Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 eiga vit at fáa størri frælsi at skipa okkum innanfyri Komm­unu­mark. – Tað er ov galið, og hoyr­ir ongastaðni heima, at jarðar­ brúkið kemur so langt inn í Havnina, at fólk ikki fáa anda, tí bøndur spræna tøð á jørðina. – Djórahald og búseting eru hvør sítt, og skulu eisini haldast hvør sær, og tískil skal jarðarbrúkið langt út um býin, sigur Annfinn Brekkstein. – Tórshavnar Kommuna má kunna mennast, uttan at banka upp á Búnaðarstovuni hvørja ferð at biðja um lov, skoytir hann upp í. – Vit eru ikki javntsett við aðrar borgarar, tí vit rinda nógv meiri fyri jørðina enn onn­ur, samstundis sum at onn­ur krevja eina kommu­ nala út­javning, úr Havnini til aðr­ar kommunur kring land­ ið, legði hann afturat. Jákup Dam er samdur um at tað er ov dýrt at fáa fatur á lendi. Hann staðfestir, at verða grundstykkini ov dýr, kann kommunan akku­rát tað sama spara sær at fara undir útstykkingar yvir­høvur, Men úti á bygd er eftir­spurn­ ingurin eftir grund­stykkj­um minni hann er í Havn­ini, og tí kunnu prís­ir­nir úti á bygd heldur ikki vera líka høgir sum teir eru í Havn­ini. Hinvegin vísir hann eisini á, at hóast bøndur rinda lítið og einki fyri jørðina, teir fáa frá tí almenna, hava teir heimild til at forða fyri allari menn­ing í langa tíð, tí vilja teir tað, kunnu teir leggja seg tvørar, og so kann tað taka heilt drúgva tíð at fáa fatur á jørð til almannagagnlig enda­ mál. MISMUNUR Áki Bertholdsen Tað er alneyðugt, at taka málið upp, og tað fari eg at gera. Heðin Mortensen, borg­ar­stjóri í Havn er samd­ur við teimum bý­ ráðs­lim­um, sum gremja seg um, at tað er alv ov dýrt hjá Tórs­havn­ ar Komm­unu at út­vega byggi­lendi til grund­ stykki, og onn­ur al­manna­ gagn­lig endamál. Sum tað sæst í hinari greinini her á síðunum, eru fleiri býráðslimir so argir inn á landsins myndug­leikar um støð­ una, at teir vilja hava myndug­leikarnar at taka mál­ið upp, so at Havnar Komm­una fær somu treytir sum allar aðrar komm­unur Í hesum sambandi vísti Tróndur Sigurðsson á, at Tórshavnar Býráð eig­ur tveir limir í Føroya Løg­tingi, og teir eru enntá báð­ir í samgongu. Hann sipar til Helenu Dam á Neystabø og Heðin Mortensen, sum bæði um­ boða Javnaðarflokkin, og hann heitir staðiliga á tey bæði um at reisa málið í Løgtinginum Tað sama gjørdi Marin Katrina Frýdal – Tað er bara Løgtingið, sum kann gera nakað við støðuna segði hon. Og eisini hon vísir á, at býráðið hevur tveir limir í samgonguni. Skal loysast Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, er samdur í, at skip­an­in at fáa fatur á al­menn­ari jørð, er ov stirvin. – Tað verður eisini mis­ mun­ur gjørdur á fólki, alt eftir, hvar tey búgva, stað­ festir hann. – Tað er »beklagiligt«, at Búnaðargrunnurin bara skal ríka seg upp, so tað er alneyðugt at taka mál­ið upp politiskt, og tað fer hann at gera. Men hann heldur eis­ ini, at kommunan eig­ur eisini at fáa størri heim­ ildir til at ognartaka al­ menna jørð til almanna­ gagn­lig endamál, eitt nú byggi­lendi, tyrvingar­ pláss, vatnverk, vegir, skúl­ar, og annað. – Tað er ongin ivi um, at hasi viðurskiftini skulu fáast í rættlag, sigur Heðin Mortensen. Jákup Dam heldur, at hetta er avgjørt eitt mál, sum eigur at verða tikið upp landspolitiskt, tí hetta er eitt mál, sum eig­ ur at verða loyst. Hinvegin heldur Jógvan Arge, at tað er ov lætt sloppið av býráðs­lim­ um bara at siga at hetta skulu Heðin Mortensen og Helenu Dam á Neystabø avgreiða í Løg­ ting­inum. – Slíkt kann ikki takast í álvara, sigur Jógvan Arge. – Vil býráðið hava viður­skiftini broytt, skal tað sam­tykkjast í býráð­ num, og so at geva borgar­ stjór­anum ta uppgávu at reisa málið hjá landsins myndug­leikum. Og hann heldur, at bý­ ráð­ið eigur at leggja allar árar í sjógv fyri at fáa hetta broytt. Eingin ivi um at hetta skal loysast Tað verður gjørdur mismunur á fólki, alt eftir hvar tey búgva, sigur borgarstjórin í Havn – Tað er »beklagiligt«, at Búnaðargrunnurin bara skal ríka seg upp, heldur Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Havn ALT OV GALIÐ Tað er ov galið, at vit ikki kunnu menna Tórshavnar Kommuna, uttan at noyðast at banka upp á Búnaðarstovuni hvørja ferð at biðja um lov. Og tá ið vit so hava fingið lov, mugu vit rinda okursprís afturat, halda býráðslimir í Havn