Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 Sosialurin Intruder VS700 árg. 1986 (skrásett ellisakfar) koyrt 47.000 km. til sølu fyri 30.000 kr. Tlf. 283139 Suzuki Kom og ven við Bragdinum !! ) Ókeypis venjing til Kvinnurenningina! Kom við - vit byrja hósdagin 9. juni kl. 17 á Tórsbreyt Bragdið bjóðar øllum kvinnum at koma og venja ókeypis til Kvinnu renningina. ALLAR kunnu vera við - tit, sum ganga og kanska renna eitt lítið sindur, tit, sum ganga og renna, tit, sum hava runnið eina tíð - og sjálvandi eisini tit, sum hava runnið leingi. Venjingin er fyri ALLAR kvinnur, sama hvørjum formi tú ert - ella ikki ert í ;) Vit venja á Tórsbreyt hesar tíðir: Leygarmorgun kl. 8.30 og hósdag kl. 17.00. Leygardagar eru styttri og longri túrar á skránni - summar ganga og renna styttri teinar og aðrar renna longri túrar. Hósdagar venja vit styrki og teknikk av ymsum slagi. Stuttlig intervallir, sum fáa pulsin upp eina løtu. Her verða vit deildar upp í ymsar bólkar - alt eftir hvussu vanar vit eru við at renna og venja. Sunniva Bjarnastein og Ann Thomsen eru venjarar. Ikki er neyðugt at melda til, tú møtir bara upp :) Kom við - tað er gott fyri teg... Vit síggjast! Kvinnudeildin hjá Bragdinum KVINNU RENNINGIN 2016 BRAGDIÐ OG KVINNA SKIPA FYRI KVINNURENNING LEYGARDAGIN 20. AUGUST KL. 15.30 Á TÓRSBREYT Í HAVN Kunngerð um broytingar av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29.10-2015, 26.11-2015, 28.01-2016, 27.03-2016, 28.04-2016, 26.05-2016, hevur samtykt at broyta býarplanin fyri Runavíkar Kommunu. Broytingar í Býarplaninum umfata: Glyvrar • Mál 16/00026: Matrikul 134 og ein partur av matrikul 101a, umleið 2400 m², sunnanfyri skúlan á Glyvrum, verður broyttur frá C9 øki til A1 øki. • Mál 16/00026: Víðkan av D4 økinum norður frá havnarøkinum á Bakka. • Mál 16/00303: Fjøran á Glyvrum, frá havnarlagnum á Bakka og norð til Langanesi. Matrikul 36c, 36b, 38b, 38c, og partar av matrikul 34, 35a, 36a og 38a, 274a, umleið 3650 m², verða broyttir frá ávikavist D5- og E1 øki til eitt F øki. Saltangará • Mál 16/00367: Víðkan av C7 og A1 økinum oman ímóti Fjaravegnum (vestanfyri Berøa og Posthúsið), umleið 1200 m². • Mál 16/00028: Ein partur av matrikul 146a og 276c, eystanfyri vatnbrunnarnar, umleið 5600 m², verður broytt frá E2 øki til B øki. Skála • Mál 16/00302: Ein partur av matrikul 210a við Føgrulíð, umleið 730 m², verður broyttur frá E1 øki til B22 øki. Skálafirði • Mál 16/00702: Ein partur av matrikul ak, 9a og 10a, umleið 1700 m² sunnanfyri Mýrusnípuveg, verður broyttur frá C25 øki til B23 øki. Oyndarfirði • Mál 15/00453: Matrikul 167, 206, og ein partur av matrikul 46, 49a, 68, 95, 151, 162, og 170, Broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtykt umfata: Skála • Mál 16/00025: D22 og D23 øki framvið havnarlagnum og fjøruni norðureftir verður broytt til eitt D22 øki. Ein útgreining av D22 øki fyri Skála verður lagt aftur at byggisamtyktini. Søldarfjørður • Mál 16/00037: Ein partur av matrikul 116a og 116b, umleið 2850 m² við Trøllaklett, verður broyttur frá E1 øki til D14a øki. Ein útgreining av D14a øki verður lagt aftur at byggisamtyktini. • Mál 16/00049: Ein partur av matrikul 2, 10, 11, 17a og 88a, sunnanfyri verandi oljugoymslu, verður D10 víðka suður- og vestureftir. Partur av E1 økinum verður broytt til D10 øki. Broytingar í Almennu byggisamtyktini umfata: • Mál 16/00311: Byggilinjur framvið landsveg broytast samsvarandi flokking hjá Landsverk. • Mál 16/00312: Í útgreining av E1 øki skal undir »Bygging« leggjast »Fríløtu øki« og »Gøtur« afturat. • Mál 16/00313: Í útgreining av F1 øki skal undir »Bygging« leggjast »Fríløtu øki« afturat. Broytingin í Býarplaninum er til skjals á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 06. juni 2016 til 27. juni 2016. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 18. juli 2016. Saltangará, tann 02. juni 2016 Runavíkar býráð