Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 4. september 2004 19 Bjarki Mohr er nýtt andlit í FSF-høpi. Sum kappingarstjóri hevur hann longu verið alment frammi í einstøkum málum, og hann tykist eisini hava sínar metingar av, hvussu føroyskur fótbóltur kann menn- ast FERÐALEIÐARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Basel, Sveis: Tað er ikki bara í leikarahópinum, at nýggj andlit eru at síggja í landsliðsleguni. Annar av ferðaleiðar- unum hesaferð er Bjarki Mohr, sum í vár varð valdur í nevndini hjá FSF, og sum soleiðis er spildurnýggjur í hesum høpi. Hóast hann bert hevur fáar mánaðir á baki sum kappingarstjóri, so hevur hann longu nú verið frammi við nøkrum av- gjørdum fatanum. Serliga hevur tað verið málið um at nýta videoupptøkur sum próvførslu, sum hevur fingið umrøðu, men eisini vøllurin í Sumba fekk sítt, tá kappingarnevndin brádl- iga noktaði fyri, at dystur kundi spælast á vøllinum. - Nú eru hatta sjálvandi tvey ymisk mál, men taka vit videoupptøkurnar fyrst, so eri eg ikki í iva um, at tað er rætt, at vit fara tann vegin. - Tað er so heldur ikki nakað, sum eg brádliga havi funnið uppá. Tað hevur verið tosað um tað í Før- oyum fyrr, og uttanlands hevur tað jú verið brúkt í nógv ár. Tað er jú einaferð soleiðis, at dómarar eru menniskju, og tað vilja altíð koma mistøk fyri hjá teim- um. Tað er ikki tað, sum er trupulleikin. - Trupulleikin er hin- vegin, at tá vit skulu taka støðu til málini, so er tað frágreiðingin hjá dómar- anum, sum liggur sum grundarlag hjá okkum. Og hevur dómarin framt eitt mistak í dystinum, so er tað hetta mistakið, sum verður prógvið. Eisini hóast vit í sjónvarpinum síggja, at tað ikki var rætt. Sambært kappingarreglunu, so eiga vit eisini at útvega okkum so gott prógv, sum til ber at fáa fatur á, so eg ivist ikki í, at vit frá 1. januar fara at nýta video sum próvtilfar í okkara málsviðgerð. Tað verður tó ikki soleiðis, at vit fara inn at broyta nøkur úrslit, men tað gevur okkum ein møguleika at rætta upp uppá tey mistøk, sum eru framd. Samstundis hevur talan verið um, at ein discipliner- komite skal setast. Altso ein nevnd, sum kann fara inn at revsa leikarar fyri gerðir, sum dómarin kanska ikki hevur sæð. Og nýggi kappingarstjórin tykist eis- ini avgjørdur, tá hesin spurningurin verður havdur á lofti. - Tað er jú greitt, at fara vit at nýta video, so er upplagt, at vit eiga at gera tað ordiligt. Tá leikarar nýta álbogar ella spíta ella hvat tað kann vera, og vit síggja hetta í sjónvarpinum, so eigur tað at fáa avleið- ingar. Sita vit bara hendur í favn, sum um einki var hent, so senda vit signalir um, at hetta er í lagi, og tað er tað altso ikki. Sumbingar kendu trupulleikan Um málið við vøllinum í Sumba, so sigur Bjarki, at hetta kanska tók seg knapp- liga upp í fjølmiðlunum, men hjá FSF var talan ikki um nakað nýtt mál. - Vit skulu jú liva upp til UEFA-krøvini, og har vóru vit runt alt landið at hyggja at umstøðunum hjá feløg- unum. Tá søgdu vit sumb- ingum, at vøllurin í øllum førum mátti reinsast. Sjalv- andi skal hann helst skifast, men tað vita vit jú av, at teir ikki megna her og nú. Sumbingar vóru tá eisini byrjaðir at reinsa vøllin, og tað arbeiðið vóru vit nøgdir við, og bóðu teir halda fram við hesum. Trupulleikin var so, at einki víðari var hent, tá vit eftirhugdu hetta í summar, og tí søgdu vit, at tað ikki bar til. Tað vísti seg so eisini, at tað tók ikki meira enn hasar tveir dag- arnar, tá teir aftur fóru ígongd, so størri enn tað var trupulleikin ikki, sigur Bjarki. Umleggja kappingina Nýggj andlit geva ofta nýggjan íblástur, verður sagt. Sum spildurnýggjur nevndarlimur í FSF, hevur Bjarki eisini sínar hugsanir um, hvussu føroyskur fót- bóltur skal betrast. Og sum kappingarstjóri hevur hann sum so eisini møguleika at gera nakað við summar av hesum lutunum. - Nú havi eg sjálvur spælt fótbólt í nógv ár. Og av og á, so verður diskutera, hvussu vit kunnu hækka støðið. Fyri tíggju-fimtan árum síðani fóru vit brádl- iga frá at venja 2-3 ferðir um vikuna til at venja 4-5 ferðir um vikuna, og tað lyfti sjálvandi støðið nógv. Síðani er tað vorðið so, at leikarar í periodum venja tvær ferðir um dagin, eins og nakrir spæla uttanlands. Tað hevur so eisini gjørt sítt, men spurningurin er kanska, hvussu vit í løtuni kunnu koma víðari. - Her er tað mín greiða fatan, at skulu vit mennast enn meira, so má verandi kappingarskipan broytast. Tað ber ikki til, at leikar- arnir skulu liggja stillir fimm mánaðir av árinum. Tað er sum at byrja í fyrsta flokki á hvørjum ári, tá venjingin byrjar aftur, tí tú skalt byrja heilt frá botni. Vóru leikararnir ígongd størri part av árinum, so byrjaðu teir kanska aftur frá 70% í februar mánaði, og so ber betri til at menna hvønn einstakan leikara. - Mín hugsan er í øllum førum, at vit umløgdu kappingina, soleiðis at øll lið hittust tríggjar ferðir um árið. Síðani kundi steypa- kappingin eisini verið um- løgd, so vit aftur spældu eftir cup-skipanini. Tað vildi í øllum førum givið fleiri intensar dystir hjá feløgunum, og tí vildu tey eisini verið betri fyri, tá altjóða avbjóðingarnar stóðu á skránni, sigur Bjarki Mohr at enda. - Vit skulu tora at fara eftir teimum bestu leik- arunum, og menna hes- ar, soleiðis at toppurin í føroyskum fótbólti gerst betri. Tað er greiða støðan hjá Bjarka Mohr – og eisini øðrum í Fótbólts- sambandinum. Tí hevur FSF sett ein talent-menningarbólk at gera eitt upprit um, hvussu vit á besta hátt kunnu menna teir yngru leikararnar, soleiðis at hesir í enn størri mun verða førir fyri at taka við á A-landsliðnum, tá teirra tíð er komin. Enn er ikki endaliga greitt, hvussu talent- menningin skal skipast, men væntandi verður tað so, at landið verður skipað í seks øki, har menningardeplar verða skipaðir. Her skulu so bestu leikararnir í ymsu feløgunum hittast til regluligar venjingar, so- leiðis at teir á hendan hátt kunnu fáa ein størri intensitet í venjing- unum, enn teir annars hava. Og byrjast skal við heilt ungum leikarum. - Tað eru ikki teir, sum eru 19-20 ára gaml- ir, sum vit skulu eftir. Tað eru leikarar niður í 12-14 ár, sum vit veru- liga kunnu menna á hendan hátt, men tað fer at krevja eina hugburðs- broyting í feløgunum, so tann spurningurin verður helst gjølla við- gjørdur, áðrenn nøkur endalig stig verða tikin, sigur Bjarki Mohr, sum í sama viðfangi nevnir, at talan møguliga eisini verður um at seta á stovn eitt U-21 landslið. Tann spurningurin hev- ur eisini verið uppi at vent nakrar ferðir, men higartil hevur fíggjar- støðan í stóran mun forðað fyri hesum. -jm Talentmen ning ávegis Avgjørdur kappingarstjóri Tað er sum at byrja í fyrsta flokki á hvørjum ári, tá venjingin byrjar aftur, tí tú skalt byrja heilt frá botni, heldur Bjarki um verandi kappingarskipan 19 18 Nr. 168 - 4. september 2004 »Stóri« hevur ikki sett nakað ávíst stigatal sum mál hesaferð, men hann er sann- førdur um, at megnar føroyska liðið at vera eitt lítið sindur hvass- ari, so kann úrtøkan gerast væl betri, enn hon var í seinastu undankapping LANDSLIÐSVENJARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Basel, Sveis: Fyri aðru ferð stendur Henrik Larsen við stýrisvølin, tá føroyska fót- bóltslandsliðið leggur frá landi til nýggja undankapp- ing. Til seinastu undankapp- ing helt venjarin fyri, at vit áttu at siktað eftir at fáa eini 6-7 stig, men tað gekk sum kunnugt ikki. Tað fer tað kanska heldur ikki at gera hesaferð, men fyri tað tykist venjarin at hava góð- ar vónir um, at tað fer at bera til. - Eg haldi framvegis, at vit stóðu okkum væl í seinastu undankappingini. Og við eitt sindur av hepni og kanska eisini dugna- skapi, so kundu vit væl havt fingið nógv fleiri stig. So um vit megna at vera eitt lítið sindur hvassari hesa- ferð, so ivist eg ikki í, at nøkur stig bíða eftir okk- um. Men tað krevur so eisini, at vit spæla upp til okkara allar-allar besta í hvørjum einasta dysti. Fara at stríðast Tá tosað verður við lokalu fólkini, so tykist tað fyri tað mesta so, at tey ikki finna tey heilt stóru orðini fram, tá tosið fellur á lokalu hetj- urnar. Fyrst og fremst tykjast boðini vera, at álopið hjá Sveis ikki er nóg hvast. Men hóast hetta, so er før- oyski venjarin ikki í iva um, at talan verður um eina sera trupla uppgávu. - Tú kanst jú bara at leikarunum. Teir hava eina rúgvu av spælarum, sum spæla í sterkastu deild- unum í Europa. Vit hava hinvegin nakrar úr heimligu føroysku kappingini, og útisetarnir spæla ikki í teimum bestu deildunum. So á tí støðinum, so fáa vit ikki ordiliga samanborið liðini. - Hinvegin, so hava vit framvegis okkara góða samanhald og stríðsvilja, so vit fara út at gera okkara besta. Fara teir so sam- stundis at undirmeta okk- um eitt sindur, so veit mann jú ikki, hvat kann henda, sigur hann. Sum nevnt aðrastaðni, so hevur hitin verið øgiligur hesar dagarnar. Væntandi fara hitastigini at tátta móti teimum tríati leygardagin, og Henrik Larsen ásannar eisini, at hetta kann gerast ein trupulleiki. - Tað er jú ekstremt heitt her niðri júst nú, og tað kann gerast ein trupulleiki. Ikki minst, um leikararnir bara eru vanir við hasi 10- 15 stigini, sum eru í Før- oyum. Tá eru tveir dagar helst ikki nóg mikið til at venja seg við veðrið. Hin- vegin er dysturin so ikki fyrr enn 17.30, og tá er tað vónandi eitt sindur frægari fyri okkara viðkomandi. Men fara vit so at síggja eitt føroyskt lið, sum fer at toga ferðina fullkomuliga úr dystinum? - Vit fara nokk ikki at koyra ferðina niður á null, men tað er einki at ivast í, at tað kemur at kosta nógvar kreftir, um vit skulu spæla 90 minuttir í hesum hita- num. So vit mugu nokk royna at fáa okkum onkrar pausur í spælinum, heldur Henrik. Claus? Tá tosað verður um før- oyska liðið, so er einki at ivast í, at størsti spenning- urin hesaferð er knýttur at, hvar venjarin fer at slúsa Claus Bech Jørgensen inn. Vit settu sjálvandi eisini Henrik hendan spurningin, men tað tóktist ikki, sum um hetta var nakað, ið hann vildi geva eitt boð um her og nú. - Nú hava vit ikki lagt okkum fastar á taktiska uppleggið enn. Vit hava nakrar skabelónir, sum vit venja eftir, og so mugu vit síggja. Tað kann jú væl vera, at Claus byrjar inni, men tað kann eisini vera, at hann ikki ger tað. Tað hava vit ikki tikið nakra avgerð um enn, sigur føroyski landsliðsvenjarin at enda. Fríggjakvøldið skuldi føroyska liðið hava seinastu venjingina, og sum vant verður hendan á leikvøll- inum, har dysturin skal spælast. Tá plagar tað eisini at vera so, at venjingin í nógv størri mun er løgd til rættis við beinleiðis atliti til dyst- in. Alt hetta hendir tó eftir evstamark okkara, og sum skilst, so verður tann venj- ingin eisini fyri læstum hurðum, so helst verður tað ikki fyrr enn ein tíma und- an dystinum, at føroyska uppstillingin endaliga kann staðfestast. Skulu hvessast - Tað er jú ekstremt heitt her niðri júst nú, og tað kann gerast ein trupulleiki. Ikki minst, um leikararnir bara eru vanir við hasi 10-15 stigini, sigur Henrik Larsen um hitastigini, sum eru nógv í tali her í Sveis Tað var ikki frítt, at yngru leikararnir á landsliðnum høvdu hug at erpa sær, tá fyrra venjingin hósdagin var av. Sum tað so ofta verður gjørt, so endaði venjingin við dysti millum tvey lið, og sum vant, so vórðu hesi sett saman eftir aldri. Her hevur tað aloftast verið so, at teir eldru leik- ararnir hava verið við yvir- lutan, men tað var so ikki støðan. Ungu menninir vóru greitt omaná, og so er spurningurin, hvørt talan veruliga verður um ættlar- liðsskifti, ella um hetta bara ein einstøk hending, sum ikki verður siðvenja. Hesum seinasta vilja teir »gomlu« í øllum førum gera nógv fyri at forða. Teir hildu seg eisini hava vent gongdini, tá teir til seinnu venjingina hósdagin vunnu dystin, men sum skilst, so taldi tann dysturin ikki ordiliga við. Millum annað hevði eldri parturin tá styrkt um liðíð við Jógvan Martin Olsen, og so kundi tann dysturin sjálvandi ikki roknast sum almennur dystur. -jm/áh Sólin hevur bakað niður fyrstu dagarnar, sum landsliðið hevur verið í Sveis. Hitastigini hava verið nakað væl oman fyri tey tjúgu, og einki røkist fyri, at hetta fer at batna til leygardagin. Tvørturímóti siga lokalu veðurmenninir, at leygardagurin fer at verða heitasti dagurin á ferðini, so hjá okkara leikarum eru hyggjuráðini at fáa nóg mikið av vætu. -jm/áh Øgiligur hiti Nýggjar tíðir C M Y K 18