týsdagur 7. juni 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Hetta er burtur úr vón og
viti, og hetta skulu vit gera
nakað við!
Býráðslimir í Havn stað
festa, at landið ger grovan
mismun á teimum, sum vilja
seta búgv í Havnini, og so
teimum, sum vilja seta búgv
á bygd.
Og
hesin
mismunurin
verður varðeittur, eisini tá ið
tú fert í grøvina.
– Veruleikin er, at landið
mergsýgur tey, sum vilja
búsetast í Havnini, og tað
er burtur úr vón og viti,
gjørdi Tróndur Sigurðsson,
formaður í Byggi- og Býar
skipanarnevndini hjá Tórs
havnar Býráð, greitt á sein
asta býráðsfundi í Havn.
Tórshavnar
Býráð
er
í ferð við at útvega fleiri
grundstykki, bæði í Havnini
og í Kollafirði.
Men
í
sambandi
við
royndirnar at útvega meiri
byggilendi, eru býráðslimir
í Havnini serstakliga mis
nøgdir við, at hvørja ferð,
Tórshavnar Kommuna skal
keypa almenna jørð frá
Búnaðarstovuni til byggi
lendi, kostar tað nógv meiri
enn tá ið aðrar kommunur
kring landið keypa almenna
jørð til byggilendi, ella til
onnur endamál.
Tá ið landið skal selja jørð
til byggilendi, ella onnur
endamál, er prísurin ásettur
eftir, hvar í landinum, jørðin
er.
Sosatt er jørðin nógv bílig
ast á útoyggj og afturfyri er
hon nógv dýrast í Havnini,
samstundis sum at hon er
næstdýrast í Kirkjubø, á
Velbastað, rundan um Kald
baksfjørð og rundaum Kolla
fjørð.
Og sum tað sæst á talvuni
er á síðunum, er prísmunurin
rættiliga stórur.
Tað sæst eisini á talvuni,
at tað er nógv dýrari hjá
Tórshavnar Kommunu at
útvega sær lendi, enn tað er
í fleiri økjum, sum Havnin er
í størstu kapping við.
Eitt nú liggja plássini
rundan um Skálafjørð í øki
trý og fýra, og tað eru bara
Glyvrar, sum eru í øki tvey.
Tað sama er í Klaksvík,
har tað bara er Klaksvíkin
sjálv, og Ánirnar, sum liggja í
bólki tvey, annars liggja hini
plássini í øki fýra. Samstund
is eru bæði Fuglafjørður og
Eysturkommuna í øki trý,
og kunnu sostatt útvega sær
almenna jørð, munandi bílig
ari enn Tórshavnar Komm
una kann.
Vilja ikki rinda
okursprís
Men hetta vilja býráðslimir
í Havn ikki longur góðtaka.
Tað var Sjúrður Olsen, sum
festi í kjakið, tá ið hann
gjørdi greitt, at tað kann ikki
góðtakast, at Tórshavnar
Kommuna skal rinda okurs
prís fyri landsjørð, har onnur
kunnu keypa landsjørð nógv
bíligari.
– Vit gremja okkum mang
an um, at grundstykkini í
Havn eru so dýr, men tað er
einki at siga til, tá ið vit noyð
ast at rinda landinum okurs
prís fyri lendið.
– Øll, sum búgva í Føroy
um, eiga at verða javntsett,
antin vit so búgva í Havn,
í Klaksvík, ella onkra aðra
staðni, helt hann fyri.
– Hetta er ein skipan,
Tórshavnar Býráð má og
skal taka upp við tí endamáli
at fáa hana broytta, sigur
Sjúrður Olsen.
Ilskast í langa tíð
Serliga bersøgin var Tróndur
Sigurðsson, sum heldur, at
tað er burtur úr vón og viti,
sum tað almenna mergsýgur
barnafamiljur í Havn og
mjólkar Tórshavnar Komm
unu.
Hann vísir á, at tað er ikki
bara til byggilendi, at Tórs
havnar Kommuna noyðist
at rinda okursprís.
– Tað er eisini tá ið fólk
fara í grøvina, at vit verða
mergsogin, tí vit rinda eisini
okursprís fyri lendi til kirkju
garðar.
– Spurningurin er, hvat
endamálið er hjá Búnaðar
grunninum at ríka seg upp
av at selja almenna jørð til
byggilendi, kirkjugarðar, og
onnur almannagagnlig enda
mál, spyr hann.
– Hvat ger Búnaðargrunn
urin við allar pengarnar, spyr
Tróndur Sigurðsson.
Men umframt at rinda
okursprís, taka málini eisini
ómetaliga langa tíð at av
greiða, frá tí at vit søkja um
lendi, til vit fáa tað.
– Tað almenna tekur nógv
meiri pengar fyri jørð frá
Tórshavnar Kommunu, enn
frá nakrari aðrari kommunu.
Men tað er tí at landsins
myndugleikar, púra tilvitað
gera mismun á fólki, alt eftir
um tey búgva í Havn, ella um
tey búgva aðrastaðni.
Tróndur Sigurðsson sigur,
at akkurát tann upphæddin,
Tórshavnar Kommuna noyð
ist at rinda meiri fyri at fáa
fatur á byggilendi, enn aðrar
kommunur gera, sum er at
voldin til, at grundstykkini
í Havn verða eina tonn ov
dýr. Hann heldur rætt og
slætt, at kommunan eigur at
fáa rúmari ræsir at ráða yvir
teirri jørð, sum er innanfyri
kommunumark.
Líkist ongum
Eisini Annfinn Brekkstein
ilskast inn á støðuna.
Men hann heldur sam
stundis, at tað kann ikki bera
til, at tað skulu vera einir
tveir, tríggir bøndur, sum
skulu vera avgerandi fyri,
um Havnin kann mennast
ella ikki.
– Tað er harmiligt, at jarð
arbrúkið kemur so langt inn
í Havnina, at vit ikki kunnu
fáa hendur á lendi til eitt
grundstykki, ella ein vatn
brunn, uttan at samráðast
við Búnaðarstovuna um tað,
sigur hann.
– Tað líkist púra svarta
ongum, tí sum kommuna
Landið ger grovan mismun á teimum, sum vilja búgva
í Havnini og teimum, sum vilja búgva á bygd
...og tey sum fara í grøvina
Býráðslimir í Havn fara
ikki heilt skeivir, tá ið teir
føra fram, at Búnaðar
grunnurin er væl bjálv
aður.
Seinastu roknskapurin
vísir, at grunnurin eigur
18,7 milliónir krónur í
reiðum peningi, men har
umframt eiga teir fyri
179,4 milliónir krónur í
virðisbrøvum, sum kunnu
seljast.
Harafturat
hevur
grunnurin so fyri 96,7
milliónir í áogn, sum eru
útlán, onnur áogn og ognir
í fyribils varðveitslu.
Sostatt hevur Búnaðar
grunnurin fyri tilsamans
294,8 milliónir krónur í
ogn. Hinvegin er skuldin
lítil og eingin, bara 25,7
milliónir krónur.
Eiga 294,8 milliónir
MERGSÚGVA
BARNA-
FAMILJUR
MISMUNUR
Tað kann ikki bera til,
at tað skulu vera einir
tveir, tríggir bøndur, sum
skulu vera avgerandi
fyri, um Havnin kann
mennast ella ikki