leygardagur 4. september 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 4. september 2004
Nr. 168 - 4. september 2004
11
Tað var einki minni enn ein smeitur, at danska
stjórnin kærdi málið um útflutningskvotuna av
laksi til ES. Ásetingin av ein kvotu var so
avgjørt til fyrimunar fyri føroysku alararnar.
Kvotan fór at tryggja ein ávísan minstaprís og
hevði tí gagnað føroyskum útflytarum. Tá utt-
anríksráðharrin var her á vitjan fyri stuttum, lat
hann almenningin skilja, at hetta mál var eingin
trupulleiki fyri stjórnina. Hesa fatan fekk
landsstýrið og hesa somu fatna fekk pressan.
Men nú er so vent í holuni. Tað er komið í ljós-
mála, at samstundis sum uttanríksráðharrin á
fundi við landsstýrið vissaði um, at her var
eingin vandi, hava embætismenn í donsku
stjórnini mælt til, at Danmark skuldi kæra av-
gerðina hjá ES nevndini um at áseta kvoturnar
á norskan og føroyskan laks. Grundgevingin er
tann, at ein kvotering fór at nerva donsk ar-
beiðspláss. Hetta tí at danskar fyritøkur kundu
missa bíliga norska rávøru.
Málið er eitt gott dømi um ein álvarsaman veik-
leika við ríkisfelagsskapinum. Hesin veikleiki
kemur fyri dagin, tá ið andsøgn er ímillum donsk
og føroysk vinnulig áhugamál. Sama kann sigast
um andsagnir ímillum donsk og føroysk politisk
áhugamál. Tá so er, kemur danska stjórnin í
tvístøðu. Hon skal røkja eitt nú donsk vinnulig
áhugamál, men sum avvarandi av føroyskum
uttanríksmálum skal stjórnin eisini røkja føroysk
áhugamál. Henda støða kemur kanska ikki so
ofta fyri, men hon kemur fyri so av og á, og tá
hon kemur fyri, avdúkar støðan ein álvarsaman
veikleika við ríkisfelagsskapinum.
Føroyskir myndugleikar kunnu ikki góðtaka, at
danska stjórnin so at siga automatiskt velur
síðu til frama fyri donsk áhugamál, hvørja ferð
henda støða kemur upp. Landsstýrið eigur tí
skjótast at taka hetta ítøkiloiga málið mál upp.
Men landsstýrið eigur eisini at taka hetta mál
upp sum eitt princippmál, tá farið verður undir
at samráðast um at flyta myndugleika og heim-
ildir á uttanríkispolitiska økinum frá donskum
til føroyskan myndugleika. Landsstýrið eigur
ikki at góðtaka ta støðu, sum nú er íkomin. Her
er talan um eitt greitt lyftisbrot, sum danska
stjórnin uttan drál eigur at fáa í rættlag aftur, og
landsstýrið má gera sítt heimaarbeiða í hesum
sambandi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ymisk áhugamál
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Óseriøst stýri fyri Norðurlandahúsið
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
justinus@post.olivant.fo
Herfyri var lýst eftir nýggj-
um stjóra í Norðurlanda-
húsinum, og onki er galið í
tí. Okkara fremsti mentan-
ardepil skal hava góða og
skapandi leiðslu.
Starvslýsingin er óseriøs,
og tað hevur hon verið sein-
astu 20 árini, og tað eigur at
átalast, at ein so høgt ment-
aður stovnur, soleiðis bein-
leiðis, lumpar fólk.
Ivaleyst koma fleiri um-
sóknir til starvið, og tað
fyrsta sum stýrið ger, er at
taka tær føroysku frá. Tær
verða ikki eingang við-
gjørdar,
uttanmun
til
hvussu góðar tær eru. Her
er galdandi eitt slag av ap-
artheid, ein óskrivað lóg
sum sigur, at føroyingar
kunnu ikki gerast stjórar í
Norðurlandaráðnum.
Eg haldi, at hendan
óskrivaða lóg er í fínasta
lagi. Tað er uttan iva betri
fyri føroyskt mentanarlív
og andslív, at ein útlend-
ingur stjórnar Norðurlanda-
húsinum í Føroyum. Enda-
málið fyri Norðurlanda-
húsið er minst líka nógv at
fáa norðurlendskt mentan-
artilfar til Føroya
Tó kenni eg meg stoyttan
av, at stýrið lumpar føroy-
ingar í starvslýsingini. Tá
føroyingar
ikki
kunnu
gerast stjórar í Norður-
landahúsinum, so eigur tað
at standa í lýsingini, at
føroyingar skulu ikki søkja.
Alt annað er óerligt.
Eg søkti einaferð fyri
nógvum árum síðani. Nak-
að eftir at nýggi stjórin var
settur, hitti eg ein av stýr-
islimunum, sum brúkti eina
góða løtu at fortelja mær,
hvussu góð mín umsókn
hevði verið, men eg kundi
líka so gott havt spart mær
ómakin, tí føroyingar verða
ikki settir sum stjórar í
Norðurlandahúsinum. Eg
var sjálvsagt ovurfegin um
komplimentið um dygdina
í míni starvslýsing, tað
kundi eg jú brúka til alt
møguligt, hevði hug at
rodna og hyggja burtur. Eg
kendi meg stoyttan, at
orsøkin til at eg slett ikki
var vigaður varð einans tí
eg var føroyingur, og hevði
einki við mínar kvalifika-
tiónir ella meg sum menn-
iskja at gera.
Eg fari at ynskja nýggja
stjóranum, tá hann einaferð
kemur, góða eydnu við
starvinum og fari at heita á
stýrið um at hava reinar
linjur. Stjóralýsingin í ver-
andi líki lumpar fólk og tað
kann ongantíð verða upp-
gávan hjá stýrinum fyri
einum so høgt mentaðum
stovni at lumpa fólk. Følsk
reklama er revsiverd.
Næstuferð lýsingin kem-
ur í bløðini eigur at standa
við stórum stavum: Føroy-
ingar skulu ikki ómaka sær
at søkja, og komið so við
einari erligari grundgeving
fyri hví.
Henrik Old
Johan Dahl
Í samband við tosið um
álvarsligu
støðuna
við
manglandi arbeiði í syðru
helvt av Suðuroy, kann tað
tykjast heldur friðarligt frá
politiskari síðu.
Vit hava ikki hildið at
rætta leiðin hevur verið at
hvør í sínum lagi skrivar
greinar um allar detaljur í
teimum
royndum,
sum
higartil eru gjørdar fyri at
bøta um støðuna við teim-
um vantandi arbeiðspláss-
unum, men sjálvandi er
rætt at lata fólk frætta, hvat
gjørt er higartil í hesum
trupla máli.
Nakað hevur verið foku-
sera uppá ein trímannabólk
við einum limi frá hvørjum
flokki í samgonguni, sum
skuldi fylgja við og hava
samband við landstýrið og
løgmann, í teimum stigum
ið tikin verða, so flokkanir í
samgonguni í semju kunnu
finna loysnir á hesum
trupla máli.
Fyrsta stigið var tikið
skjótt eftir at samgongan
var skipað. Fundur var
hildin í Tinganesi við
leiðsluna og nevndarfor-
mann í Fiskavirking, fyri at
fáa greiðu á, hvør ætlanin
var við flakavirkinum í
Vági, fyrrverandi Polar-
frost. Hildið var at opnaði
virkið aftur, sum vanligt
Loysnir skulu finnast
Framhald á síðu 11
Misskiljing ella manipulatión
VIÐMERKINGAR
Kári Mortensen,
lærari í studentaskúlanum
í Hoydølum.
Av misgávum kom ikki alt við
kom ikki alt við í greinini í
gjár, tí prenta vit greinina
umaftur í dag
Útvarpið bar mikukvøldið
tey tíðindi, at Landsstýrið
hevur givið Mentamála-
ráðnum boð um at fyrireika
umfatandi
broytingar
í
miðnámsútbúgvingunum.
Nú veit eg ikki, um
útvarpið hevur gjørt sær
ómak at bera tíðindini rætt -
tað vil siga, um tað passar,
at Landsstýrið grundað á
danska gymnasiereformin
heldur tíðina vera búna til
ta heilt stóru fusiónina av
miðnámsútbúgvingunum í
skúladepil í Marknagili.
Fryktandi er tó fyri, at
tíðindini eru røtt. Vit vita
jú, at sterkar kreftir í polit-
isku skipanini arbeiða fyri
einum skúladepli í Markna-
gili. Og pínligt er tað, um
politikkarar og embætis-
fólk í síni ivrigheit eftir at
fáa gongd á aftur hálva-
vegna steðgaða projektið í
Marknagili við vilja ella
óvitandi misbrúka danska
gymnasiereformin í eini
"hensigten helliger midlet"
herferð.
Niðanfyri standa nøkur
brot um danska reformin,
sum eru tikin úr Uddann-
elsesguiden.dk " Reform af
de gymnasiale uddannels-
er"
Í Danmark er altso fram-
vegis talan um 4 ymiskar
útbúgvingar við 4 ymiskum
hálvárs innleiðsluskeiðum.
Eitt skifti millum útbúgv-
ingarnar er bara ætlað
teimum, sum eftir eitt
hálvt ár halda seg hava
valt skeivt og ynskja at
skifta útbúgving. Haraftrat
hevur næmingur, sum skiftir
útbúgving sjálv/ur ábyrgd
av at innheinta tað írestandi
í nýggju útbúgvingini.
Eg vil við hesum staði-
liga vísa á, at nýggja
danska skipanin als ikki
leggur upp til fusiónir av
miðnámsútbúgvingum,
sum summi við nógvum
valdi kundu hugsað sær.
Pláss er ikki her at fara
longur inn í tjakið um broyt-
ingar í miðnámsútbúgving-
unum. Stutt kann sigast, at
vit vita øll, at okkara mið-
námsútbúgvingar (og ikki
minst studentaskúlin) eru
tætt knýttar at donsku út-
búgvingunum. Tað er skila-
gott framvegis at hava hetta
tilknýti, eisini at gera broyt-
ingar samsvarandi donskum
broytingum og samstundis
at gera broytingar á teimum
økjunum, sum serliga við-
víkja okkara egnu viður-
skiftum.
Kanska hava vit sum
fakfólk ikki verið nóg góð at
greiða frá okkara sjónar-
miðum. Men boðskapurin
hesuferð er: Verið varðin við
bygnaðarbroytingum,
blandið ikki orðini bygn-
ingur og bygnaður saman.
Hyggið væl at verðandi
miðnámsútbúgvingum og
serliga teimum kvalitetum,
tær hava hvør sær.
fiskavirki, so var tað nakað,
sum hevði ført til eina
skjóta og munagóða broyt-
ing í støðuni.
Hesin fundur var hildin í
mars mánaða. Til staðar
vóru løgmaður, landsstýris-
maðurin í vinnumálum og
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum umframt 3
mannabólkurin. Á tí fund-
inum fingu vit fatan av, at
byrja bleiv at rigga til á
fyrrverandi Polarfrost stutt
eftir páskir.
Uttan at fara í smálutir so
mugu vit tíverri ásanna at
so bleiv ikki. Ongin kann
góðtaka at hettar fyrr so
væla virkið framhaldandi
skal standa, sum tað hevur
gjørt so at siga samanhang-
andi seinastu nógvu árini,
við tí úrslitið, sum vit
kenna alt ov gott.
Fimm mánaðar eru nú
farnir við stillstandi og er tí
næsta stig tikið. Løgmaður
segði í løgtinginum ons-
dagin at greiða skal fáast á,
um virkið framhaldandi
skal vera verðandi undir
teimum eigaraviðurskift-
um, tað nú er undir ella um
onnur loysn skal finnast.
Tann viðgerðin byrjar í
næstu viku.
Landsstýrið hevur eisini
fyri nøkrum døgum síðani
havt fund við borgarstjóran
í Vági um støðuna.
Ongin løtt loysn er, men
landsstýrið og samgongan
hava ásannað at núverandi
støðan kann ikki halda
fram.
Tað at fólkaflokkurin,
sum ikki hevur tingmann í
Suðuroynni er so positivur
fyri eini loysn ger, at vit
trúgva uppá at funnin
verður ein varandi loysn á
hesum stóra trupuleika.
Nevnast kann eisini, at í
hesum døgum kemur nýggj
kunngerð í gildi, sum bøtir
munandi um kostnaðin av
fiskaflutningi til og úr
Suðuroynni. Hetta fer at
lætta
um
hjá
smærru
virkjunum, sum vónandi
fáa gongd á aftur.
Rætt er at nevna her at
semja er fingin við lands-
stýrismannin í vinnumálum
Bjarna Djurholm, at av-
settar vera minst 35 mió. til
tunnilsgerð millum Øravík
og Hov á fíggjarlógarupp-
skotinum, sum framlagt
verður síðst í hesum mán-
aðinum. Sostatt kann hetta
arbeiði, sum vit hava longst
nógv eftir, byrja stutt eftir
nýggjár, og eigur lands-
stýrismaðurin eina tøkk
fyri sín positiva vilja fyri
hesum arbeiði hesar mán-
aðirnar vit hava samstarva.
Sjálvandi skulu onnur
stig takast fyri at rætta
skútuna, tað verið seg ar-
beiðspláss, sum ikki eru
knýtt at fiskivinnuni, og
eru ymiskar hugsanir um
tað, men umráðandi er at
hettar verður gjørt í sátt og
semju.
Vit hava staðfest at sam-
gongan hevur vilja til at
bøta um støðuna hjá vinn-
uni við at gera karmarnar
hjá vinnununi soleiðis, at
vinnulívi kann fóta sær
aftur, umframt tey tiltøk
Vágs kommuna sjálv ger á
havnalagnum.
Vit høvdu ynskt at tað
gekk skjótari at fáa viður-
skiftini í rættlag, men vit
eru sannførdir um at loysnir
verða funnar, sum verða
oynni til gagns.
Framhald av síðu 10
Sambandskvinna um-
boðar Føroyar, Dan-
mark og Grønland á
NATO fundi
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Í døgunum 5. til 11. sep-
tember verður árligi fund-
urin og kunningarferðin
fyri parlamentarikarar hjá
Norðuratlantisku
verju-
samgonguni NATO hildin í
Turkalandi.
Evnini ið verða viðgjørd
hesa ferð verða: støðan í
Irak, Afghanistan og Mið
Asia, og eisini stríðið móti
yvirgangi, narko og menn-
iskjasmugling standa á
dagsskránni.
Umleið 35 umboð verða
við á fundinum í Turka-
landi. Summi av limalond-
unum hava tvey umboð
meðan onnur hava eitt.
Danmark telist millum
londini, sum hava eitt um-
boð, og tað verður fólka-
tingslimurin Lisbeth L.
Petersen, ið fer at umboða
Danmark á fundinum. Á
Fólkatingi er hon limur í
tingbólkinum hjá Venstre,
og tað er ígjøgnum tað
samstarvið, at hon er vald
at vera umboð fyri ríkisfel-
agsskapin á NATO-fund-
inum.
Sambandsflokkurin
fegnast um, at ein føroy-
ingur umboðar ríkið í mill-
umtjóða samstarvi. Flokk-
urin gongur inn fyri, at
uttanríkis- og verjumál eru
felagsmál fyri alt ríkið, og
tí er tað nátúrligt, at eisini
føroyskir politikarar átaka
sær ein virknan leiklut á
hesum øki.
Tað
eigur
at
vera
uppgávan hjá føroyingum
at greiða umheiminum frá,
hvørji vit eru, og hvat vit
hava at bjóða. Frægastu
úrslitini og størstu ávirkan-
ina fáa vit við greiðum
reglum og góðum sam-
starvi til gagns fyri báðar
partar í einum vælvirkandi
ríkisfelagsskapi.
Samstarv
er
vegurin
fram!
Djurholm umber
seg
TÍÐINDASKRIV
Vinnumálaráðið
Fríggjadagin tann 20.
august 2004 helt navn-
frami Bjørn Lomborg al-
mennan fyrilestur um
orku, umhvørvi og bú-
skap í Norðurlandahúsin-
um kl. 14.00. Hesin fyri-
lestur varð hildin í sam-
bandi við, at arbeitt verð-
ur við at orða ein yvir-
skipaðan orkupolitikk fyri
Føroyar.
Umframt at fyrilesturin
var almennur, hevði eg
sum landsstýrismaður í
vinnumálum eisini sent
innbjóðingar út til ein-
stakar gestir, og vórðu
setur umbiðin til hesar.
Vegna stóra áhugan fyri
fyrilestrinum, vórðu tey
umbidnu setrini, ið vóru
eftir kl. 14.00, latin
øðrum.
Tá fyrilesturin byrjaði
kl. 14.00, var salurin full-
ur, og lótu duravørðarnir
hjá Norðurlandahúsinum
dyrnar aftur av trygdaráv-
um. Hetta hevði tí óhepnu
avleiðing, at nøkur av
teimum, ið høvdu fingið
innbjóðing,
og
komu
niðan í Norðurlandahúsið
eftir kl. 14.00, ikki sluppu
inn. Hetta harmast vit um,
og vilja vit hervið biða
innbodnu gestirnar um
umbering fyri hetta.
Somuleiðis
harmast
Vinnumálaráðið um øll
tykkum, ið sýndu fyri-
lestrinum
áhuga
men
komu á læstar dyr vegna
fullsettan sal.
Vónandi fáa tit høvi at
verða við til onkran av
teimum seinru fyrilestr-
unum, ið Vinnumálaráðið
eftir ætlan fer at skipa
fyri.
Vinaliga
Bjarni Djurholm
Gymnasiereformen gælder højere forberedelseseksam-
en (hf), højere handelseksamen (hhx), højere teknisk
eksamen (htx) og studentereksamen (stx).
De nye uddannelser er karakteriserede ved:
• styrket faglighed og progression
• styrket reel studiekompetence
• styrket samarbejde mellem fagene
• tidssvarende dannelsesbegreber
• fleksibilitet, herunder mulighed for uddannelsesskift
efter 1/2 år uden tab af uddannelsestid
• 4 uddannelser med hver sin klare profil
Uddannelserne indgår i et samlet gymnasialt system,
som er studieforberedende og almendannende, og som
giver baggrund for optagelse på videregående uddann-
elser efter de regler, som er gældende for optagelse på
de enkelte videregående uddannelser.
Grundforløb (1/2 år)
Grundforløbet består af sær- og flerfaglig undervisning
i almene fag og profilfag - og med fokus på metode.
Profilfagene er de fag, der er særegne for de 4
uddannelser. Grundforløbet skal forberede skiftet fra
folkeskoleelev til gymnasieelev. Her stifter eleverne
bekendtskab med en stor del af de fag, der senere vil
indgå i studieretninger eller være mulige valgfag.
Et skift mellem hhx, htx og stx efter endt grundforløb
er således muligt - men det er elevens eget ansvar at yde
en ekstra faglig indsats på områder, hvor uddannelserne
er forskellige som følge af deres forskellige profiler. Et
skift efter grundforløbet er alene tænkt i de situationer,
hvor valg af ungdomsuddannelse viser sig at være
forkert.
C
M
Y
K
11
10