Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 4. september 2004 21 Listamaður til verka í náttúruni Hósdagin sást lista- maður til verka vest- uri á Eiðinum í Vági. Pól Skarðenni nýtir henda arbeiðshátt at mála myndir sínar á staðnum og nú ar- beiðir hann við verk- um til eina framsýn- ing í Suðuroynni í oktober LIST Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað er ikki gerandissjón at síggja listamann við lørifti, pensli og málingatubum úti í náttúruni. Men hósdagin sást ein listamaður til verka vesturi á Eiðinum í Vági. Tað var Pól Skarðenni. Hann er vanur at nýta henda arbeiðshátt. Hóast stórfingna náttúran á Eiðin- um er nógv avmyndað og málað, so hava flestu lista- menn óivað avmyndað við fototóli og síðani málað eft- ir fotomyndini. Pól Skarðenni vil heldur mála á staðnum. Hann er ein av okkara listamonnum, sum er heldur nýggjur sum navn millum manna, men hann hevur undanvind og tað stendur á hjá honum at fáa alt gjørt, sum hann verður biðin um. Stílurin er meira ráur og gerast myndirnar tá náttúr- ligar, men ikki so at skilja, at talan er um list, ið líkist fotomyndum. Heldur er myndevnið viðgjørt og tulkað við ráum strokum og myndirnar verða gjørdar lidnar á staðnum. – Tað verður líkasum meira ektað, heldur Pól, sum er sjálvlærdur lista- maður. Pól arbeiddi innan byggi- vinnu í Føroyum og hevði málningalistina sum ítriv. Tá kreppan herjaði leitaði hann aðrar leiðir, og arbeiddi hann m.a. sum verkfrøðingur í Hollandi, har ein uppgáva var at byggja eina eftirgjørda oyðimørk. At gera grót og klettar í betongi og mála teir, so tað sá náttúrligt út. – Hetta var jú eisini kreativt arbeiði, sigur Pól, og ein skilir, at óivað hevur hetta verið kveikjandi. Síðani gekk leiðin til Danmarkar og fyri fáum árum síðani aftur til Føroya og tók hann tá pensil aftur í hond. Klaksvíkingurin býr nú á Vatnsoyrum og málningalistin er ikki bert ítriv, men fulltíðarstarv. Málningarnir hjá Pól Skarðenni eru nevniliga eftirspurdir, so tað stendur á hjá honum at arbeiða undan. Og tað er ikki av tilvild, at listamaðurin sæst ar- beiða í Suðuroynni í hesum døgum. Tann 6. oktober skal Pól Skarðenni nevni- liga sýna fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri og tað er hesi sýning, ið hann nú ar- beiðir við og hevur í huga. Eisini á tøkniliga økinum er talan um framkomnan listamann, so tey sum vilja vita meira, kunnu vitja h e i m a s í ð u n a www.skardenni.dk. Pól Skarðenni til verka vesturi á Eiðinum í Vági. Honum dámar best at arbeiða úti í náttúruni Mynd; D. Olsen Tón- leikur og fótbóltur í Pakk- húsinum Leygardagin verður fót bóltur á stórskíggja og á kvøldi livandi tónleikur í Stóra Pakkhúsi í Vági. Leygarkvøldið 4. nov- ember spæla og syngja Kristina Augustinussen og Neil Joensen í Stóra Pakkhúsi. Byrjað verður kl. 22.00 - húsið er tó opið frá kl. 21.00. Atgongugjaldið er 40 krónur. A-landsdysturin Sveits - Føroyar verður vístur á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi leygardagin kl. 16.30. Til dystin er ókeypis atgongd 21 20 Nr. 168 - 4. september 2004 Meiri tykist skula til enn sigur á heima- vølli ímóti Malta fyri at venda keðiligu gongdini á altjóða styrkislistanum, har Føroyar standa í stað, meðan Malta er farið eitt stig fram ALTJÓÐA STYRKISMETING Jóannes Hansen Tað hevur ongan praktiskan týdning. Men kortini er tað spennandi at fylgja við, hvussu Føroyar verða mettar á altjóða styrkis- listanum, sum altjóða fót- bóltssamgongan, FIFA, kunnger eina ferð um mán- aðin. Mikudagin varð listin fyri september gjørdur al- mennur. 3-2 sigurin hjá Føroyum í vinardystinum á Svangaskarði ímóti Malta er taldur við í uppgerðini, men hann tykist ikki hava havt serliga stóran týdning. Hvørki hjá Malta ella Føroyum. Malta er flutt eitt pláss fram og verður nú mett at eiga tað fótbólts- landsliðið, sum er nummar 130. Føroyar verða mettar at eiga tað landsliðið, sum er nummar 137. Hetta er sama støða sum fyri einum mánað síðani. Einki er at ivast í, at nýggi listin, sum boðar frá, at Malta framvegis eigur eitt betri landslið, enn før- oyingar eiga, og at tað gongur rætta vegin hjá Malta, meðan Føroyar standa í stað, fer at bera spurningar við sær um, hvussu listin verður til, og um tað er nakað sum helst skil í honum. Á vøllinum er tað fyri stuttum staðfest, at føroyska landsliðið er eitt vet betri enn maltesiska landsliðið. Sambært metingunum hjá FIFA, so er føroyska landsliðið ellivu pláss nið- ari á styrkislistanum nú, enn tað var í desember í fjør, meðan Malta er eitt pláss niðari, enn tað var undan ársskiftinum. Mannagongdin Á heimasíðuni hjá FIFA verður nágreiniliga greitt frá, hvussu styrkismetingin verður gjørd. Tey, sum ynskja at vita meiri um hetta, kunnu lesa meiri á heimasíðuni. Her skal bara heilt stutt verða greitt frá, hvussu styrkislistin verður til. FIFA vigar avrikini hjá øllum landsliðunum. Fyrst telja sigrar og javnleikir, so mál fyri og ímóti, um dyst- irnir eru spældir á heima- vølli ella á útivølli, og hvat slag av dysti talan hevur verið um - eitt nú undan- kappingardystir og vinar- dystir. Úrslitið ber við sær, at kvotienturin verður fald- aður við ávísum tali, og so ávirkar hetta endaligu pla- seringina. At Føroyar vunnu 3-2 á Malta verður bara faldað við eitt, og tað er avmarkað, hvussu stór tyngdin í tí úrslitinum er. Styrkistalið verður roknað út frá úrs- litunum sjey tey seinastu árini. Tá ið ein nýggjur mánaði verður tikin við, dettur tann elsti út, og soleiðis rullar skipanin. Nýggjasta úrslitið vigar mest, og elsta úrslitið vigar minst. Telduskipanin gevur stig fyri allar dystirnar, og eftir nógvar millumrokningar spýr hon endaliga styrkis- listan við fleiri enn tvey hundrað fótbóltstjóðum út. At Malta á FIFA listanum eru omanfyri Føroyar kemst av, at teir sjey tey seinastu árini sum heild hava staðið seg betri enn føroyska liðið. Sum Før- oyar hava teir tapt flestu dystirnar. Men í síðstu HM undankappingini megnaðu teir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Kekkia, og í síðstu EM undan- kappingini megnaðu teir 2- 2 á útivølli ímóti Ísrael. Í 2002 vunnu teir 5-2 á Estlandi og spældu mál- leysan javnleik ímóti Moldova í einari vetrar- kapping á Malta, og í einari aðrari vunnu teir 2-1 á Jordan og spældu 1-1 ímóti Litava. Hesi úrslitini munnu vera orsøk til, at Malta framvegis er ovari enn Føroyar. Hóast teir hava tapt nógv í síðstuni, so hava úrslitini verið betri, enn tey vóru fyri sjey árum síðani, og sum nú verða tikin burtur úr grundar- lagnum fyri útrokning- unum. Líkist sær sjálvum Nýggi FIFA styrkislistin, sum varð almennur miku- dagin, líkist nógv tí frá august mánaði. Í hvussu so er, tá ið tað snýr seg um ovasta partin. Tíggju tey ovastu londini eru tey somu, sum tey vóru fyri einum mánað síðani. Frak- land, sum fer at vitja í Føroyum næsta mikudag, verður framvegis mett at eiga næstbesta fótbólts- landsliðið í heiminum. Tað er bara Brasilia, sum verður roknað at vera stinnari enn Frakland. Turkaland er farið frá 10. og til 13. plássið, og nú eru bæði Portugal og Týskland á 11. plássinum. Týskland er flutt tvey pláss fram, og Portugal er flutt eitt pláss fram. Danmark er framvegis á 15. plássinum og hægst metta Norðurlandið. Svø- ríki er nummar 22(var á 20. plássinum), Noreg er fram- vegis nummar 38, Finnland er dottið fýra pláss aftur og er nú nummar 53, og Ísland er dottið eitt pláss aftur og er nú nummar 80. Sveis, sum Føroyar skulu spæla ímóti á útivølli leyg- ardagin, er nummar 49 (var 47), Írland hevur varðveitt 16. plássið, og Ísrael og Kypros eru ávikavíst nummar 69 og 101. Síðsta mánað var Kypros nummar 104, og Ísrael var nummar 62. Føroyar skulu seinni í heyst og næsta ár spæla HM undankappingardystir ímóti teimum í hesum brotinum nevndu tjóð- unum. Føroyar eru í sama stað Nú verður høvi hjá nógvum føroyingum at fylgja við í, hvussu tað fer at hilnast hjá Danmark, tá ið danir skulu royna at spæla seg í HM endaspælið TV FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Tað er nógv av fótbólti at síggja í sjónvarpinum. Men tað er ikki altíð, at tað ber til at síggja tað, sum størstur áhugi er fyri. Eitt nú hevur tað millum nógv- ar fótbóltshugaðar føroy- ingar kenst harmuligt, at tað ikki hevur borið til at fylgja danska landsliðnum. Nú verða vánirnar betri fyri hesum. Tað verður framvegis soleiðis, at tað bara vera tey, sum síggja TV2, sum fara at síggja heimadystirnar hjá Dan- mark. Tey, sum hava Tele- varpið, fara nú at síggja útidystirnar hjá Danmark. Tað er greitt, at TV3 ella TV3+ fara at vísa úti- dystirnar ímóti Albania, Georgia, Ukreina, Turka- landi og Kasakhstan. TV3 er enn í samráðingum fyri at sleppa at vísa útidystin ímóti europameistarunum úr Grikkalandi. Fyrsti útidysturin hjá Danmark verður í Albania 9. oktober, og tann næsti verður í Georgia 17. november. Hinir dystirnir verða spældir næsta ár. Frammanundan nýggja sáttmálanum var greitt, at TV3 og TV3+ fara at vísa heimadystirnar hjá Ong- landi og Svøríki. Tað tykist mest sann- líkt, at tað verður í álopinum, at nýggi landsliðsleikarin hjá Føroyum skal royna seg SVEIS-FØROYAR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Basel, Sveis: Við evsta- mark okkara hevði lands- liðið enn ikki havt endaligu venjingar sínar. Tí hevur tað enn ikki verið møguligt at síggja frá venjingini, hvussu venjararnir ætla at seta liðið til dystin. Men talan verður tó helst ikki um tær heilt stóru broytingarnar í mun til dystin, sum føroyska liðið leikti móti Malta. Størsti spurningurin er sjálvandi, um rúm verður fyri Claus Bech Jørgensen millum teir fyrstu ellivu. Coventry leikarin hevur í felagi sínum oftast røkt annað av síðuplássunum á miðvøllinum, men tað er ikki víst, at tað verður hendan leiklutin, sum hann fer at fáa á landsliðnum. Ikki minst tí Rógvi Jacobsen og Jákup á Borg hava bitið seg rættiliga fastar á sínar sessir. At Todi Jónsson heldur ikki varð tøkur hesaferð, hevur eisini við sær, at føroyska liðnum tørvar nakað av kvikleika í álops- partinum, og her tykist tað upplagt, at nýggi maðurin fær møguleikan. Móti Malta røkti Hjalgrím Elttør sessin saman við John Petersen, men hann tóktist ikki heilt sannførandi. Í álopinum kundi annars hugsast, at Andrew av Fløtum fær ein møguleika, eftir at hann stóð seg sera væl móti Malta. Her hevur eisini verið róð framundir, at tíðin hjá John Petersen er um at renna út, og júst tann leikluturin tykist eisini vera tann, sum hóskar best til Andrew. Her gita vit tó, at Andrew enn noyðist at bíða nakað, áðrenn tann møguleikin verður veruleiki. Upp á sikt kann kundi ein møguleiki eisini verið, at Claus Bech Jørgensen fær miðvallarplássið hjá Rógva, og at høvuðsspæls- sterki klaksvíkingurin so fær pláss í álopinum. Tað treytar tó eisini, at hann hevur ein kvikan viðspæl- ara, so tann møguleikin verður neyvan aktuellur, fyrr enn Todi Jónsson aftur er klárur. Í verjuni skal ikki roknast við teimum stóru broytingunum, og so er spurningurin, um Jákup Mikkelsen aftur skal verja máli, ella um venjararnir halda fast við Jens Martin Knudsen, sum vardi málið móti Malta. Sum vant, so kappast teir báðir av øllum alvi undir venjingunum, men mett eftir avrikunum í landskappingini í heyst, so gita vit tó, at tað verður Jákup, sum fær sessin. Tað gevur so fylgjandi ellivu leikarar: Jákup Mikkelsen – Pól Thorsteinsson, Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Súni Olsen – Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen, Julian Johnsson, Rógvi Jacobsen – John Petersen, Claus Bech Jørgensen. Ein spurningur um Claus Føroyska landsliðið stendur í stað á 137. plássi á altjóða FIFA styrkilistanum Danmark á TV3 C M Y K 20