Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 10 Sosialurin KJAK Rætt Bárður og Aksel! Zakarias Wang Í orðaskiftinum í Sjónvarpinum segði Bárður á Steig, at vit og Dan­mørk høvdu somu stjórn­ar­ skrá. Aksel Jo­ hanne­sen sam­an­bar støðu okk­ara við ta, sum er gald­andi fyri deil­ ríkini í USA. Teir hava fullkomuliga rætt! Hendan okkara stjórnarskrá er hvørki frá í dag ella í gjár, men hon er dagsett 29. august 1450, so í ár fyllir hon so runt sum 566. Tað er ikki hissini aldur fyri eina stjórn­ ar­skrá. Aksel viðgjørdi stjórnarskránna hjá USA. Amerikumenn breggja sær av at hava eina ta elstu stjórn- ar­skrá í heiminum, men teir kunnu ikki standa okkum kurl. Teirra stjórnarskrá kom ikki í gildi fyrr enn 1788, tá okkara hevði 338 ár á baki! Alt bendir tó á, at teir hava lært nakað av okkara royndum. Tað teir gjørdu, var at leggja nøkur sjálv­ støðug ríki saman í eina nýggja fólka­rættarliga eind, eitt nýtt sam­ bandsríki, sum kundi standa seg í kappingini við onnur lond. Tey verandi deilríkini hildu fram við sínum egnu stjórnarskráum, men tá avgerðir skuldu takast um uttan­ ríkispolitikk vóru tey ein eind. Fyri at skipa fyri avgerðargongdini í so máta var neyðugt at hava ein ríkis­ ovasta. Hjá okkum var hesin kong­ ur, í USA var hann nevndur forseti. Men hvussu skuldu stjórnar- skráirnar í í ríkjasambandinum og í deilríkjunum broytast? Hetta var púra greitt bæði hjá okkum og í USA. Slíkar broytingar skuldu fara fram eftir teimum regl­um, sum vóru galdandi fyri stjórnarskráarbroytingar. Ásett er í sambandsstjórnarskránni, at tey innbornu í hvørjum ríki sær skuldu stýra ríki sínum uttan at hitt ríki á nakran hátt legði seg uppí. Hes­ um tóku amerikumenn undir við 338 ár seinni. Har er ikki bert stjórnarskráin fyri ríkjasambandið, men eisini stjórnarskráirnar fyri deil­ríkini broytt fleiri ferðir síðan 1788. Hjá okkum fór fram ein týdn­ing­ armikil broyting av stjórnarskránni í 1661. Til tá høvdu vit valt kong, sum sat til hann doyði. Men nú broyttu vit hetta, so arvingarnir hjá verandi kongi arvaðu ríkið eftir faðir sín. Samstundis góvu vit kongi einvald í deilríkjunu eins og í ríkjasambandinum. Hann fekk lóggávuvald og rætt til sjálvur at avgera hvørjar embætismenn hann skuldi hava, eins og hvørjir dómarar skuldu vera. Framvegis var kongur ikki bert kongur í ríkja­ sambandinum, men eisini í deil- ríkjunum. Í 1849 hendi tað, at annað av deilríkjunum í ríkjasambandinum, Dan­mørk, eftir galdandi manna­ gongd avtók sína stjórnarskrá frá 1661 og fekk sær eina nýggja. Í okkara deilríki er stjórnarskráin ikki broytt enn. Við heimild í stjórn­ arskránni frá 1661 hevur kongur framvegis einveldi her. Hann kann sjálvur avgera, hvørjar lógir skulu galda her, hvørjar embætismenn hann skal ráðføra seg við og hvørjar dómarar hann vil hava. Alstórur munur er millum hesa skipan og ta, sum javningar okkara í ríkjasambandinum hava havt nú í í 167 ár. Stjórnarskrá Danmarkar sigur, at kongur einki vald hevur. Hansara støða kann samanberast við ta, sum vit høvdu á teimum skipum, sum skuldu til Grønlands at fiska, men ikki sluppu av tí at skiparin ikki hevði longdina, tað skjal, sum gav honum loyvi til at sigla alla hesa leið. Men skiparar vóru ikki ráðleysir! Teir bóðu ein mann koma við, sum hevði pappírini. Tá skipið skuldi fáa loyvi at fara avstað, upplýstu teir myndugleikunum, at hesin maður var skipari, og so var alt í lagi. Men tá loysast skuldi, ráddi vanligi skiparin øllum. Hann við pappírunum var bara van­ligur maður og fekk skeld frá fiski­skip­ aranum sum allir aðrir menn. Tað var eina slíka skipan, danir fingu í 1849. Kongur fekk yvir sær ein mann, sum var valdur av teim­ um innbornu í Danmørk. Dan-ir avgjørdi, at hesin maður skuldi vera »fiskiskipari«. Kongur helt fram sum »flaggskipari« og leið onga neyð, tí hann fekk ríkiliga sam­sýn­ ing, sum danir guldu yvir skatt­in. Kongur slapp tó ikki at taka nakra avgerð yvirhøvur. Hesar vóru all­ ar tiknar av fiskiskiparanum, for­ sætis­ráðharranum, og teimum, sum hesin hevði útvalt sær at stýra sam­an við. Tað er einki í okkara felags stjórn­arskrá, sum forðar fyri, at danir fáa sær eina tílíka stjórn-ar­ skrá. Vit kundu eisini gjørt eina samsvarandi stjórnarskrá, soleiðis at vit, sum her eru innborin, gjørdu av, at kongur skuldi vera tí for­ sætisráðharra lýðin, sum vit í okk- ara ríki høvdu valt. Vansin er bara, at vit ikki hava samtykt eina slíka stjórnarskrá fyri ríki okkara. Tann galdandi stjórn­ arskráin fyri ríkjasambandið áset­ ur, at ríkini eru fullkomnir javn­ ingar. Men av tí at kongur hevur einveldi hjá okkum, og Danmørk hevur eina stjórnarskrá, sum sigur, at kongur er tænari hjá danska for­sætisráðharranum, hevur Dan­mørk havt møguleika fyri at forða, at ríkini bæði hava fingið ta javnstøðu, sum tey høvdu havt, um okkara felags stjórnarskrá var vird. Hetta var tað, sum var veruliga innihaldið í tí orðaskifi, sum Bárður á Steig og Aksel løgmaður høvdu í Kringvarpinum hetta minniliga týskvøld 31. mai 2016. Teir eru á rættari leið. Hava teir dirvi at taka avleiðingarnar av støðu síni, nevniliga at deilríkini hava somu sambandsstjórnarskrá, so er ikki ringt at koma til gott úrslit. Treytaleys grund­ inntøka fall í Sveis Zakarias Wang Nú sunnu­dag­in 5. juni var fólkaatkvøða í Sveis um treyta­ leysa grund­inn­tøku til allar borg­ar­ar. Ikki óvæntað fall uppskotið. Men tað, sum eygleiðarar heftu seg mest við, var at í orða­skiftinum undan fólka­at­ kvøðuni var lítið og einki funn­ ist at uppskotinum fyri at vera fíggjarliga óforsvarligt. Høvuðsandstøðan kom frá tí mest víðgongda høgra­ flokkinum, sum førdi fram, at um so var at uppskotið var sam­tykt, so fóru fátækir út­ lend­ingar í hópatali at streyma inn í landið. Sum lið í tillagingini við ES hevur Sveis nevnliga givið teimum, sum hava fingið uppihaldsloyvi í 27 ES-londum, loyvi til at flyta til Sveis. Hetta fest rættiliga í, og tað gjørdi at nógv atkvøddu ímóti. Orsøkin til, at Sveis hevur sam­tykt hesar sáttmálar við ES er, at EFTA-felagsskapurin, sum Sveis er við í, hevur neyvt tilknýti til ES, og tí slepst illa undan at taka móti flóttafólki. Tey, sum settu uppskotið fram, eru tó ikki vónbrotin. Tey roknaðu við í besta føri at fáa 15% av atkvøðunum, men undirtøkan kom upp á 23%. Tey halda, at øll orsøk er til at fara undir eina nýggja fólkaatkvøðu. Tey søgdu frammanundan at tey hildu, at tað fór at vera neyð­ ugt við minst trimum fólka­ atkvøðum fyrr enn uppskotið verður samtykt. Yvirhøvur eru sveisarar bils­ nir av, hvussu stórur áhugin hevur verið fyri hesum uppskoti bæði í Sveis og uttanlands. Orðaskiftið um hetta evni, sum hevur verið heldur hypotetiskt higartil, hevur fingið nógv meir av konkretum innihaldi, so alt bendir á, at henda fólka­ atkvøðan hevur sett nakað í gongd, sum vit fara at hoyra meir um í komandi tíðum. Skattalætta heldur enn keyp av almennum bygningum Havnar Framburðsfelag, felagið fyri fram­ burði í Havn Nevndin Fremsta uppgávan hjá eini komm­ unu og hjá einum kommu­nal­ politikara er at umsita skatta­borg­ arans pening á skilabesta hátt. Nógvir batar eru at hóma í okkara høvuðsstaði. Tað fegnast vit um. Spurningar reisa seg tó, um tað í løtuni ikki verða óneyðuga nógvir almennir bygningar keyptir fyri 100 tals mió. Talan er um bygningar, sum man ikki hevur gjørt sær nóg greitt, hvat teir skulu brúkast til. Tað kann vera ein skilagóð íløga at keypa almennar bygnignar, men tá man ikki hevur gjørt sær nóg greitt frammanundan, hvat hesir skulu brúkast til, er spurn­ ingurin, um man hevur umsitið skattaborgarans pening nóg væl. Taka vit keypið av Bank Nordik bygningunum, so kostaðu teir skattgjaldarunum út við 100 mió. krónur, og enn tykist ikki greitt, hvat hesir bygningar skulu brúkast til. Hetta er ikki nøktandi. Til samanberingar, so kostar eitt skattaprocent í Tórshavnar kommunu umleið 30 mió. Uttan iva hevði ein skattalætti á 1-2 % ligið munandi betur í lummanum hjá hart sperdum barnafamiljum í høvuðsstaðnum enn keypið av hesum almennu bygningum. Ella í øðrum lagi at hækka kommunala barnafrádráttin enn meira. Trivnaðurin i eini kommunu er bert góður, um familjan og borgarin hava tað gott. Hóast batar eru gjørdir hjá eitt nú barnafamiljum í kommunini, so sita nógvar barna­ familjur enn ógvuliga hart í tí fíggjar­liga. Mong teirra eru komin heim aftur eftir loknan lesnað, hava dýr lestralán at gjalda, hava fingið síni fyrstu børn og hava spent seg hart fyri við dýrum húsalánum. Vit eiga fyrst og fremst at hugsa um, hvussu tann einstaka familjan og tann einstaki borgarin hava tað. Vit eiga at gera alt tað, vit eru ment til tess at gera tað liviligt hjá øllum at búleikast í kommunini og ikki minst geva teimum fíggjarligu ráðini til eisini at kunna nýta gott av øllum teimum mongu tilboðum, sum kommunan í dag veitir. Hetta vil Havnar Framburðs­ felag saman við valevnum floksins virka fyri til komandi býráðsval.