Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma og omma Julina Fr. Bech f. 24.08.1929 d. 28.03.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til Patrick de Neergaard prest fyri góð orð í kapellinum og kirkjuni, tá líkið kom suður. Takk til Jónsvein Bech prest fyri góð og troystarrík orð til jarðarferðina og til Streingjakórið fyri tykkara vakra sang. Takk til starvsfólkini innan heimarøktina, ið vóru um hana tey seinastu árini og til Suðuroyar Sjúkrahús fyri ta tíð, hon var har. Takk fyri alla hjálpina í sambandi við jarðarferðina og ervið, fyri blómur, kransar, heilsanir og peningagávur til Missiónshúsið í Porkeri. Takk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Torleif Jónhild, Johanna, Marjun og Jákup Eli Tøkk Vit takka øllum, ið sýndu samkenslu, tá ið Páll Sámal Trondesen f. 09.02.1946 d. 04.01.2016 andaðist og var jarðaður. Vit takka dialýsudeildini, B6 og B8 og tykkum á fysioterapideildini fyri alla hjálp tey síðstu árini. Eisini ein tøkk til tykkum báðar, ið koyrdu hann aftur og fram til dialýsu. Tøkk til heimahjálpirnar og øllum tykkum, ið vitjaðu og ringdu til hann. Takk fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina, fyri blómur og kransar og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara síðsta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Tóra, Ása, Katrin og Gurli Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara góði ommubeiggi, mammubeiggi og beiggi Danberg Thomsen (Dibbabbi) f. 13.09.1930 d. 09.02.2016 andaðist og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið í Heimaristovu á Lágargarði, takk til prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar. Takk fyri alla hjálp til jarðaferðina og ervið. Tøkk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Jens Kristian Soffi, Bjarti og systkini Tøkk Nú Páll í Dalsgarði f. 23.07.42 d. 07.04.16 fór um sýn, takka vit hjartaliga øllum, ið stuðlaðu og sýndu samkenslu, trúfesti og hjálpsemi í sambandi við ta vándu sjúkralegu honum var lagað. Serlig tøkk til røktarstarvsfólkið á B.6 og pallitativu eindina. Tøkk til tykkum øll fyri dygga hjálp og stuðul, tá ið hann fór sína seinastu ferð: prestar, urguspælarar, sangarar, kirkjutænarar, Tyrlutænastan v.m. og tit, ið bakaðu og riggaðu til til ervini og heima við hús í Havn og í Skálavík. Tøkk til tykkum øll, ið komu at sýna honum seinasta heiður í Landssjúkrahúskapellinum, í kapellinum á Bispebjerg Krematorium og í Skálvíks kirkju. Tykkum øllum at takka gjørdist seinasti teinurin av strævnu og drúgvu ferð hansara soleiðis, sum hann ynskti hana. Eisini hjartans tøkk fyri minnisgávur til Krabbameinsfelagið, blómuheilsanir og heilsanir annars. vegna tey avvarðandi Laura Tøkk Eg takki hjartaliga øllum tykkum, sum gjørdu mær 90 ára føðingardagin so hugnaligan og minnisríkan. Takk fyri vitjanir, heilsanir og gávur. Heilsan Gigga Joensen gevur bara meira Fá meira prent fyri pengarnar www.nema.fo/oki