Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 51

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2016 Ókeypis lýsingarblað 3 tiltøk verða ávikavist mikukvøld og hóskvøld fyri sjálvan festivalin. Borgarstjórin vísir á, at eldra­til- tak­ið hevur so stóra undirtøku, at pen­sjónistar úr meginpartinum av land­inum undanfarin ár hava leitað sær til Sørvágs. – Á tiltakinum verður bjóðað leski­ ligt smyrjibreyð, Johan í Kollafirði verð­ur frásøgumaður, og eins og und­an­farin ár fer Jørgen Niclasen at undir­halda við skemti. Saman við sær hevur hann eisini vinmenninar, Jákup á Stongum og Tummas Hera Thomasen. Sune Jacobsen sigur, at ymiskir tón­leikarar fara at luttaka á eldra­ kvøld­inum, og her verður ábit, tón­ leikur, skemt og felagssangur. – Afturmeldingarnar, sum hetta tiltak hevur fingið, eru sera positivar. Her hittast eldri til hugna, og tað eru eisini tey, sum eru heppin at møta familju, vinum og kenningum á hugna­ kvøldinum í Sørvági. Útselt til kamping Eitt barometur sum sigur, at Sørvágs Country & Bluesfestivalur hevur stóra undirtøku, er, at øll tey 140 kamp­ ingplássini, sum bjóðað eru út í Sør­ vági, langt síðan eru útseld, eins og fleiri eru á bíðilista, sum vildu havt verið við. – Tað er Vága Kunningarstova, sum hevur selt og umsitið søluna av kampingplássunum, sum eru nøkur fleiri í ár enn undanfarin ár. Sune Jacobsen vísir á, at nú nýggja 07 Vestur-húsið við fótbóltsvøllin er útbygt við góðum brúsu-og wc-fasili­ tetum, eru umstøðurnar hjá teimum, sum koma við kampingvogni, munandi betur í ár enn undanfarin ár. – Vit hava øll árini havt nøkur flyt­ bar wc á kampingøkinum, og soleiðis verður eisini hesaferð. Men, umframt flytbaru wc’ini, verður í ár eisini høvi hjá kampingfólki at brúka brúsurnar og wc’ini í 07 Vestur-húsinum. Borgarstjórin fegnast um, at fleiri barnatiltøk eisini verða fyriskipað í samband við festivalin. – Fleiri av barnatiltøkunum verða á fótbóltsvøllinum, og her verður eitt nú skattajakt, gullgraving, hoppiborgir, pony­ríðing, og helst verður eisini rógv­ i­ng í ánni. Hann sigur, at børn upp til og við seks ára aldur gjalda ikki at­gongu­ merki til tey barnatiltøk sum verða. Fyri­reikararnir plaga at siga, at tey vilja hava øll við, heilt úr 0 árum upp í 100 ár, pluss. – Eg havi eisini skilt, at víðfevnda vaktarskipanin er sera væl umtókt, har alt økið við barnatiltøkum er hegn­að inni, og vaktir eru, sum ansa børn­unum, meðan foreldrini kunnu ganga sær túrar á festivaløkinum. Á arm­bandinum hjá børnunum stend­ur eisini telefonnummarið hjá for­eldr­ unum. Hetta er ein skipan, sum hevur víst seg at rigga ógvuliga væl. Sune Jacobsen vísir á, at JAB Ad­ venture fer at skipa fyri siglitúrum við rib-báti leygardagin, og sum skilst er ætlanin, at siglitúrar verða gjørdir heilt suður móti Bøsdalafossi. – Bassa-dagur verður eisini í sam­ starvi við Eik hósdagin fyri festivalin, og hetta er eitt tiltak, sum hevur verið við heilt síðan byrjan. Borgarstjórin leggur aftrat, at heitir pottar verða á festivaløkinum í ár. Fyrireikararnir av Sørvágs Country- & Bluesfestivali siga, at uttan stuðul hevði ikki borið til at reist tiltakið á føtur, og tá hugsa tey bæði um fíggjarligan og praktiskan stuðul. Sørvingar hava gott sam­ starv við tey, sum standa aftan fyri SummarFestivalin og Bátastevnuna í Vestmanna, og her hava sørvingar havt høvi at læna ymiskan útbúnað. – Vit stuðla eftir førimuni, og vit halda, at hesin stuðul fer til eitt gott endamál, ið ger, at Sørvágur rættiliga er í fokus, sigur Sune Jacobsen, sum eisini fer at seta Sørvágs Country-& Bluesfestival fríggjakvøldið klokkan 18. Fyrireikararnir vísa á, at tað er altíð borgarstjórin, sum setir tiltakið og heldur eina røðu við høvi. Meðan tiltakið er í hæddini, verða fleiri enn 200 fólk til arbeiðis á festivaløkinum til tær ymisku uppgávurnar, sum eru knýttar at festivalinum. –wwww Her verða vaktarfólk, fólk sum selja atgongumerki, fólk sum selja á ymisku sølustøðunum og básunum, og her verða fólk, sum skulu halda wc’ini og festivaløkið ruddiligt, siga fyrireikararnir. Góðir stuðlar Umstøðurnar eru góðar til eitt so stórt tiltak, sum Sørvágs Country-& Blues­festi­ valur er