Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 Sosialurin NØVN Minningarorð um foreldur okkar Kirsten og Eivind Eliassen Á 100 ára hátíðardegnum, 13. de­ sember 2015, hjá Mikladals Kirkju, fór mamma um sýnina, 84 ára gom­ ul. Hon sat einkja í 11 ár, eftir at pápi okkara andaðist í 2004. Tað er ikki tað sama longur at fara norður til Mikladals, nú tey ikki eru har meira. Vit høvdu eitt gott og trygt heim har. Tað sum eg minnist, var mamma altíð heima. Hon vaskaði tó í skúlanum í bygdini í nógv ár, og pápa minnist eg sum útróðrarmann og seinni sjómann, inntil hann í 1976 legðist upp á land og fór at arbeiða hjá Landinum. Eg eri yngstur av trimum systkj­ um, Mathilda er elst, Eyðun er mitt- ast og eg eri sum sagt yngstur. Tá man býr í eini lítlari bygd, livir mann tætt saman, eisini sum familja, og hvat vit tí havt nógv saman við foreldrum og systkjum. Mang kundi verið tikið fram, men eg minnist serliga ein dagin, eg lá so sjúkur og var so trongur. Sum barn var eg ringur av astma. Mamma bar meg í køkin at geva mær damp frá ketlinum. Hetta hjálpti væl, og hon bar meg síðani oman í kamarið, har hon legði seg við mær, har eg beliv við at hosta og hosta. Hendan dagin var av tí allarfagrasta veðri, og hon lat vindeyga upp. Tá lærdi hon meg ein sang, sum stendur í sálmabókini, sum er nummmar 555: »Nú skínur sólin bjarta«. Eg minnist, tá vit sungu næsta vers, sum sigur: »Og títlingurin lítili nú syngur morgunssong«, tá sat ein títlingur í havanum í Útistovu, sum er í grannalagnum, og sang so vakurt. Vit bæði hava manga tosað um hetta. Tónleikur hevur fylgt nógv í okkara heimi. Pápi spældi nógv upp á harmoniku, og vit systkini spæla fleiri ljóðføri. Mathilda spældi harmoniku, Eyðun spælir har­moniku, guitar og orgul, og eg sjálvur spæli orgul og guita. Mammu dámdi væl at sygnja, og kom tað meira enn so fyri, at eg kundi sita og spæla eitt lag á orgl­in­um, har hon so kundi siga í hvørji sangbók viðkomandi sagur stóð, og hvat nummar hann var. Pápa dámdi eisini væl at sygja, og tveir sangir, eg kann taka burtur úr, eru »Jerusalem Guðs halga stað« og serliga norski sangurin hjá Vennesla­trioen »Jeg ofta har drømt«. Tónleikalívið heima hevur helst havt ið sær, at eg í dag eru urgu­ leikari í Mikladals kirkju. Pápi og eg hava havt nógv sam­ an. Vit hava havt kríatúr, men har var eg ikki so nógv uppií, tí eg var so ovurviðkvæmur fyri hoyggi o. ø. Vit hava gjørt nógv annað sam­ an, sum til dømis tá vit gróvu eina veit, sum var tildekkað soleiðis, at vatnið rann eftir bønum. Eg skuldi gera hetta sjálvur, men hann vildi við niðan at hjálpa til við hesum. Soeliðis var pápi, hann vildi altíð hjálpa og var mær mangan góður, tá eg t. d. koyrdi fyri Farmaleiðir. Hann var ein trúgvur kirkju- tæn­ari. Hann byrjaði tænastuna í Mikladals kirkju við at vera klokk­ ari og deknur av og á til hann í 1985 beliv fastur deknur, tá abbi okkara gavst, eftir at hava havt hesa tæn­ astu í mong ár. Í 1991 spurdi pápi meg, um eg kundi koma niðan í kirkjuna við sær at læra meg at ringja. Eg bleiv fastur klokkari trettandakvøld í 1992, og røkti eg hetta starv í 20 ár. Tann eina høgtíðsdagin, tá pápi og eg vóru upp í kirkjuni og ringdu, og seinasta slagið varð sligið, sigi eg við hann: »Nú eru vit lidnir at ringja, so nú fara vit báðir oman til mamma og fáa okkum ein góðan bita«. Tá sigur pápi: »Nei, góði Magnus, vit eru ikki lidnri enn.« Hann bað meg koma við sær inn í kirkjuna, har vit løgdu okkum á knæ á altarinum og bóðu Faðir vár saman. Tá segði pápi: »Nú eru vit lidnir«, og fóru vit tá heim. Hendan sið havi eg tann dag í dag, at tá liðugt er at ringja, so fari eg í bøn, sum pápi lærdi meg. Eg eri glaður og takksamaur fyri at hava havt so góð foreldur, sum eg var sera tætt knýttur til øll árini. Heimið hjá okkum var altíð opið fyri fólki, og tori eg at siga, at tey hava følt seg væl inni hjá mammu og pápa. Eg eri sera takksamaur fyri tað, sum tey hava verið fyri okkum systkini og ikki minst, at tey lærdu okku um Jesuspápa og um, hvussu gott tað er at hava Hann við á ferð­ ini. Ærað veri minnið um kæru mammu og kæra pápa okkara. Magnus Sverra Jacobsen til minnis Tá ið eg hoyrdi deyðsboðini av Sverra í útvarpinum, komu tey ikki heilt óvæntað, men eg visti tó ikki, at støðan var so álvarslig. Sverri og eg komu at kennast, tá ið vit fóru á Føroyar Læraraskúla. Hini í flokkinum vóru byrjað í august í 1963, men eg og onkur annar komu ikki fyrr enn í mars mánaði í 1964. Eg skuldi byrja ein mána­morg­ un klokkan 8 til fimleik í Komm­ unu­skúlanum hjá Martini Holm, sum var stjóri í læraraskúlanum. Av einari ella aðrari orsøk hevði eg ikki fingið fimleikabuksurnar við, og tað fór ikki aftur við borð­ inum hjá Martin Holm, sum var ítróttarmaður um ein háls. Var hetta »eksemplarið«, ið skuldi koma úr Fuglafirði? Mortan Weyhe úr Porkeri bjarg­ aði mær úr neyðini, tí hann hevði tvinnar stuttar buksur við, og takk fái hann fyri tað. Martin Holm mundi hava eitt sindur ringa samvitsku av hesi mót­tøkuni, hann gav mær, og so við og við blivu vit bara heilt væl. Tá ið hann nøkur ár seinni handaði mær próvtøkuskjalið, segði hann: Og hevur tú nú gloymt smekkin, eg gav tær, fyrsta dagin, tú komst? Ja, svaraði eg. Nei, tað hevur tú ikki, legði hann dent á. Sverri var óførur ítróttarmaður, serliga í fótbólti og hondbólti. Hann spældi fótbólt við HB og hondbólt við Kyndli, og hann spældi nógv ár á landsliðunum bæði í fótbólit og hondbólti. Tað árið, eg var á árs­skeiði á Fróðskapasetri Før­ oya, spældu vit badminton í Havn­ar Badmintonfelag ein tíma um vikuna, og tað var ein­asta ítróttargrein, eg hevði ein møgu­ leika at geva hon um mót­støðu í. Sverri var eisini góður fimleikari, og tí setti Martin Holm hann ofta fremst, tá ið vit marsjeraðu inn í fimleikahøllina. Men Sverri var ikki altíð so lættur at hava við at gera og kundi finna upp á at spæla hund viðhvørt. Ein morgunin, vit marsjeraðu inn í høllina við Sverra á odda, fór hann at gera ymsar løgnar rørslur har frammi fyri at fáa okkum at flenna, men tað lat Martin Holm ikki um seg ganga, og hann var ikki blíður, tá ið hann sjúgvaði Sverra afturum at ganga aftast. Martin Holm var eina tíð for­ maður í ÍSF, og tá ið Ítróttar­sam­ bandið fylti 25 ár í 1964, skuldu vit mannfólk á Læraraskúlanum hava fimleikaframsýning á Vaglinum. Eg minnist onki til, at hann spurdi okkum eftir, og haraftat skuldu vit keypa okkum nýggjar fim­ leikabúnar, sum kostaðu 70 kr, og tað var nógv hjá okkum fátæku læraraskulanæmingum. Minnist meg rætt, segði Robert McBirnie seg ikki hava ráð til hetta, og meðan vit kýttu okkum á Vaglinum við nógvum áskoðarum, stóð Robert og flenti at okkum uppi á Par­ nassinum! Vit, sum gingu á málsligu deild, vóru ein túr uttanlands við Tummas Nygaard og kunnaðu okk­um um skúlaviðurskifti í Týsk­ landi. Vit vitjaðu fleiri skúlar, og skúlastjórarnir vístu okkum, hvussu tey høvdu skipað síni skúla­ viðurskifti. Teir vildu ikki hava ov stórar skúlaeindir – 20 skúlastovur hóskaðu væl, hildu teir – og teir bygdu bert í einari hædd. Eitt kvøldið helt Nygaard, at vit skuldu fara at ganga ein túr gjøgnum ta kendu gøtuna Reeper­ bahn – konufólkin sluppu ikki við. Nygaard fór ein annan veg til hin hendan á gøtuni við konu­ fólkunum, og tá ið vit møttust aftur har, spurdi han, um vit høvdu hug at fara inn, men um so var, høvdu vit nokk ikki havt ráð til tað. Vit búðu á einum hotelli stutt uttan fyri Hamburg, og Sverri og eg høvdu kamar saman, og tá kom eg at kenna hann betur, og vit sampakkaðu bara væl saman. Uttan fyri hotellið var minigolfvøllur, og tá ið høvi beyðst, dámdi okkum væl at spæla golf. Sverri var einaferð próvdómari hjá mær í 10. flokki, og vit høvdu ein hugnaligan dag saman. Ja, nú fara vit, ið tóku prógv í 1967, at eldast, og Sverri mundi vera nr. 2 á liðnum, ið legði árarnar inn. Vit minnast Sverra við takksemi og takka fyri manga hugnaliga løtu saman! Kristin Sverri í hugnaligari samveru í Týsklandi saman við Katrini, Magnu og Bjørg