leygardagur 4. september 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 168 - 4. september 2004
Nýggj salong við øðrvísi tilboðum
Fýra frisørdamur úr
Havnini fara komandi
mánadag at lata upp
eina nýggja salong í
Havnini. Umframt at
hava vanligu frisør-
tænastunar, verða
eisini øðrvísið tilboð
á skránni
UPPLATING
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Tær eita Mena Joensen,
Annika Hvidtfeldt, Annika
Udbø og Susi Jensen, og
eru allar kendar hárfríðkan-
ardamur í Havnini. Nú vilja
tær royna seg við egnari
salong, og tær lata upp
mánadagin 6. september.
– Vit hava tosað um hetta
nógvar ferðir fyrr, men tað
er ongantíð blivið til nakað.
Nú var møguleikin her, og
so tóku vit av, sigur Annika
Hvidtfeldt.
Tær fýra fara at arbeiða
sjálvstøðugt við hvør sín-
um stóli í salongini.
– Vit eru allar ógvuliga
ymiskar, so tú kanst fakt-
iskt fáa allar stílir her. Ann-
ika Hvidtfeldt er rættiliga
flipput í sínum klippistíli,
meðan eg til dømis eri per-
fektionist, greiðir Mena frá.
Aðrar tænastur
Sum nakað nýtt fara tær at
hava ymisk onnur tilboð í
salongini eisini.
– Inga, sum er døgverða-
kokkur á Pizza 67, er eisini
útbúgvin massør. Hon fer at
vera her einar tveir dagar
um vikuna, ella eftir tørvi,
og geva massagu. Tær
fyrstu fýra tíðirnar hjá
henni eru longu bookaðar,
tí vit fýra hava longu bílagt
okkum hvør sína tíð, sigur
Mena flennandi.
Einar tvær ferðir um vik-
una fer ein myrk dama eis-
ini at vera í salongini. Hon
fer at seta hár uppí, flætta,
gera rasta hár og so fram-
vegis.
– Tað verður sum við
massaguni, at tú kemur inn
og bíleggur eina tíð. So
koma tær eftir tørvi, sigur
Mena.
Men tað, sum tey flestu
munnu gleðast mest um at
hoyra, er, at tær ætla sær at
hava sera bíligar prísir.
– Vit fara ikki at vera ein
discount salong, men ein
salong við góðari tænastu,
høgum støði og bíligari
prísum. Og vit fara allar at
hava somu prísir, hóast vit
arbeiða sjálvstøðugt, greið-
ir Mena frá.
Men tær fýra á Salong
Madonnu hava fleiri góð
kort á hondini. Uppá longri
sigt,
hava
tær
góðar
møguleikar at víðka um
virksemið.
Millum annað hevur Ann-
ika Hvidtfeldt hevur verið í
Danmark á kosmetikskúla
og útbúgvið seg til at geva
varandi sminku. Tá verða
t.d. eygnabrýr og varrar
málaðar við varandi liting.
Eisini duga báðar Ann-
ikur'nar og Mena at pierca,
og sum frá líður ætlar tær
sær møguliga at veita hesa
tænastuna eisini.
Men í byrjanini verður
denturin bert lagdur á
vanliga hárfríðkan, mas-
sagu og uppísetan av hári.
Salong Madonna
Salongin er í miðbýnum,
við síðuna av Keypsamtøk-
uni og yvirav Fótbúna, har
handilin Events fyrr helt til.
– Vit sluppu inn í hølini
fyri einum trimum vikum
síðani, og vit hava allar
arbeitt sum svakar, fyri at
fáa alt klárt til tíðina. Bæði
familja og vinfólk hava ver-
ið og hjálpt okkum, og utt-
an tey hevði tað nokk ikki
gingið at latið upp nú
mánadagin, sigur Annika
Hvidtfeldt.
Mena leggur afturat, at
tað hava verið nógvir langir
dagar, har tær hava málað
og manererað, fyri at fáa alt
upp á pláss.
Men nú byrjar at líkjast.
Hølini eru sera hugnalig,
alt er málað við ráhvítum,
og Mena leggur dent á, at
soleiðis vildu tær eisini
hava tað.
– Fólk skulu kenna seg
væl, tá tey koma inn, og tí
hava vit valt at innrætta sal-
ongina so hon minnir mest
um eina stovu. Vit vildu
ikki hava hetta sterila,
salong-aktiga, sigur hon.
Fyri fyrst verða bert
hølini í gøtuhæddini nýtt til
salongina. Loftið er til tær
fýra at hvíla seg í, og Ingu
at massera í. Men kanska
tær, sum frá líður, fara at
víðka um tænasturnar, og
fara at taka loftið upp í
salongina eisini.
– Nú skulu vit fyrst lata
upp, so fáa vit at síggja
hvussu tað fer at verða. Vit
hava tosað um nógv ting,
sum man kundi gjørt, men
teimum bíða vit við, sigur
Mena at enda.
Salong Madonna letur
sum sagt upp mánadagin,
og tær siga, at tað verður
við onkrum góðum upplat-
ingartilboðum.
Tað eru tær fýra Mena Joensen, Annika Hvidtfeldt, Annika Udbø og Susi Jensen, ið fara at reka salong Madonnu í miðbýnum í
Havn. Salongin letur upp mánadagin 6. september
Tveir brøður úr Ung-
arn eru í hesum
døgum í Føroyum og
leggja føroyskum
strúkarum lag á
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Føroyskir strúkarar hava í
hesum døgum møguleika at
nema sær kunnleika frá
tveimum meistarum. Tað
eru brøðurnir Géza og
Csaba Szilvay, sum vitja í
Føroyum og hava skeið fyri
føroyskum strúkarum.
Teir báðir eru uppruna-
liga ættaðir úr Ungarn, men
hava sítt dagliga virki í
Finnlandi, har teir hava ein
skúla fyri strúkarar. Hesin
skúlin er navnframur um
allan heim innan tónleika-
umhvørvið, har nógvir sera
dugnaligir strúkarar hava
gingið.
Kollvelt tónleikalívið í
Finnlandi
– Hesir báðir tónleika-úr-
mælingarnir hava kollvelt
finskt tónleikalív, og nógvir
sera dugnaligir strúkarar
hava nomið sær útbúgving á
júst hesum skúlanum, sigur
Ólavur Hátún, sum í sam-
starvi við Tórshavnar Mus-
ikkskúlanum og Føroya
Musikklærarafelag hevur
tikið stig til vitjanina hjá
teimum báðum ungarunum.
Talan er tískil um ein
skúla á altjóða støði, sum
ungarsku brøðurnir settu á
stovn í 1972, og fleiri úr-
mælingar hava fingið und-
irvísing á júst hesum
skúlanum.
Tað sermerkta við hesum
skúlanum er undirvísingar-
hátturin, sum teir báðir
brøðurnir sjálvir hava ment
ígjøgnum drúgvar royndir
við strúkara-næmingum.
Hesin sonevndi colour-
strings læruhátturin, sum
hevur eina serliga nóta- og
hoyrilæru,
hevur
gjørt
skúlan kendan og virdan
um allan heim.
Við sær í Føroyum hava
teir tríggjar 12-ára gamlar
gentur, ið skulu vera við í
undirvísingini á Frúutrøð.
Konsert
Undirvísingin fer soleiðis
fram, at um dagin eru tað
teir ungu næmingarnir, ið
fáa undirvísing, men um
kvøldið eru tað okkara
bestu næmingar og lærarar
á Musikkskúlanum, ið fáa
lærdóm frá brøðrunum úr
Ungarn.
Leygardagin klokkan 16
verður konsert í Komm-
unuskúlanum í Havn, har
føroyskir strúkarar fara at
luttaka saman við teimum
báðum undirvísarunum.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Csaba og Gésa eru í Før-
oyum. Í 1986 vitjaðu teir
her og høvdu skeið og kon-
sert, men síðani hava teir
ikki vitjað aftur í Føroyum.
Tveir føroyingar fara í
næstum yvir til Finnlands
at fáa undirvísing á skúl-
anum hjá teimum báðum.
Talan er um Tórð Restorff
og Angelika Nielsen, sum
fáa møguleika at fara á eitt
skeið í tríggjar mánaðir.
Strúkarar í heimsflokki
Csaba Szilvay leggur einum
næmingi lag á. Úrslitið av
undirvísingini kann upp-
livast í Kommunuskúlanum
leygardagin klokkan 16
Mynd: Jens Kr. Vang
Nr. 168 • leygardagur • 4. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
I AM:
Ímillum skøkjur
og ólavsøkugestir
síða 4–5
SUMMAR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Viðareiði:
Spælistovan liggur miðskeiðis í
bygdini, tætt við skúlan. Nógv
børn eru at síggja har um leiðir,
og tey hugna sær í góða
veðrinum. Børnini eru í øllum
aldri. Summi súkkla, summi
renna bara runt, meðan upp aftur
onnur spæla við sand.
Hallur, Petur og Anna sita og
grava í sandinum.
Hvat gera tit?
– Onki, svarar Anna stutt aftur.
Tey halda tað er eitt sindur
flovisligt, at ókunnugt fólk bara
soleiðis kemur at tosa við tey.
Men tað gongur tó skjótt yvir, og
tá tosið fellur inn á, hvar tey
hava verið og ferðast í summar-
frítíðini, er Petur sera tíðinda-
fróður.
– Eg havi verið í Danmark,
Signabø og í Suðuroy, sigur
hann. Anna sigur, at hon eisini
hevur verið tað, meðan Hallur
greiðir frá, at hann hevur verið
tvær ferðir í Nesvík.
Øll trý halda tað vera óføra
stuttligt at vera í Nesvík, og fara
tey heilt víst aftur, siga tey.
Føðingardagar
Hesi trý børnini njóta at spæla
úti í sólini, men tá tey verða
spurd, um tey gleða seg til
veturin, svara tey játtandi
beinanvegin.
– Tá kemur kavin, og tað er
ordiliga skek, heldur Petur fyri,
meðan hann grevur við einum
gulum spaka langt niður í
sandin.
Anna og Hallur nikka somu-
leiðis. Tey fortelja, at tey eru øll
fimm ár, so nú eru tey ikki lítil
longur. Ímeðan koma tvey onnur
børn afturat. Joan og Mikkjal.
– Veitst tú, hvør fer at fylla í
morgin, tá tað er januar, spyr
Mikkjal, meðan hann hyggur við
stórum spyrjandi eygum.
Tá svarið er noktandi, svarar
hann, at hann fer at fylla fýra,
meðan hann vísir fýra fingrar
fram.
Joan er skjót at siga, at hon
eisini er trý ár. Og so vísir hon
øllum, at hon dugir at bólta rút.
Sum hjá øllum børnum er
føðingardagurin hjá teimum altíð
spennandi, og tað lýsir úr
eygunum á teimum, at tey gleða
seg. Líkamikið hvussu langt
frammi í tíðini stóri dagurin
liggur.
Bjørt framtíð
Tríggir dagrøktarar eru í spæli-
stovuni hendan dagin. Tað eru
annars seks dagrøktarar á
Viðareiði, og tær skiftast um at
vera í spælistovuni. Aðruhvørja
viku tveir dagar og tríggjar
dagar.
25 børn eru í skipanini. Tey
kunnu vera í aldrinum frá 0 upp
til 3. flokk. Sum er er bert tað
eina skúlabarni. Ein drongur,
sum júst er farin í 1. flokk. Tað
kann vera nakað langligt hjá
honum at vera einasti, sum er so
stórur, men hann hevur funnið
útav, at hann sleppur nøkur ting,
sum hini í flokkinum ikki sleppa,
tí tey ikki eru í skipanini. So tað
er ikki so galið kortini.
Dagrøktin hevur havt frí í fýra
vikur í summar, og hon byrjaði
aftur sama dag sum skúlarnir.
Heili átta børn fóru úr skip-
anini í skúla í ár, og tey børnini
sum eru fimm ár í dag eru
níggju í tali. So ikki kann annað
sigast, enn at framtíðin fyri
skúlanum á Viðareiði sær bjørt
út.
Aftur til gerandisdagin
Summarfrítíðin er av, og hóast summarveðrið enn er av tí besta, so eru
skúlar, barnagarðar og so framvegis byrjað aftur. Á Viðareiði eru tað tríggjar
vikur síðani børnini í dagrøktini byrjaðu aftur, og lagið var avbera gott ein
dagin í vikuni, tá Sosialurin kom framvið
Mikkjal og Joan eru trý ára gomul. Teimum
dámar avbera væl at ganga í dagrøkt, og tey
spældu so fitt í góðveðrinum hendan dagin
C
M
Y
K
23
22