Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 168 - 4. september 2004 Nr. 168 - 4. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Dagurin 4. september. Teodosia. Navnið er helst komið upp í álamanakkan í staðin fyri mansnavnið Teodorius, tí at hann hevði longu 2. apríl sum halgidag. 5. september. Regina, deyð umleið ár 300. Ung rómversk genta, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. Navnið er av latínskum uppruna og merkir drotning. 6. september. Magnus, deyður umleið ár 750. Sankta Magnus var einbúgvi, sum saman við fleiri øðrum einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt kleystur. Kemur ofta í bland við aðrar Magnusar, eitt nú við ein Magnus, sum sigst vera tikin av døgum ár 250, og við tann Magnus, sum magnusarmessa verður hildin fyri, Magnus Erlendsson. Navnið er latínskt og merkir stórur. Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá kæra kona og mamma okkara Marita Poulsen lá sjúk, andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og stuðulin til felagið Javna. Familjunnar vegna Jóhan, Rúni og Frida Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá góða mamma og vermamma okkara Elsa Maria Jacobsen nevnd Essemi doyði og varð jarðað. Takk til Bjarna Bæk fyri vøkru orðini í kirkjuni, takk til berarar og tykkum sangarar, sum komu um fjørðin. Takk til heimahjálpir, sum fóru so væl um hana í allar mátar, takk til familju, vinir, kenningar, grannar og tykkum, sum mintust hana og fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Rannvá og Sørin og Einar við familju Tøkk Tykkum, ið vístu samkenslu og hjálptu tá ið kæra móðir, vermóðir og omma okkara Rigmor Hammer doyði og varð jarðað, takka vit hjartaliga. Hans Juul, Karin, Sonny og dreingirnir Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og stórt hjálpsemi, tá okkara elskaða lítla dóttir og systir Anna Johannesen doyði og varð jarðað. Tøkk til prest, sangarar, familju, vinir, kenningar, sjúkrasystrar, grannar og starvsfelagar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til EB-foreningen, og til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vígdis, Asbjørn, Linda og Heini Sunnudagin 5. september 2004 hava hjúnini Kirstin og Jeffrei Henriksen á Strondum gullbrúdleyp. Kirstin og Jeffrei eru bæði lærarafólk, tey hittust, tá tey gingu á Føroya Lær- araskúla, har tey tóku prógv í 1950. Meðan Jeffrei var lærari í Bø og Gásadali frá 1950- 55, var Kirstin lærari í Havn, á Strondum, í Norðradali og Syðradali hesa tíðina. Tey giftust í 1954 og búðu á Eiði frá 1955 til 1960, har Jeffrei var lærari. Í 1960 fluttu tey til Havn- ar at búgva, tá Jeffrei fekk starv í Tórshavnar Komm- unuskúla. Í 1963 fluttu tey í nýggj hús undir Varða í Havn. Tá Venjingarskúlin var liðugur, varð Jeffrei settur sum skúlastjóri har í 1968. Hetta starv røkti hann til 1981. Hann undirvísti eis- ini á Føroya læraraskúla frá 1968 og sum lektari frá 1981-95. Jeffrei var eina tíð limur í Tórshavnar skúlaráð og limur í málnevndini. Hann var við til at stovna Skúla- bókafelagið í 1963, og hev- ur hann lagt hópin av før- oyskum bókum og ritum til rættis, serliga lesibókum og mállærum. Kirstin er ættað av Stron- dum, dóttir Louisu, f. Han- sen, og Sofus Jensen. Jeffrei er ættaður úr Sør- vági, sonur Josefine, f. Johansen, úr Sørvági og Jóhan Jákup Henriksen, ið var ættaður úr Gásadali. Kirstin og Jeffrei eiga døturnar: Elin, ið er lærari á Strondum, og Hervør, ið er lærari í Miðvági. Eisini eiga tey seks ommu- og abbabørn og fimm lang- ommu- og langabbabørn. Heimið hjá Kirstin og Jeffrei hevur altíð verið opið fyri familju og vinum, sum eisini ofta hava gist hjá teimum, serliga fyrr tá ferðasambandið ikki var so væl útbygt, sum tað er í dag. Seinnu árini hava tey búð á Strondum, har tey hava seyð og jørð. Dagurin verður hildin saman við familjuni. Jeffrei og Kirstin Henriksen gullbrúdleyp Í dag er Claus Bech Jørgensen, ið spælir við enska fótbóltsfelagnum Coventry, fyri fyrstu ferð við í hópinum saman við føroyska landsliðnum. Claus er hálvur føroyingur. Omman Elsubeth Andre- asen var ættað úr Saksun. Hon flutti seinni til Svørík- is, har hon giftist við Carl Hendrik Hagelin, ið var svenskari. Elsubeth fekk døturnar: Andrea og Thea, sum vuksu upp í Vestmanna og í Havn. Í dag eru tær báðar búsitandi í Danmark. Andrea býr Struer í Jútlandi, hon er gift við Thorbjørn Jørgensen, tey fingu trý børn: Linda, Tor- ben og Claus, sum nú er við á føroyska landsliðnum. Torben doyði av ferðslu- vanlukku fyri nøkrum árum síðan. Claus Bech Jørgensen hevur í enskum fótbólti leikt við Bournemouth, Bradford og Coventry. Van- liga spælir hann í øðrum borðinum á miðvøllinum, og verður hann lýstur sum ein kvikur og driblisterkur leikari við góðum máltevi. Hetta tevið hevur eisini av og á havt við sær, at venjararnir hava nýtt hann í álopspartinum, og eitt nú hevur hann eitt met í bretskum fótbólti. Hetta stavar frá tíð hansara í Bradford, har hann eitt skifti skoraði í sjey útidyst- um á rað, og tað hevur eingin annar leikari i ensk- um fótbólti megnað. Claus Bech Jørgensen, Coventry: Við í føroyska landsliðshópinum NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Tøkk Øll sum mintust meg á 80 ára føðingar- degnum tann 29. august takki eg hjartaliga. Heilsan David Nielsen Sevmýri, Tvøroyri Í dag, 4. september fyllir Amaliel Knudsen 70 ár. Dagurin verður hildin á Feriehjemmet Aggershøj, Møllevejen 50, 5960 Marstal. 70 ÁR í dag, 4. september verður Jastrid Foldbo, Leirvík, 75 ár. Føðingardagurin verður hldin í Sleipnisgøtu 11 í Tórshavn frá kl. 19.00. Sunnudagin 5. september fyllir Ólfríða Niclasen, Gøtu- gjógv 75 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini í Fuglafirði. Sunnudagin 5. september verður Elinborg Joensen í Sandavági 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børn- unum. 75 ÁR 7. september fyllir Olina Olsen, Skopun, 80 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 4. september í Samljóð frá kl. 18.00. 80 ÁR Jan Joensen, Tórshavn hevur lokið prógv í løgfrøði á Lærda háskúlanum í Keypmannahavn. PRÓGV Sunnudagin 5. september hava Kirstin og Jeffrei Henriksen gullbrúdleyp. GULLBRÚDLEYP Sunnudagin 5. september verður Elydia Haldansen, Vestmanna 90 ár. Føðingardagurin verður hildin Millum Gilja 46, Hoyvík frá kl. 16.00 sama dag. 90 ÁR 23. august fingu Ingun á Lakjuni Jacobsen og Sámal J. Jacobsen, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm.langur og vigaði 4000 gr. 24. august fingu Alvilda Ólavsdóttir og Brian Neiiendam, Bjørnshøj, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4736 gr. 26. august fingu Guðrun Mortensen og Levi Mørk, Sønderborg Danmark ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3700 gr. 27. august fingu Eyð Klein Olsen og John Wilhelmsen, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm. langur og viaði 3900 gr. 27. august fingu Barbara Bærentsen og Símun Jaocbsen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4620 gr. 28. august fingu Bergtóra Høgnesen og Sámal M. Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 mc. long og vigaði 3500 gr. 29. august fingu Katrin á Norði og Petur Elias Ellefsen, Højer, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3050 gr. 30. august fingu Beinta Enni og Rúni Magnusson, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3700 gr. 30. august fingu Vígdis og Eyðun Petersen, Søldarfjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm.long og vigaði 4250 gr. 31. august fingu Ann Mari og Hans Jákup Sivertsen, Hoyvík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3630 gr. 2. september fingu Daysi og Jákup Jóanesarson, Havn, eina dóttur. Hon var 55 cm.long og vigaði 3950 gr. Hey! Eg eiti Sanna Símunardóttir Hansen. Eg varð fødd 26. august 2004, vigaði 3950 gr og var 54 cm. long. Foreldur míni eita Randi og Símun og vit búgva í Keyp- mannahavn. FØÐINGAR 26. august Marin Kristina Johannesen úr Miðvági, ættað úr Kvívík, 89 ár. 27. august Jacob Albinius Johannesen, vanliga nevndur Binius, Tvøroyri, 92 ár. 28. august Kristina Jacobsen, Leirvík, 79 ár. 29. august Líggjas Hansen, ættaður úr Norðagøtu, búsitandi í sørvági, 60 ár. Trygvi Restorff, í Tórshavn, 83 ár. Jóannes Nielsen, 80 ár 30. august Niels Christoffer Mohr á Sandi, 82 ár. Masa Olsen í Rituvík, 84 ár. 01. september Elsa Holm, Froðba, 76 ár. ANDLÁT Sunnudagin 5. september verður Elinborg Joensen í Sandavági 75 ár. Mamma er elst av 6 systkjum, og er dóttir Thor Nielsen, Thor hjá Skómak- aranum, og Jóhonnu, fødd Simonsen, hjá Hans uppi í Húsi. Thor var skipari á m.ø. »Doceu« sum hann átti saman við brøðrunum John og Zacharias Nielsen, og hon er tí vaksin upp í einum valahúsum niðri á Sondum í Sandavági. Hóast húsini vórðu bygd fyrst í trýati- árunum, so høvdu tey sentralvarma, við radiator- um í hvørjum rúmi. Hini systkini vóru Sverri (deyð- ur), Hans Arne, Ella, Marita í Skálavík og Høgni í Sørvági. Hóast byrjanin ikki var hin allarbesta í lívinum, (tað sigst, at hon sum nýføðingur var so lítil, at hon kundi ligið í eini skógva-eskju), so hevur hon tó altíð verið ógvuliga røsk og arbeiðsom. Sum ung genta var hon í Klaksvík og lærdi at seyma, og hetta hevur óivað komið henni væl við. Tí alt sítt lív hevur henni dáma sera væl at fingist við alt handarbeiði, bæði at binda og at brodera. Men serliga hevur tað verið seymi- maskinan, sum hon hevur havt størstan tokka til. Sum elst av 6 systkjum var óivað nógv at taka hond í heima við hús. Kúgv var í hvørjum húsi tá á døgum, og hóast tað var vanligt at hava arbeiðskonu í skiparahús- unum, máttu tey eldru børnini sjálvandi hjálpa til við teimum yngru systkin- um, eins og tey máttu reka neytini, mjólka og so fram- vegis. Óvist er um tað var hetta raska lyndi, ið var orsøk til, at drongurin úr grannahús- unum bar fram bønarorð um skiparadóttrina. Men hvussu var og ikki, so giftist Elinborg í 1955 við Osmundi Joensen, sonur Niels og Olgu, og tey settu búgv Norði í Forunum tey kalla, skamt frá kirkjuni. Tey fingu tríggjar synir, Osvald sum býr í Havn, Jón- svein sum býr í Svendborg og so Egon, sum eisini býr í Havn. Tey fyrstu árini arbeiddi hon í fiski í Sanda- vági, kanska mest í Turki- húsinum hjá Zacharias Nielsen, pápabeiggjanum. Pápi var eisini sjómaður sum verfaðirin, og sigldi sum skipari á m.ø. »Sjóløv- uni«. Men eftir at hava verið á sjónum í 16 ár, mátti hann leggjast uppi vegna rygg- skaða. Tvinnir vóru kost- irnir frá læknunum, og hvørgin var mjúkur: Hann mátti umskúlast til eitthvørt arbeiði á landi, og tveir møguleikar vóru í uppskoti. At fara til Danmarkar at lesa til lækna ella kanska prest, ella at fara til Havnar á Læraraskúla. Hann valdi tað seinna, og familjan búleik- aðist so í Klokkaragøtu í Havn tey 4 árini útbúgv- ingin vardi. Her kom seymikynstrið hjá mammu rættuliga at standa sína roynd. Tí nú var eingin inntøka uttan tað, sum hon kundi forvinna við seymimaskinuni. Hon var so heppin at gerast seymikona hjá Skálabúðini í Havn, hagani hon fekk klæðir og gardinur heim til hús at leggja upp og broyta. Hetta passaði sera væl, soleiðis at kunna arbeiða heima, og kortini klára at forsyrgja familjuni. Hesi árini í Havn seymaði hon eisini hjá Júst Lindberg skræddara í Villumsgøtu. Tá útbúgingin var liðug í 1966, flutti familjan vestur aftur til Sandavágs, og pápi fekk lærarastarv við skúlan á Giljanesi, og var lærari har til hann legði frá sær fyri aldur í 1992. Í Sandavági var eisini brúk fyri seymikonum, og mamma var saman við øðr- um í fleiri ár seymikona á Skinnvirkinum hjá Vilhelm Nielsen, ein annar av pápa- beiggjunum. Har var seym- að nógv ymiskt burturúr seyðaskinni, bæði klædna- pløgg so sum inniskógvar, vøttir, húgvur og vestar, og so eisini skinnpútur og tepp- ir við ymsum mynstrum, sum tær funnu uppá so hvørt. Í dag høvdu hesar kvinnur verið róptar »designarar« ella sniðgevar, men tá vóru tær bara seymi- konur. Hesir skinnlutir munnu vera at finna í nógv- um føroyskum heimum enn í dag, fyri ikki at nevna uttanlanda, tí nógvar av vørunum munnu vera seldar útlendingum ígjøgnum handilin Vilma í Kongagøtu í Havn. Eitt annað handarbeiði hjá mammu má eg eisini nevna, og tað er tey føroysku klæðini. Henda áhuga fekk hon frá mammu síni Jóhonnu, sum dámdi væl at gera føroysk klæði, kanska serliga mannfólkabúnan. Og nógvir av hennara búnum eru at finna í Vágum og aðrastaðni við. Mamma hevur eisini fingist við at gjørt føroysk klæði, um ikki í so stóran mun sum omma. Vit beiggjarnir, og henn- ara ommubørn, sum nú eru 8 í tali, hava havt stóra gleði og nyttu av teimum pløgg- um, sum eru komin úr hennara hond millum ár og dag. Men nú er seymingin helst løgd á hyllina, tí sein- asta heyst var mamma rakt av eini heilabløðing. Men treisk sum altíð, hevur hon vunnið so nógvan førleikan aftur, at hon nú kann, við lítlari hjálp frá manninum, hvønn morgun taka tann dagliga gongutúrin út á Endan á Vegnum saman við hinum pensionistunum í bygdini. Vit vilja á henda hátt ynskja henni hjartaliga til- lukku við 75 ára degnum, og ynskja teimum báðum nógv góð ár framyvir og Guðs signing. Osvald við familju Elinborg Joensen 75 ár C M Y K 13 12