leygardagur 4. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
John Petersen heldur
sjálvur, at kritikkurin
ikki var heilt rætt-
vísur eftir dystin móti
Malta, og sjálvur
ætlar hann í øllum
førum at tippa
hendan leygardagin
LANDSLIÐSTOS
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Basel, Sveis: Hóast talan
gjørdist um sigur á Malta
herfyri, so var tað langt
ífrá, at føroyska avrikið var
nóg nøktandi í allar mátar.
Ein av leikarunum, sum í
miðlunum
fekk
fleiri
fleingjur, var John Peter-
sen. Hann hevur annars átt
púra tryggan sess á lands-
liðnum seinstu nógvu árini,
men spurnartekin verða nú
sett, hvørt hansara tíð á lið-
num er um at vera runnin.
Tá vit eftir seinnu venj-
ingina hósdagin fingu orð-
ið á John, tóktist hetta tó
ikki at vera nakað, sum
hann bar stórvegis ótta fyri.
Ella sagt øðrvísi, so var
óttin ikki størri, enn hann
plagar at vera.
- Eg haldi ikki, at mítt
pláss er undir størri trýsti,
enn tað hevur verið. Men
mína vegna er tað helst
gott, at tað ikki eru bløðini,
sum seta liðið. Tað eru
venjararnir, sum svara tí
spurninginum, og so mugu
teir gera av, hvør spælir
hvar.
Men heldur tú sjálvur, at
kritikkurin eftir dystin sein-
ast hevur verið í lagi
- Tað er væl hugsandi, at
eg havi spælt betri lands-
dystir, enn júst handan móti
Malta. Men hinvegin haldi
eg heldur ikki, at eg datt
púrasta úr dystinum. Og at
eg ikki skal tíma at spæla
fótbólt. Tað er so nakað,
sum eg sjálvur geri av, stað-
festir royndi leikarin.
Og hann tykist eisini ætla
sær at tippa kritikkin, um
hann fær møguleikan á
vøllinum leygardagin.
- Tað ger sjálvandi, at tú
hevur nakað at prógva. Eg
haldi eisini, at eg havi verið
ógvuliga uppsettir til venj-
ingarnar, so eg kann vísa
millum øðrum fjølmiðla-
fólkunum, at teir eru farnir
skeivir. Tíbetur, so er slík
skriving tó ikki nakað, sum
ávirkar venjararnar, Teir
seta liðið eftir síni sann-
føring, og so mugu vit
síggja, hvat teir koma til.
Skoraðu ov tíðliga
Fyri trimum árum síðani
var føroyska liðið eisini í
Sveis. Ta ferðina fekk liðið
eina dreymabyrjan, tá John
eftir fáum minuttum skor-
aði til 1-0, men síðani gekk
minni gott. Sveisar vunnu
dystin 5-1, og mest sum
alla tíðina var talan um
øgiligt trýst á føroyska
málið.
Spurdur, hvørt føryska
liðið kann nýta tann dystin
til nakað í dag, heldur John
ikki, at tað er so øgiliga
aktuelt, men hann roknar tó
við, at trýstið kann gerast
tað sama.
- Skulu vit læra nakað av
tí dystinum, so má tað vera,
at vit ikki skulu skora ov
tíðliga, tekur hann skemt-
andi til.
- Vit vóru eisini undir
stórum trýsti, longu áðrenn
vit skoraðu, og hóast vit so
løgdu okkum á odda, so
tóktist tað ikki nerta teir tað
allar minsta. Teir fáa so
eisini okkurt heppið mál,
og so gera vit brotssørk í
hópatali og fáa ein mann
útvístan, so støðan kundi
helst verið enn verri. Tað
var jú eisini 5-1 hampuliga
tíðliga í dystinum, minnir
John á.
Kann tann dysturin eisini
gera, at sveisarar hesa ferð
fara at undirmeta føroyska
liðið?
- Tað kann væl vera. Teir
kunnu helst eisini lesa
stigatalvurnar frá seinastu
undankapping og síggja, at
teir eiga at vinna dystin.
Tað kann kanska gera, at
teir taka eitt sindur lætt upp
á uppgávuna. Tað vóna vit í
øllum førum, at teir gera,
og so er tað upp til okkum
at gera okkum dælt av tí,
sigur John Petersen at enda.
Nr. 168 • leygardagur • 4. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Trýstið er altíð har
Claus Bech Jørgen-
sen metir talan vera
um eina sera spenn-
andi avbjóðing. Men
hann ásannar sam-
stundis, at talan er
um sera stóran bita
hjá føroyska liðnum
LANDSLIÐSPRÁT
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Basel, Sveis: Einki er at
ivast í, hvør maðurin var,
sum fjølmiðlarnir vildu
hava fatur á, tá føroyska
venjingni var av fyrra-
partin mikudagin.
Fyri fyrstu ferð hevði
samlaða pressan møgu-
leika at hitta nýggja
mannin í føroyska lands-
liðshópinum, og Claus
Bech Jørgensen tóktist
sum so heldur hava nakað
ímóti hóvastákinum, sum
var kring hansara persón.
Hálvi vestmenningurin
var fyrikomandi og gav
sær góðar stundir at práta
við ymsu miðlarnar, og tó
at leikarabussurin hesa-
ferð mátti bíða nakað
longri, enn hann vanliga
ger, so tóktist hetta tó ikki
at nerva hálva vestmenn-
ingin ella hinar í hóp-
inum.
Kennir einki
Og tað stóð skjótt greitt,
at Claus Bech Jørgensen
gleðir seg um møguleik-
an, sum hann nú hevur
fingið, og eins greitt tyk-
ist tað, at hann longu nú
kennir seg heilt væl í hóp-
inum.
- Hetta tykist vera ein
flokkur av góðum monn-
um, sum vilja stríðast fyri
hvørjum øðrum. Nú veit
eg ikki ordiliga, hvørjar
vónir eg hevði gjørt mær
um leikliga støðið, men
venjingin gekk í øllum
førum fyri seg í einum
góðum tempo, var svarið,
tá vit spurdu hann, hvat
honum dámdi føroyska
liðið.
Sjálvur viðgekk hann
tó, at hann ikki hevði sæð
nakað serligt til føroyska
liðið.
- Eg havi sjálvandi fylgt
við úrslitunum, tá lands-
liðið hevur spælt, men eg
havi sum so ikki sæð liðið
spælt nakað. Føroyskur
fótbóltur er jú ikki tað,
sum tey vísa mest av í
Onglandi, heldur hann
skemtandi fyri.
Men hóast hetta, so er
hann í øllum førum full-
greiður um, at talan verð-
ur um truplar uppgávur,
sum standa fyri framman.
- Tað kann sjálvandi
væl vera, at vit gera okk-
urt óvæntað, men talan
verður um tveir sera
truplar dystir. Vit skulu í
øllum førum vera sera
væl skipaðir, um vit skulu
standa okkum.
Vónir um spælitíð
Einki er at ivast í, at nýggi
maðurin fer at fáa pláss á
liðnum, og sum støðan er
nú, so bendir alt á, at hetta
verður í álopinum. Annars
hevur Claus fyri tað mesta
leikt á miðvøllinum, men
sjálvur tykist hann ikki
hava nakað ímóti, um
talan verður um pláss í
álopinum.
- Eg kann jú ikki sjálvur
velja, hvar eg skal spæla.
Fái eg ein dyst, so eri eg
takksamur. Og um tað er í
álopinum ella á miðvøll-
inum, er ikki so týdning-
armikið. Eg havi í øllum
førum roynt bæði, so um
venjarin vil hava meg har,
so verður tað tað.
Og at eg ikki skal tíma at spæla fótbólt. Tað er so nakað, sum eg sjálvur geri av, staðfestir John
Petersen
Spennandi
- Hetta tykist vera ein flokkur av góðum monnum, sum
vilja stríðast fyri hvørjum øðrum, sigur Claus um nýggju
liðfelagarnar
17
16
Nr. 168 - 4. september 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Iran hevur ikki
kjarnorkuvápn
Um stutta tíð fer altjóða kjarnorkueftirlitið IAEA at
kunngera, um Iran hevur ella er í ferð við at útvega sær
kjarnorkuvápn, soleiðis sum amerikanska stjórnin
heldur uppá.
Men longu nú tykist greitt, at svarið verður nei,
skrivar New York Times. Sambært blaðnum hevur
kjarnorkueftirlitið fingið eina spildurnýggja frágreið-
ing um viðurskiftini í Iran, og har kemur greitt fram, at
Iran hevur eingi kjarnorkuvápn, og at landið heldur
ikki er í ferð við at fáa sær slík vápn.
USA hevur leingi lagt iransku myndugleikarnar und-
ir at hava ætlanir um at fáa sær kjarnorkuvápn. So seint
sum mikudagin segði Colin Powell, uttanríkisráðharri,
at USA ætlar at leggja málið fyri ST-trygdarráðið. Men
New York Times skrivar, at tað nyttar einki, tí hvørki
tey evropeisku limalondini ella Russland taka undir við
tí. Bush, forseti, hevur fyrr sagt, at hann fer at royna at
fáa eina diplomatiska loysn á ósemjuni við Iran.
Ósemja um rækjuprís
Svenskir fiskimenn hava leingi ilskast inná, at norskar
rækjur eru so bíligar á svenska marknaðinum, at sviar
hava ongan møguleika at kappast um prísin. Tað hevði
millum annað við sær, at seinasta vetur noyddust
svenskir fiskimenn at koyra 65 tons av rækjum burtur,
tí teir sluppu ikki av við tær.
Men nú skal endi fáast á hesum. Í dag hittast umboð
fyri fiskimannafeløgini í teimum báðum loondunum at
loysa trupulleikarnar. Sviar siga, at tær norsku rækjurnar
ero so bíligar, at prísurin er niðan fyri minstaprísin hjá
ES, og teir hava tí hótt við at ákæra Noreg fyri prísdump-
ing. Sviar ásanna, at talan er ikki um tær stóru nøgdirnar,
men teir vísa á, at norska rækjusølan til Svøríkis er veks-
andi. Eitt nú er sølan vaksin heili 44 prosent tað seinasta
árið, samstundis sum prísurin er fallin 16 prosent.
Í norska fiskimannafelagnum siga tey seg ikki hava
fingið nakað prógv fyri, at tær norsku rækjurnar verða
seldar fyri ein prís, sum liggur niðan fyri minstaprísin
hjá ES. Felagið er kortini sinnað at kanna, hvussu
ósemjan kann loysast, skrivar Aftenposten.
Yukos nærkast lønarsteðgi
Russiska oljufelagið Yukos kunngjørdi í gjár, at fær
felagið ikki fatur á pengum, sum myndugleikarnir hava
lagt hald á, noyðist tað skjótt at gevast við at gjalda
skatt og lønir.
Russisku skattamyndugleikarnir hava kravt fleiri
milliardir krónur frá oljufelagnum tí tað hevur ikki
goldið nóg nógvan skatt í fleiri ár, og tíí hava myndug-
leikarnir lagt hald á pengar, sum felagið eigur í ymsum
bankum. Keldur í Moskva søgdu í gjár, at hetta kann fáa
so álvarssamar avleiðingar, at Yukos kanska verður noytt
at skrúva oljukranarnar fyri um stutta tíð, tí uttan peng-
arnar megnar felagið ikki at gjalda starvsfólkinum løn.
Yukos er eitt av teimum heilt stóru oljufeløgunum,
og tíðindini um, at felagið kanska noyðist at steðga
framleiðsluni, hevur longu ávirkað oljuprísin á altjóða
marknaðinum og kann fáa uppaftur størri ávirkan
seinni, skrivar Reuters.
Nógv skiljast
Í nítiárunum fækkaðu hjúnarskilnaðirnir í Noregi, men
nú vísa tøl hjá hagstovuni í Oslo, at vend er komin í.
– Fólk hugsa meiri um sína egnu tilveru og krevja
meiri av hvør øðrum nú enn fyrr. Tey flestu hugsa meiri
um, hvat tey kunnu fáa burtur úr hjúnarlagnum, enn
hvat tey kunnu geva tí, sjálvt um tað er greitt, at báðir
partar mugu lata sítt, sigur Åsa Rytter Evensen, sum er
samlívsráðgevi og lækni, við Dagsavisen. Hon leggur
afturat, at ósemja í hjúnarlagnum tykist vera nógv
meiri vanlig nú enn fyrr. Tað ávirkar børnini, og tí
væntar hon, at hjúnarskilnaður verður uppaftur meiri
vanligur, tá tey, sum nú eru børn, verða vaksin.
Ein
annar
norskur
samlívsráðgevi,
Solveig
Vennesland, heldur, at fólk leggja størri dent á arbeiðið
og børnini enn kærleikan, og tað hevur óhepnar
avleiðingar fyri hjúnarlagið, sigur hon.
Tey amerikonsku ar-
beiðarafeløgini ætla
at fáa sínar limir at
atkvøða fyri demo-
kratiska valevninum,
John Kerry
VALSTRÍÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Arbeiðararørslan í USA vil
ikki hava George W. Bush,
forseta at halda fram í
Hvítu Húsunum, og tí fara
umleið 15.000 sjálvboðin
at royna at ávirka veljar-
arnar, so teir heldur velja
demokratiska avbjóðaran,
John Kerry.
Viðurskiftini á arbeiðs-
marknaðinum eru partur av
valstríðnum, og demokrat-
arnir hava lagt dent á, at
nógvir amerikanarar eru
vorðnir arbeiðsleysir, síð-
ani stjórnin hjá Bush tók
við.
– Limir okkara hava ong-
antíð verið so virknir og
eldhugaðir sum hesaferð, tí
teir síggja, hvussu politikk-
urin hjá Bush hevur ávirkað
teirra viðurskifti, sigur
John Sweeney, sum er for-
maður í amerikanska lands-
felagsskapinum AFL-CIO.
Átakið hjá arbeiðara-
rørsluni verður miðsavnað
um teir statirnar, har ivi er
um, hvør fer at vinna.
Tað veruliga enda-
málið við gíslatøkuni
í Beslan er ikki at útv-
ega Kekenia sjálvs-
stýri, men at ræða
russar, siga yvir-
gangsserfrøðingar.
Eitt álop á skúlan
kann elva til rok í
øllum Kaukasus
GÍSLATØKA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Gíslarænararnir í skúlanum
í Beslan hava kravt, at
Russland skal taka sínar
hermenn úr Kekenia, og at
lýðveldið skal fáa sjálvs-
stýri.
Men serfrøðingar halda
ikki, at tað er tað veruliga
endamálið við gíslatøkuni.
– Teirra einasta endamál
er at ræða tað russiska
fólkið.
Gíslarænararnir
vilja vísa, at allir russar eru
í vanda, sigur hernaðarser-
frøðingurin
Alexander
Golfs við AP-tíðindastov-
una. Hann sigur, at ein tí-
líkur tilburður gevur Vla-
dimir Putin, forseta tvinnar
kostir í at velja. Annað-
hvørt má hann lata seg og
Russland eyðmíkja, ella má
hann offra mannalív. Sjálv-
ur ivast Golfs ikki í, at Put-
in tekur ta seinnu loysnina,
er tað neyðugt.
Ein annar serfrøðingur,
Yuri Korgunyuk, hevur
somu áskoðan. Hann sigur
við AP, at tað er heilt burt-
urvið at hugsa sær, at Russ-
land fer at taka hermenn-
inar úr Kekenia, ella at
Kreml fer at broyta sín
politikk har.
Andrei Piontkokovsky á
hernaðarliga granskingar-
stovninum í Moskva sigur
við Reuters, at gíslatøkan
kann elva til rættiligt rok í
øllum Kaukasus.
– Gera myndugleikarnir
av at leypa á skúlan, og
nógv børn doyggja, fer
Norður-Ossetia
og
alt
Kaukasus í luftina. Men tað
er júst tað, gíslarænararnir
ætla, sigur hann.
Í dag herjar tropiska
ódnin Frances partar
av Florida. Meiri enn
ein millión fólk eru
flýdd undan ódnini
ÓDNARVEÐUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Seinastu dagarnar hava fólk
í Florida fyrireikað seg til
ódnina Frances. Í gjár
søgdu veðurmenninir, at
ódnin var linkað nakað,
men tað boðaði ikki frá
góðum, søgdu teir, tí tað
merkir vanliga, at hon
versnar aftur, áðrenn hon
kemur inn yvir land.
Guvernørurin í Florida,
Jebb Bush, hevur sett statin
í undantaksstøðu, og mynd-
ugleikarnir hava biðið fólk
fara burtur frá strondini. Á
vegunum sást, at fólk hava
tikið boðini til eftirtektar, tí
bilarøðirnar vóiru langar.
Hildið verður, at umleið 1,2
millión fólk valdu at rýma
frá húsi og heimi undan
Frances.
Fyri góðum fjúrtan døg-
um síðani herjaði tropiska
ódnin Charley Florida. Tá
doyðu 15 fólk, og ódnin
gjørdi skaða fyri minst 50
milliardir krónur.
Fakfeløg ímóti Bush
Gíslatøkan í Beslan kann
elva til rok í øllum Kaukasus
Meiri enn ein millión flýdd
undan Frances
Tey bíða og biðja uttan fyri skúlan í Beslan. Í gjár ljóðaði, at gíslarnir eru ikki 350, men kanska
1.500 í tali
C
M
Y
K
16