrongda víðkan [FUGLAFJØRÐUR] Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Vikan ið fór var serlig fyri næmingar og lærarar við Fuglafjarðar Skúla. Eini nýggj 14,5 mió kr skúlahøli stóðu liðug fríggjadagin tann 27. og vórðu handað av umboðum fyri kommun- una; og alt var sum vera man markerað við einum hátíðarhaldi. Skúlastjórin, Súni í Hjøllum, dylir ikki fyri sínari frøi um tær bøttu umstøðurnar orsakað av endiliga kláru útbygg- ingini. »Her merkist ein stórur munur,« staðfesti skúla- stjórin aftan á tað fyrstu vikuna við teimum nýggju hølunum í brúki. »Øll eru glað fyri hetta, bæði næm- ingar og lærarar. Nú kunnu øll byrja klokkan átta, eisini teir yngstu flokkarnir og hetta er nakað sum lættir um hjá øllum pørtum, ikki minst foreldrunum.« Útbyggingin av Fugla- fjarðar Skúla byrjaði á heysti 2000 og hevur verið hildin í lágum tempo or- sakað av tí kommunala íløguloftinum sum hevur verið galdandi inn til fyri kortum. Men nú er tað farið og endiliga gjørdist alt klárt. Sosialurin var við á hátíðar- haldinum tann 27. august, tá skúlin formliga varð leveraður. »Men enn er ikki komið á mál« Undir hátíðarhaldinum helt Súni í Hjøllum skúlastjóri eina røðu sum vit her endurgeva: »Vegna lærarar, skúla- børn í skúlaøkinum Fugl- fjørður, Leirvík, Gøta og foreldur teirra, fari eg at siga Fuglafjarðar Býráð hjartaliga takk fyri hendan stásiliga nýbygning, sum so stórur tørvur hevur verið á. Vit sum dagliga hava okk- ara starv her, virðismeta at býráðspolitikkarar hava raðfest hesa íløguna, so- leiðis at vit kunna byrja nýggja skúlaárið 2004/2005 við so munandi betri hølisviðurskiftum.« »Eg kann staðfesta at hesin bygningurin kemur at verða nógv brúktur. Vit fara at leggja doyin á at tað verður farið væl um í allar mátar í hesum bygningi, so at hóast bygningurin verður nógv brúktur, verður hann kortini eitt prýði fyri býin.« »Hetta er ein stórur dagur fyri Fuglafjarða Skúla. Ì mong ár hevur verið tosað um útbyggingar, eftir at svimjihylurin og stovurnar í tí endanum vórðu tiknar í nýtslu í 1974. Næmingatal- ið hevur hesi árini verið eitt sindur skiftandi. Hægsta næmingatalið var í 1989, tá ið vit høvdu umleið 430 næmingar í 23 flokkum, og tá máttu heilir 6 skúlaflokk- ar húsast aðrastaðni í bygd- ini - umframt ávísar læru- greinir. Lægsta næminga- talið var miðskeiðis í 1990- unum (ella kreppuárunum), tá ið vit komu niður á 260 næmingar í 14 flokkum. Í dag eru 360 næmingar í 19 flokkum í skúlanum. Lær- aratalið er 35, tó eru nøkur ikki heiltíðarstørv. Vænt- andi koma vit at liggja rættiliga støðugt á núver- andi barnatalinum í nøkur ár.« »Við hesum nýbygning- inum, sum verður tikin í nýtslu mánadagin, hevur verið møguligt at gera broytingar og umbyggingar í 1936-skúlanum, soleiðis at allír flokkar kunnu møta klokkan átta á morgni, sum hevur sera stóran týdning fyri innlæringina og er nógv lættari og betri í sam- bandi við Frítíðarskúlan og barnaansingina. Ídag skulu vit fegnast um framstigið sum er gjørt, men enn er ikki komið á mál. Vit hava enn lærugreinir sum hava høli aðrastaðni í bygdini, og tað er mín vón at hetta verður loyst í næstu framtíð.« »At enda vil eg takka Leif Petersen, byggifrøð- ingi, fyri sera gott samstarv undir byggingini. Leif hev- ur sum tann skilamaður hann er, stóra rós uppi- borna. Eisini vil eg bera øllum teimum sum so ella so hava verið við undir byggingini eina hjartaliga tøkk fyri ein snotuligan skúlabygning.« Ein stórur dagur fyri Fuglafjarðar Skúla Sigurd Simonsen, borgarstjóri, handar lykilin til Súna í Hjøllum, skúlastjóra, meðan Leif Petersen, byggifrøðingur, eygleiðir. Foto: Maria Olsen Sangur og spæl frá gentukórinum hjá Martu á Lakjuni setti dám á og frøddi oyruni. Foto: Maria Olsen C M Y K 9 8