mánadagur 6. juni 2016síða 52
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 6. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
4
Vilmund Jacobsen
Tey, sum hava verið á Sørvágs
Country-& Bluesfestivali vita, at hetta
tiltak er nakað heilt fyri seg. Tiltakið er
skipað soleiðis, sum sørvingar halda,
at tað eigur at vera - við nógvum og
góðum tónleiki, ymiskum tiltøkum
fyri børnum og vaksnum, matarstaði,
stovu, barrum og sølubúðum kring
um í hugnaligu countrygøtuni niðast
í bygdini.
Tann nógvi live-tónleikurin verður
at hoyra fríggjakvøldið og leygar
kvøldið til langt út á náttina, og her
verða bæði føroyskar og útlendskar
tónleikakreftir og framførslur, soleiðis
sum greitt verður frá aðrastaðni í
blaðnum í dag.
Tveir pallar
Tveir pallar verða á festivaløkinum
– stóri pallur og lítli pallur – og
haraftrat bjóða sørvingar landskendar
DJ í Wild West, festivalbúff í Klondyke
og nýggja skálan, West Saloon, við
barr og live-tónleiki.
Nógv ymiskt verður til børnini, og á
sjálvum festivalinum eru barnatitøkini
á fótbóltsvøllinum.
Longu hósdagin 9. juni klokkan
17 verður Bassa-tiltak og gyklarin,
Ásbjørn, sum fer at gylka fyri
børnunum saman við Bassa, og her
koma børn eisini at syngja.
Kirkja og truckar
Sunnudagin 12. juni klokkan 11 verður
festivalgudstænasta við Ingu Dam, og
her fer Evi Tausen eisini at syngja.
Sunnudagin millum klokkan 13 og
17 verður eisini trucker-festivalur á
bryggjuni í Sørvági.
Sørvingar skipa country-og bluesfestivalin upp á sín egna máta, og her er veruliga
nakað á skránni fyri alla familjuna – frá tí yngsta til tann elsta
Hugnaligt og
festligt í Sørvági