leygardagur 4. september 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004
Ein væleydnað Íslandsferð
Sólvit Simonsen hugleiðir um íslandsferð hjá
kunningarstovum í marsmánaði
ÍSLANDSFERÐ
Sólvit Simonsen
Fyrri partur
Aftan á at hava tosað við Petur
M. Petersen á kunningarstovuni í
Fuglafirði, heitti hann á meg, um
at skriva eina frágreiðing frá
túrinum í Íslandi, og ætli eg at
royna tað, hóast nú er tíð frá-
liðin. Orsøkin til at eg var við,
var tann, at leiðarin á kunn-
ingarstovuni her á Sandi bleiv
sjúk, og stóð tað mær í boði at
fara; eg ivaðist ikki, men fór
avstað.
Vit fóru úr Vágum t. 1/3-04
við flogfari og høvdu sera góðan
túr yvir til Íslands, og blíðskap-
urin umborð á flogfarinum var
góður, sum hann altíð er í før-
oyska flogfarinum.
Vit komu til Reykjavíkar og
vóru móttikin av tí brosandi
Dávídi Samuelssyni, sum er
hálvur føroyingur. Hann hevur
búð eina tíð í Føroyum og tosaði
føroyskt. Hann bleiv ferðaleiðari
hjá okkum allan túrin, so har
vóru vit sera heppin.
Fyrsta vit gjørdu, var at fara
inn á Reykjarvíkar Information.
Okkum var boðið upp á ovasta
loft í eitt fitt rúm, har tey bjóð-
aðu okkum roykt ross, royktan
lomviga og sterkan íslendskan
ost.
Síðani fóru vit í Icelantic
Tourist Board. Har bleiv frá-
greiðing givin á enskum tungu-
máli, og tað var veikleikin hjá
mær fyri túrin, at tá ið tosað
verður ov týtt, fái eg onki við av
tí, ið sagt verður. Men blíðskapur
var somuleiðis á ovasta lofti við
kaffi og køkum.
Síðani varð farið í Alþings-
húsið. Vit stóðu á »Svølum
Alþingis« (svalanum ella vit
kenna kanska betur orðið balk-
on) sum teir rópa tað á Alþingi
og hugdu, har ein nobel dama
talaði fyri tómum sali; men tað
bleiv sagt okkum, at alt bleiv
tosað í sjónvarpi, so at alþings-
limir kundu sita heima og lurta
og soleiðis svara upp á tiltalu.
Kl.18 fóru vit við flogfari á
Egilsstaðir, vit komu leiðina
fram í øllum góðum, og vóru á
sama hátt sera væl móttikin á
Egilsstøðum. Okkum var boðið
inn á tað nýggja hotellið, sum
tey vóru sera stolt av, tað var
dama í góðum árum, sum átti og
hevði raksturin av hotellinum, og
arbeiddi sín stóra part sjálv.Við
gleði segði hon okkum, at hetta
var fínasta hotelli í Íslandi.
Av Egilsstøðum gekk leiðin til
Seyðisfjarðar. Har var móttøkan
somuleiðis sera góð. Har kann eg
nevna, at sonur Hans í Andarisa,
hesin Hans er heimasandsmaður,
sum giftur er og býr á Seyðis-
firði, var og tók ímóti okkum.
Hann er borgarstjóri á Seyðis-
firði. Á Seyðisfirði hava seyð-
firðingar keypt hotel, eini stór
eldri hús, sum tey brúka til
matstovu og nøkur seingjapláss,
og so høvdu tey tvey hús afturat,
sum tey brúktu til seingjapláss,
tá ið tørvur var á tí. Teir byrjaðu
við einum húsi, settu tey so í
pant og stovnaðu síðan parta-
felag. Eitt ungt par, sum hevði
verið í Danmørk og fingið sær
útbúgving, dreiv hotellið. Har á
hotellinum vóru vit biðin um ein
og ein at reisa okkum úr sessi og
siga hvaðani vit vóru frá og
sjálvandi navngeva okkum.
Týsdagur t. 2/3’04
Petur M. Petersen og eg sjálvur
vóru einastu menn, sum svóðu í
húsinum, har ið matstovan var.
Vit tørnaðu út kl. 07:30, tá komu
eisini øll hini, sum høvdu sovið í
einum húsi úti í býnum. Tey lótu
øll sera væl at, og høvdu havt
eina góða náttarhvílu. Tá var
Hans í Andarisa komin at heilsa
upp á okkum. Sami blíðskapur,
sum ein minnist, sum yngri í
Andarisa. Hann beyð mær inn á
gólvið heima hjá sær, men eg
vildi ikki fara frá ferðafeløg-
unum. Síðani fóru vit at hyggja
at einari gamlari smiðju, sum teir
høvdu varðveitt, alt tað gamla
var varðveitt og hildið við líka,
og eldurin brendi á essuni.
Hendan smiðjan hevði verið
arbeiðsplássið hjá Hansi í eldri
árum, aftan á at hann gavst sum
sjómaður. Hans er í dag 84 ára
gamal.
Haðani fóru vit inn í Føroya-
húsið, teir kalla. Terminalur
spildur nýggjur sum teir hava
bygt til Norrönu. Sera fínur, væl
gjørdur sum móttøku- og fráfar-
ingarpláss, og var hann 500 fer-
metrar til støddar.
Harnæst varð tað maður, sum
æt Jónas Halgrímsson, hann var
nevndarlimur í Smyril Line, sam-
an við havnastjóranum, sum
beyð okkum inn á kunningar-
stovuna og havnarskrivstovuna.
Aftan á at hava víst okkum
vælvirkandi skrivstovur, var
okkum aftur boðið upp á eitt
blíðskapskamar á loftinum, har
bleiv boðið okkum turran fisk,
hávkarl og ymisk sløg av brenni-
víni. Blíðskapur um ein háls. Tá
ið vit nærkaðust skrivstovuni,
veittraði tað føroyska flaggið og
beyð okkum vælkomin. Slíkt
rørdi hjarta.
Vit fóru tá aftur á Egilsstaðir,
har vit ótu døgverða á einum
gomlum bóndagarði, sum var
umbygdur til hotell. Har var
Petur M úr Fuglafirði ógvuliga
fegin um at verða uppvartaður av
somu familju, sum abbi hansara
hevði samskift við fyri eitt-
hundrað árum síðani, tá ið hann
róði út í Íslandi.
Síðani varð farið avstað við
bussi suðureftir. Við steðgaðu á
Reyðafirði. Har fóru vit á sjó-
savn. Har var nógv áhugavert at
síggja, t. d. hópur av føroyskum
tilfari. Har var eitt model av
sluppuni Mariu, sum Niels Mid-
jord hevði gjørt. Hetta modellið
steðgaði eg við, tí eg minntist
aftur á tíðina, tá ið »Maria«
mestsum koyrdi heima á Sandi.
Bjarni Sandoy, sáli, førdi hana,
og hon var manna við sand-
ingum.
Vit vóru eisini inni í einum
gomlum handli, sum teir høvdu
varðveitt, og var hetta sera
áhugavert. Inni á kunningar-
stovuni, fingu vit ymisk sløg av
turrum fiski at smakka. Smáir
bitar í posa, minnir um smáar
kipsposar. Deiligt at hava undir
tonnini. Hetta varð framleitt har
á staðnum.
Harnæst fóru vit á Egilsstaðir,
har vit koyrdu runt, tá gekk tíðin
undan; men álíkavæl góðu vit
okkum góða tíð at hyggja eftir
byrgingum, teir høvdu gjørt
ímóti skalvalopi. Tá var ódnar-
veður, stormur og regn. Vit máttu
ganga niðan, men vit strembaðu
ímóti veðrinum. Tað var stórverk
ið teir har høvðu gjørt.
Síðani koyrdu vit aftur í móti
Egilsstøðum, har vit skuldu í
flogfarið, men flogfarið fleyg
ikki vegna ódnarveðrið, ið var.
Eisini bleiv sagt, at toran hevði
sligið niður í flogfarið, so at tað
mátti eftirkannast. Eg gloymdi at
skriva um flogferðina til Egils-
staðir, at flogskiparin segði í
hátalaranum, at ísur var lagdur á
propellurnar, so hann mátti koyra
meira á motorin. Tað helt eg vera
nervapirrandi…
Tá ið vit komu á Egilsstaðir og
ikki sluppu í flogfarið, helt
Dávíd, at vit skuldu fara inn á
ein rossagarð. Vit vóru varug
við, at Dávíd og vertsfólkini
vóru serliga væl og fingu tá at
vita, at hettar var systir hansara
Ragnheiður Samuelsdóttir, sum
átti garðin saman við manninum
Stéfani Sveinssyni. Rossini
brúktu tey til útleigan og til sølu.
Har borðreiddu tey við góðari
heitari súpan, sum smakkaði sera
væl í óveðrinum. Í hesum húsi
tóku tey ímóti ferðandi. Tey
høvdu gjørt kømur í kjallaranum
og høvdu stóran køk, sum eisini
kundi borðreiðast í, sum eini
vanlig hús í Føroyum. Eg spurdi
um tey høvdu gistingarloyvi frá
myndugleikunum, og tað var
beinanvegin, so lá tað skrivliga
loyvið hjá teimum á borðinum,
og søgdu tey mær, at einasta
myndugleikarnir kannaðu gjølla
var, hvussu umstøðurnar vóru til
at sova. Eg hugsaði við mær, at
tað bleiv meira strammað at í
Føroyum.
Tá ið tørnast skuldi inn, beyð
Dávíd Peturi og mær at sova á
nýggja hotelli, við tað at vit
høvdu sovið á einum eldri gist-
ingarhúsi á Seyðisfirði. Petur M
vildi heldur sleppa at gista á tí
eldra, har abbi hansara hevði
búleikast á yngi árum, so tað
blivu John Eysturoy, Kristian
Olsen og eg sjálvur, sum gistu á
tí nýggja hotellinum.
Av Egilsstøðum gekk leiðing hjá
føroyska ferðalagnum til
Seyðisfjarðar. Har var móttøkan
sera góð _ og sonur Hans í andarisa,
sum var heimansandsmaður, giftur
og býr á Seyðisfirði, tók ímóti
føroyingunum. Hann er borgarstjóri
á Seyðisfirði
Mynd: Edvard Joensen
Aftara rað frá vinstru: Heidi Kilgour, Suðuroyar Kunningarstova, Vági, Per Hansen, Ferðaráð Føroya, Póla Strøm,
Suðuroyar Kunningarstova, Tvøroyri, Petur Martin Petersen, Eysturoyar Kunningarsotva, Fuglafirði, John Eysturoy,
Ferðaráð Føroya, Christian Olsen, Norðoya Kunningarstova, Sólvit Simonsen, Sandoyar Kunningarstova og Davíð
Samúelsson, Kunningarstjóri í Hveragerði, ferðaleiðari
Fremra rað frá vinstru: Anna Sofía Nordendahl, Kunningarstovan í Vágum, Rannvá Troest, Eysturoyar
Kunningarstova, Runavík, Anna Maria Ellingsgaard, Kunningarstovan í Havn
Mynd: Edvard Joensen
Sólvit Simonsen av Sandi, og Hans í
Andarisa, sum eisini er heiman av
Sandi, men býr á Seyðisfirði
Mynd: Edvard Joensen
Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004
7
Kinna Poulsen
Onkur hevur møguliga undrast
yvir hálvkvøddar vísur um lista-
mannin Øssur Mohr og hansara
støðu í føroyska listaumhvørv-
inum. M. a. nevndi Helgi Fossá-
dal, nevndarlimur í Listasavni
Føroya, í Degi og Viku, at Øssur
Mohr ikki var viðurkendur mill-
um viðurkendu listafólkini her
heima. Samstundis lat altso
serframsýning upp í Listaskál-
anum við myndum hjá hesum
sama Øssuri Mohr. At hava
serframsýning í okkara tjóð-
listasavni er eyðvitað tann størsta
viðurkenningin, eitt føroyskt
listafólk kann fáa í Føroyum,
ikki minst tá hon verður knýtt at
Listastevnuni. Men hvussu man
hetta hanga saman? Er Øssur
Mohr viðurkendur ella ikki, og
hvørjar eru orsøkirnar til
omanfyri lýstu tvørstøðu?
Vantandi sjálvstøði
Hvørt eitt listafólk er viðurkent
ella ikki valdast kanska, hvønn
tú spyrt. Til dømis hevur Øssur
Mohr í fleiri ár verið fastur fúsur
bæði á Ólavsøkuframsýningum
og á Várframsýningum, eins og
hann hevur havt nógvar serfram-
sýningar bæði her og niðri. Hetta
kundi jú týtt upp á eina lutfals-
liga viðurkenning. Men so er tað
teir ómøguligu ummælararnir. T.
d. hevur undirritaða í fleiri um-
mælum gramt seg um vantandi
sjálvstøði í verkum Øssurs Mohr,
og tað hava aðrir ummælarar
eisini gjørt, eitt nú Malan
Marnersdóttir. Undirritaða er ei
heldur einsamøll um at leggja til
merkis, at Øssur Mohr í stóran
mun hevur lagt seg eftir at mála
sum Zacharias Heinesen, ella í
øllum førum soleiðis, sum
Zacharias málaði fyrr (frá seinast
í 80´unum og gjøgnum 90´ini).
Myndevnið er tann av yvirfegnu
ummælarunum í Kunstavisen
sera vældámda klisjein, bygdin
við havið, tey elskuligu litríku
húsini í náttúrunar velduga mátti.
At tað hevur eydnast Øssuri
hampiliga væl at ogna sær stílin,
kundi niðanfyrilýsta uppliving
týtt uppá.
Typiskt Heinesen
Ein gerandisdag beint áðrenn
Ólavsøku einaferð í 90´unum var
mær fyri ein døguraðtíma at vera
stødd einsamøll í stóra framsýn-
ingarsalinum í Listaskálanum.
Eg var í nevndini, ið hetta árið
skuldi velja út og seta Ólavsøku-
framsýningina saman. Hetta er
ongantíð nøkur løtt uppgáva,
men altíð ein spennandi avbjóð-
ing, serliga tí tú veitst, at hetta er
tann føroyska listaframsýningin,
ið verður sædd av flestu føroy-
ingum. Eg gekk tískil spent og
hugdi at innkomnu verkunum, ið
vóru stillaði kring salin, tá hurð-
in brádliga brast upp og trý fólk
trinu so andbrá inn í salin. Á
odda gekk pelsklædd kona, og
hon stýrdi beinleiðis móti einum
størri málningi. Og áðrenn
undirritaða yvirhøvur var komin
so mikið langt sum til at samla
bilsnu høkuna upp aftur, fór
pelsakonan við kennarabragdi í
holtur við langrøkjuta einatalu
um Zacharias Heinesen:
»Ja, det ER jo Zacharias, - et
vidunderligt værk. Det er jo et
typisk Heinesen-billede, der
ligesom indkapsler naturen på
Færøerne PRÆCIS sådan som
man kender det med regn og tåge
og så det der storslåede, som er
så svært at sætte ord på... Og
farverne! Det er KUN Heinesen,
der kan få de farver frem... - De
færøske malere er vidunderlige,
men Heinesen er jo milevidt
foran, ikke sandt?«.
Hetta seinasta var vent til tann
fullkomiliga málleysa
listafrøðingin, sum nú noyddist
at manna seg upp og greiða frá,
at tað ikki var Zacharias
Heinesen, ið málað hevði
myndina, men ein yngri
føroyskur listamaður, ið æt Øssur
Mohr. Konan var bæði
forharmað og fornermað, og tað
batti einki, hvussu so eg
trávissaði hana um listarligt
gløggskygni og ta eyðsýndu
líkheitina millum myndirnar hjá
teimum báðum listamonnunum.
Og tá eg fegin greiddi henni frá
tí greiða fyrimuninum, at
myndin, henni dámdi so væl bert
kostaði helmingin av, hvat ein
mynd hjá Zachariasi í somu
stødd hevði kostað, gjørdist
henni tað heila so ovboðið, at
hon fór.
Listasnobbarí
Listasnobbarí er eitt ógvuliga
vanligt og lutfalsliga óskaðiligt
fyribrigdi, ið fá kunnu siga seg
heilt frí fyri. Listasnobbarí trívist
eins væl millum føroyingar, sum
tað tykist gera niðri og í restini
av heiminum, í øllum førum tí
partinum, har fólk eiga ov mikið
av pengum. Tað skal eitast at
vera fínt at hava áhuga og skil
fyri list, og tí er best at um ikki
annað lata sum um og mutla:
»Áhugavert« ella »Hann leitar...«
og nikka samvitandi til síðu-
mannin meðan tú granskar lista-
verkið. Men listaáhugi kann jú í
øllum formum føra til listakeyp,
og tí er listasnobbaríið góðtikin
partur av listaumhvørvinum. Eg
skal ikki duga at siga, um oman-
fyrinevnda kvinna lat sum um,
ella um hon veruliga var mynd-
listaáhugað. Tað er fyri so vítt
heldur ikki týdningarmikið.
Tilburðurin í Listaskálanum er
bert nevndur sum dømi um, at
tað ikki bert eru ummælarar, ið
síggja líkheit millum myndirnar
hjá Øssuri Mohr og Zachariasi
Heinesen, og tað snýr seg ikki
bert um val av myndevni. Eisini
málihátturin hjá Øssuri minnir
serstakliga nógv um tann hjá
Zachariasi heilt frá undirmál-
ingini í sterkum grundlitum til
viðgerðina av myndevninum, ið
verður skipað í fýrkantaðar
flatar.
Tað eru góð 50 ár síðani,
Zacharias fór at framsýna sínar
myndir, hann hevði tá gingið á
listaakademinum í Íslandi og
Keypmannahavn. Sum so mong
onnur gjørdi hann sína fyrstu
framsýningarroynd í Ólavsøku-
framsýningini. Øll hesi árini
hevur hann spakuliga arbeitt seg
fram til ein egnan impressionist-
iskan stíl. Hann hevur málað
framúrskarandi myndir, har hann
hevur megnað at fanga ljósið og
vætuna í tí føroyska landslag-
num. Í hesum myndunum er tað
sum allur myndflatin skyggir og
gerst glitrandi. Í myndunum hjá
Øssuri tykist tað snúgva seg um
júst tað sama, um ljósglottar, og
hvussu teir upplivast í tí váta,
føroyska veðurlagnum.
Íblástur valdast?
Men hevur Zacharias patent upp
á omanfyrinevnda stíl? Er júst
hasin mátin at mála bygdina við
havið ikki at kalla ein listarligur
skúli í Føroyum? Er íblástur ikki
fult út legalur? Er Zacharias ikki
sjálvur ávirkaður av eitt nú
franska listamanninum Paul
Cézanne? Stendur eitt listafólk
ikki altíð á herðunum á ættar-
liðunum frammanundan, og hvat
við øllum teimum mongu før-
oysku listafólkunum, ið eru
ávirkað av Mikinesi?
Jú, sjálvandi er íblástur góður,
men íblástur valdast. Spurning-
urin er, um vit yvirhøvur kunnu
seta originalitetskrav longur til
listina, eftir at t. d. amerikanski
popplistamaðurin Andy Warhol
fór í gongd við at hópframleiða
listaverk. Fyri at leggja dent á
tað óupprunaliga og hópfram-
leidda árinið við hansara verk-
um, nevndi hann sína starvsstovu
»The Factory«. Tað er nú sera
ivingarsamt, at tað er tann vegin,
Øssur Mohr ætlar. Í blaðsamrøðu
í sambandi við framsýningina í
Listaskálanum greiðir Øssur
Mohr frá, hvussu føroyska nátt-
úran, serliga vakra náttúran kring
heimbygdina Fuglafjørð, hagani
hann er, ávirkar hann sum lista-
mann. Øssur Mohr er ivaleyst
dámligur maður, hann tykist
eyðmjúkur og sigur tað vera stór-
an heiður at sleppa at sýna fram í
Listaskálanum í sambandi við
Listastevnu Føroya.
Framsýningarstøðið
lækkað
Tað er eisini væl skiljandi, at
Øssur Mohr er fegin. Hansara
náttúruupplivingar eru so mikið
vælumtóktar, at hann fyri 4 árum
síðani kundi byrja at mála fulla
tíð og eftir bert 4 ár innan pro-
fessionella myndlist, hanga
verkini hjá honum í Lista-
skálanum. Tað er væl megnað av
Øssuri, men ikki av Listaskál-
anum, sum í løtuni minnir meira
um eitt gallarí enn um eitt
tjóðlistasavn soleiðis at skilja, at
virksemið í størri mun tykist
ganga út upp á sølu enn góðsku.
Og argumentið »gev fólkinum
tað, fólkið vil hava« er yvirhøvur
ikki nóg gott til eitt tjóðlistasavn.
Ein serframsýning er eyðvitað
tað sama sum eitt alment
góðskustempul, ið inniber eitt
tekin til fólkið um, at verkini hjá
viðkomandi listafólki er góðsku-
vøra. Tí skal eitt tjóðlistasavn
leggja seg eftir at sýna fram tað
allarbesta. Framsýningarstøðið,
sum hevur verið sera høgt í
Listasavnið Føroya undir leiðslu
Bárður Jákupssons, er munandi
lækkað í ár, og tað er at vóna, at
orsøkin er at finna í leiðaraskift-
inum, og at nýggi listarligi leið-
ari Listasavnsins, Inge Smærup
Sørensen, ið byrjaði 1. august,
fer at venda skeivu gongdini.
Framsýningin hjá Øssuri Mohr
er opin til 12. september. Upp-
lýsingar um framsýningina eru á
www.listastevnan.com og
www.oessur.dk
Íblástur valdast
Framsýningarstøðið, sum hevur verið sera høgt í Listasavnið Føroya
undir leiðslu Bárður Jákupssons, er munandi lækkað í ár, og tað er at
vóna, at orsøkin er at finna í leiðaraskiftinum, og at nýggi listarligi leiðari
Listasavnsins, Inge Smærup Sørensen, ið byrjaði 1. august, fer at venda
skeivu gongdini
C
M
Y
K
25
24