Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 2 Vilmund Jacobsen Sørvágur telist millum tær bygdir í Før­oyum, sum gjøgnum árini hevur fostr­að nógvar tónleikarar, bæði horna­blásarar, tónleikarar annars og tón­leikabólkar. Hetta er ikki av tilvild, tí longu fyri meira enn hálvari øld síðan løgdu tveir ungir lærarar lunnar undir tón­leika­ virksemið í bygdini. Hesir vóru Leif Nolsøe og Tóri Skaalum, báðir suður­ oyingar, og teir vildu hava nakað at henda innan tónleikalív í Sørvági. Leif Nolsøe, sum spældi orgul í kirkjuni og undirvísti í skúlanum í orgul­spæli og Tóri Skaalum, vóru teir, sum løgdu lunnar undir hornorkestrið í bygdini. Byrjað varð við tónleikaundirvísing og hornorkestri fyri børn og hálvvaksin og soleiðis, sum árini eru gingin, er tað eitt stórt tal av ungum og tilkomnum í Sørvági, sum hava spælt á eitt ella annað ljóðføri. Mentan og trivnaður – Tónleikaáhugin, sum tíðliga í tíðini varð kveiktur í Sørvági, hevur avgjørt havt positiva ávirkan á mentanina og trivnaðin í bygdini. Sjálvur ivast borgarstjórin í Sør­ vágs kommunu, Sune Jacobsen, ikki í, at tónleikaáhugin, sum varð kveiktur í Sørvági, hevur havt positiva ávirkan á trivnaðin og mentanina í bygdini. – Leif Nolsøe og Tóri Skaalum vóru primusmotorar innan okkara tón­ leikalív. Tá tey, sum byrjaðu at spæla við í hornorkestrinum, við tíðini skiftu ljóðførini út, fingu tey yngru høvi at brúka ljóðførini, og vit fingu eisini kveikj­andi ungdómsorkestur. Borgarstjórin vísir á, at sum tíðin leið, fekst eisini í lag skipað musikk­ skúlaundirvísing í Vágum, har næm­ ingar fingu frálæru í skúlunum. – Fleiri tónleikabólkar sóu dagsins ljós í gomlu dansistovuni í Sørvági, sum - um hon stóð uppi í dag - hevði stað­ið mitt í kirkjugarðinum, sum er útbygdur. Umtóktur dansur hjá SUF Sune Jacobsen sigur, at nýggja dansi­ stovan hjá Sørvágs Ungmannafelag (SUF), sum varð tikin í nýtslu í end­ anum av sekstiárunum, skapti nógv lív í bygdini við livandi tónleiki, diskoteki og dansi. – Her spældu nógvir tónleikabólkar, bæði lokalir úr Vágum og heilt úr Suð­ uroy. Her var dansur næstan hvørt vikuskifti, og dansistaðið varð ógvu­ liga væl vitjað. Sjálvur var Sune Jacobsen í sínari tíð í ungdómsorkestrinum hjá Leif Nolsøe, og í fleiri ár sang hann eisini við í kórinum, sum plagdi at syngja í kirkj­uni. – Eg byrjaði at spæla á trompet, og tá eg gekk á læraraskúla, spældi eg eisini á violin. Vit høvdu eisini eitt lítið orkestur, og vit framførdu onkuntíð. Borgarstjórin vísir á, at nýggi musikk­skúlin í Sørvági alment varð tikin í nýtslu leygardagin 13. no­vemb­ er í 2010. – Musikkskúlin er í skúlabygn­ ing­inum, sum síðan nýggi skúli varð bygd­ur seinast í 1950-unum, hevur ver­ið róptur gamli skúli, men her er eis­ini bygt nýtt aftrat. Tónleikur hevur áður verið at hoyra í gamla skúla, tí her høvdu tónleikabólkar venjingarhøli fyrst í sekstiárunum, og hornorkestrið hjá Sørvágs Tónleikarafelag hevur eis­ini vant í skúlanum, sigur Sune Ja­ cob­sen. Gera meira burturúr Nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur á fimmta sinni verður verður í døg­ unum, 10.-11. juni, fegnast borg­ar­ stjórin um øll tey mongu, sum standa saman um enn einaferð at gera hetta stóra og vælskipaða tiltak møguligt. – Vit í Sørvágs kommunu eru sera fegin um festivaltiltakið, ið er ein frægd og gleði fyri so mong. Vit gleða okkum at taka ímóti øllum gestunum, sum skulu vera so hjartaliga vælkomin til bygdar. Festivalurin hevur stóra undir­tøku, bæði her í oynni og kring landið, og við teimum góðu tón- leika­nøvnum, bæði føroyskum og út­ lendskum, sum eru við hesaferð – og við hepni við veðrinum – kunnu vit rokna við, at eini 2000 til 3000 fólk koma til festivalin. Sune Jacobsen veit eisini frá fyri­ reikarunum at siga, at nógv meira verð­ur gjørt burtur úr í ár við at pynta væl­umtóktu countrygøtuna oman móti festivaløkinum. – Umframt vanligu og aftur­ vend­andi skránna, verður í ár eis­ini felagssangur leygarkvøld á mid­nátt, eins og sera vælumtóktað eldra­til­ takið í skúlanum verður víðkað til tvey kvøld í staðin fyri bara tað eina. Hesi TÓNLEIKUR HAVT STÓRAN TÝDNING FYRI SØRVÁG – Vit eru sera fegin um Country- og Bluesfestivalin í Sørvági, og vit takka øllum teimum, sum á ymiskan hátt standa aftan fyri hetta stóra og vælskipaða tiltak, ið er til frægd fyri so mong. Vit gleða okkum at taka ímóti øllum gestunum, og øll skulu vera hjartaliga vælkomin til bygdar, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu Tað verður borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen, sum fer at seta Sørvágs Country& Bluesfestival