týsdagur 7. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Hans Hilmar Dam – eitt hundrað ára minni
Týsdagin 31. mei vóru 100 ár síðani
Hans Hilmar Dam var føddur.
Hans Hilmar var ein virkin maður
á mongum økjum. Hann hevur
sett síni spor eftir seg, serliga við
teimum sniðhúsum, sum hann var
fyrstur í Føroyum at byggja.
Foreldrini vóru Jens Christian
Dam í Havn og Katrina í Innistovu
úr Klaksvík. Ættin hjá henni kemur
annars úr Innistovu á Trøllanesi.
Sagt varð um Jens Christian, at
hann var óførur sjómaður. Teir
vóru fýra brøður, sum sigldu. Tveir
blivu skiparar, og hinir báðir, Jens
Christian var annar teirra, blivu
bestamenn. Væl lá fyri hjá honum
at fiska, var altíð omanfyri miðal.
Tá hann giftist, legðist hann
uppá land, og Jens Christian
gjørdist ein væl umtóktur arbeiðs
formaður hjá Havnar kommunu.
Hann doyði í 1961, 74 ára gamal.
Børnini hjá Katrinu og Jens
Christian vóru eftir aldri Jonhild
Thomsen, Hans Hilmar, Elly Djur
huus, Paula Guttesen og Hannis.
Fór í timburlæru
og setir búgv
Hans Hilmar gekk í privatskúla hjá
frú Mohr, sum Petur Háberg lýsir
so væl í sínum Hugbirtingum.
Nakað eftir at vera farin úr skúl
anum kom Hans Hilmar í timbur
læru hjá væl kendu byggimeist
arunum Sofusi Mortensen og Axel
Mouritsen.
Hans Hilmar var millum teir
fyrstu sum tók sveinaroynd í
Føroyum, hetta var í 1944. Hinir
timburmenninir, sum eisini tóku
sveinaroynd tá, vóru Thorstein
Mortensen og Bertram Johanne
sen.
Hans Hilmar bygdi á trøðni uppi
í Marknagili. Hetta var tá »uttan
fyri lóg og rætt«. Har var ikki koyri
vegur, so tilfarið mátti berast ella
koyrast við hestavogni.
Hetta var undir krígnum, og
vandi var fyri at bretska hervaldið
fór at leggjast á tóm hús. Men
Hans Hilmar gjørdi skjótt av. Hann
smíðaði sær eina song og flutti inn,
so sloppið var.
Hans Hilmar giftist 16. oktob
er 1943 við Kirstin, vanliga kallað
Kitte, dóttir tann kenda vinnulívs
mannin Christian Holm Jacobsen.
Brúdleypið varð hildið í húsinum,
og tá fluttu tey eisin inn.
Tey fingu fýra børn, Katrin,
sum býr í Danmark, Pauli, Rakul og
Turið (Duan), sum búgva í Havn.
Abbabørnini, sum eru sjey í tali,
eru øll í Føroyum – uttan abba
sonurin Hans Hilmar. Hann er á
veg til USA, har hann skal vera
næstu árini í samband við sítt ar
beiði hjá stóru heilivágfyritøkuni
Novo Nordisk.
Undangongumaður
við sniðhúsum
Hans Hilmar byrjaði í 1951 sum
sjálvstøðugur byggimeistari. Men
hann vildi eisini royna nýhugsan.
Tí stovnaði hann »typuhúsvirkið«
í 1968. Hetta var fyrsta virki av sín
um slag í Føroyum. Hann bygdi
stóran verkstað í Marknagili til
endamálið. Hetta var eitt stórt
framstig hjá teimum, sum bygdu
hús. Húsini kundu nevniliga vera
klár at flyta inn í 2 mánaðir eftir, at
grundin var stoypt. Hetta mundi
vera óhoyrt tá í tíðini.
Í 1976 fekk hann sær eina fram
komna maskinu sum skoytti timb
ur saman í øllum støddum, soleiðis
at eingin viðaendi fór til spillis.
Hetta var fyrsta maskina av hesum
slag í Føroyum, tað vóru einans 10
slíkar maskinur í øllum Danmark.
Tá arbeiddu 25-30 mans á virkinum.
Ein sum arbeiddi hjá Hans Hilmar
var Øssur Debes. Hann var eisini
við til at byggja húsini hjá Øssuri.
Øssur sigur, at tað var gott at
vera hjá Hans Hilmar. Hann var
fittligur at arbeiða hjá. Øssur greið
ir frá, at tað var langur vegur til ar
beiðis. Umstøðurnar vóru ikki sum
í dag: »Døgurðatími var frá 12 til
13. Tá vóru vit koyrdir við lastbili
og settir av við brandstøðina, ið
var niðri við hjá Nonnunum. Last
bilurin kom eftir okkum aftur kl.13.
Harfrá mátti eg renna heim. Edna,
konan, hevði døgverðan kláran, eg
át, og so at renna niðan aftur og
vera har áðrenn kl. 13.«
Tað kostar ofta at bróta upp
úr nýggjum, so virkið hjá Hans
Hilmar helt uppat í 1982. Tá kundi
teir, sum komu aftan á, fáa nyttu
av royndunum hjá teimum, sum
slóðaðu fyri.
Virkið hjá Hans Hilmar Dam
framleiddi eisini køkar. Í 1974 var ein
framsýning av húsarhaldstólum í
Lampubúðini i Bøkjarabrekku. Her
var í lýsingini serliga víst til tann
vakra køkin, sum Pauli, sonur Hans
Hilmar, hevði gjørt á verkstaðnum
hjá pápanum. Pauli, sum eisini er
framúr góður handverkari, hevði
lært hjá Bjarka Jacobsen.
Náttúrumenniskja
Væl dámdi Hans Hilmar uppi á
trøðni. Hann velti hana alla til
grønan bø. Hevði kúgv, seyð, gæs,
dunnur, hønur, so hann var næstan
sjálvforsýnandi við mati sum kjøt,
fisk, mjólk, egg og eplum. Kúgvin
gav so mikið av mjólk, at tey eisini
seldu burturav.
Ein systirdóttir í Havn, Katrin,
minnist sum smágenta, hvussu
stuttligt tað var at koma niðan til
mammubeiggjan at hoyggja. Ikki
minni stuttligt var at verða boðin
niðan at eta haru, tá ið tann tíðin
var.
Hans Hilmar var eitt náttúru
menniskja. Hann var javnan á
floti, og børnini minnast aftur á
teir stóru kalvarnar, hann førdi til
lands. Var Hans Hilmar ikki í Havn
ella í bátinum, var hann í Leynum.
Har bygdi hann fyrst eini summar
hús til verfaðirin Christian Holm,
sum var leyningur. Í 1950-unum
bygdi hann eini til sín sjálvs, sum
m.a. var brúkt í samband við haru-
veiðu á Skælingi. Hans Hilmar var
eisini íðin harumaður. Skælingsfólk
kalla enn húsini fyri »Haruhúsið«,
og tey eru enn í familjuni. 50 ára
minnispláta um haruveiðina stend
ur uppi í Skælingsfjalli. Teir vóru
fleiri sum høvdu haruhaga saman.
Ein av teimum var Øssur Debes,
sum í síni frásøgn í hesi røð eisini
greiddi væl og skemtiliga frá teirra
haruveiðu.
Hans Hilmar var eisini íðin síla
fiskari. Ein nýhugsan hjá honum
var eisini, at hann saman við øðrum
bygdi sílaalistøð i Havnardali.
Sum versonur Christian Holm
var tað ikki so løgið, at hann var
áhugaður í politikki. Hann var í
mong ár fastur stillari hjá fólka
flokkinum til býráðsval.
Eigur sín part av
Havnar søgu
Eisini sang Hans Hilmar í Ebenezer
kórinum, har hann var tenorur.
Hann var svágur Jens Guttesen,
sum var kórleiðari í mong ár. Tað
vóru bara átta dagar teirra millum.
Hann var millum annað við kórin
um í 1948 í Aberdeen.
Tað hevur júst verið frammi
í sambandi við 100 ára dagin hjá
Jens, hvussu stóran týdning hetta
kór hevur havt.
Hans Hilmar doyði 7. januar
1988, 71 ára gamal. Tað bleiv sagt um
hann, at hann var eitt av teimum
sáttligu
havnarfólkunum,
sum
hava eyðkent býin og sum hava
gjørt sín ríkiliga part at menna okk
ara høvuðsstað við sínum hondum
og ikki minst við sínum ansni fyri
teimum virðum, náttúru og um
hvørvi, sum lógu hjartanum so
nær í einum ektaðum tilknýti við
reinum kenslum.
Tí er eisini vert at steðga á, nú
100 ár eru liðin, síðan Hans Hilmar
var føddur.
ó.
Hans Hilmar og Kitte saman við børnunum,
v.f. Duan, Rakul, Pauli og Katrin
Væl lá fyri hjá Hans Hilmar at fáa kalva
Framsýning av sniðhúsum hjá Hans Hilmar. Standandi maðurin
er Johan Gaard Joensen, sáli, sum arbeiddi hjá Hans Hilmar
V.f. Systkini Jonhild, Pavla, Hans Hilmar, Elly og Hannis