leygardagur 4. september 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
I
4
Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004
TÓNLEIKAPRÁT
Anna V. Ellingsgaard
anna@soslialurin.fo
Næstsíðsta fríggjakvøld endaði
konsertferðin hjá kristna rock-
bólkinum I AM á hesum sinni
við eini rættiliga sannførandi
konsert í Atlantis í Klaksvík.
Enn einaferð prógvaði bólkurin,
at heiti sum "bygdasligur" ella
"80ara bólkur" hoyra eini farnari
tíð til - um tey nakrantíð hava
verið hóskandi. Í út við 1 1/2
tíma borðreiddi bólkurin við
hørðum og dygdargóðum rocki
og eini av teimum mest pro-
fessionellu framførslunum, eg
havi sæð á føroyskum palli
leingi. Kanska vóru tað royndir-
nar frá konsertferðini uttanlanda,
sum komu teimum til góðar, ella
kanska eru I AM dreingirnir bara
blivnir vaksnir - men framførslan
fríggjakvøldið lat ongan iva vera
um, at sjálvsálitið onki feilar, og
at bólkurin hevur rættiliga nógv
at hava tað í.
Nýggja fløgan hjá I AM, sum
kom út í vetur, varð alt fyri eitt
skýrd "uttan iva dygdarbesta
føroyska fløguútgávan í ár" og
hevur selt sera væl. Tvey av
løgunum ruku beint inn á 15 tær
bestu, annað beinleiðis inn á 1.
pláss. Eisini uttanfyri Føroyar
hevur nýggja fløgan gjørt um
seg. Hon er útgivin í Danmark
og Svøríki, og í nakrar vikur lá
lagið "Believe" á hitlistanum hjá
svensku útvarpsstøðini Flow.
Ambitiónirnar eru onki minni
enn altjóða gjøgnumbrot, og í
løtuni verða I AM markn-
aðarførdir í Japan.
Bygdafrell ella…
Lopið frá bygdfrellunum við
nøkrum halleluja sangum til
seriøsar rocktónleikarar hevur
verið langt, og tað hevur tikið
sína tíð. So seint sum í desembur
síðsta ár tekur ein ummælari á
Dimmalætting soleiðis samanum
vanligu myndina av I AM:
"Havi ongantíð ivast í, at tón-
leikararnir í bólkinum eru
evnaríkir - teir hava bara verið
skeivt plaseraðir í eini sjangru,
sum er eitt millumting millum
gospel og gamaldags rock. Tað
hevur virkað - á góðum
havnamáli - bygdasligt." Sigast
skal, at sami ummælari gav
nýggju fløguni eitt avbera gott
skoðsmál, men hvaðani halda
limirnir í I AM sjálvir, at hatta
afturvendandi "bygdasliga"
stavar?
- Nú er tað jú so, at tað, sum er
bygdasligt í Havn, ikki endiliga
er bygdasligt aðrastaðni, flennir
bassspælarin, Eybjørn Jacobsen.
Onkuntíð virkar tað sum, at bara
okkurt ikki er úr Havn, so er tað
bygdasligt ... Við okkara tónleiki
haldi eg, tað hekk saman við, at
hetta var nakað heilt nýtt í
Føroyum, og ongin visti rætt-
iliga, hvat tey skuldu kalla tað.
Og tónleikaliga var tað kanska
ikki heilt av leið at kalla tað
bygdasligt, tí okkurt av tí minti
nokk eitt sindur um 80arara
rock.
- Hatta við tí bygdasliga, hevur
kanska eisini okkurt við respekt
at gera, hugleiðir gittarspælarin
Arni Zachariassen. Nú fornermi
eg uttan ivan onkran, men heilt
erligt - nógvir av teimum anda-
ligu bólkunum í Føroyum hava
ikki verið serliga seriøsir. Ongin
av teimum, sum vóru, tá I AM
byrjaðu, eru til longur sum
bólkar. Teir flestu av teimum
vístu seg bara uttanfyri sam-
komuna til okkurt serligt anda-
ligt tiltak, og sóðu ikki út til at
hava aðrar ambitiónir. Tað er
sjálvandi eisini í lagi, men slíkt
ávirkar hugburðin hjá fólki til
"hatta slagið" av bólkum. Og tað
trúgvi eg, hevur verið ein av
orsøkunum til, at tað hevur verið
trupult at sannføra fólk um, at I
AM also ætlaðu meir og annað,
sigur Arni.
Høpisleysar
samanberingar
Sambært limunum í I Am, hevur
tað eisini verið eitt haft um bein-
ini á teimum, at ummælarar og
onnur blíva við at kalla teir ein
gospelbólk.
- Vit hava ongantíð sjálvir
kallað okkum ein gospelbólk.
Tað eru onnur, sum hava funnið
uppá tað, uttan iva, tí tey ikki
duga at rúma tankanum um ein
kristnan rockbólk. Í Føroyum
verður allur andaligur tónleikur
við eitt sindur meir av futti í enn
Kingosálmar kallaður gospel, og
tað er púra burturvið, sigur
Birgir.
Meðan gospelsjangran fyrst og
fremst hevur tónleikaligar røtur í
negro spirituals umhvørvinum,
lýsa I AM sín tónleik sum
harðan, einfaldan, melodiøsan
rock við eksperimenterandi
innsløgum.
- Tað er í fínasta lagi, um fólk
ikki hava virðing fyri okkara
tónleiki, tí tey halda hann vera
vánaligan ella óseriøsan, leggur
Arni afturat. Men tað er spell,
um tað kemst av óviðkomandi
orsøkum, og út frá høpisleysum
samanberingum. Eg havi til
dømis heldur ongantíð skilt eitt
argument sum, at okkara tekstir
eru so einstáttaðir, tí teir eru
andaligir. Vil tað so siga, at bara
tú syngur um grønan bø og
svikin hjørtu, so verður tú djúpur
og poetiskur? Eg haldi meg hava
hoyrt onkran rættiliga einstátt-
aðan sang av tí slagnum…
Strangt disiplin
Eitt tað fyrsta, tú leggur merki til
á konsertunum hjá I AM, er, at
teir virka óvanliga disiplineraðir.
Ikki tí, tað er bæði pláss fyri at
leypa niður av pallinum og spæla
gittar við tunguni, men teymarir
verða ongantíð sleptir heilt. Og
eitt tekniskt brek á pallinum
fríggjakvøldið varð til dømis
sera snildisliga og professionelt
fjalt, við einum slag av "millum-
spæli" fra keyboardinum, sum fá
mundu varnast var mest sum
uppfunnið á staðnum.
- Jú, vit eru avgjørt disipliner-
aðir, tí tað er ongin vegur uttan-
um, um tú vilt hava góðskuna at
vera í lagi, sigur Birgir. Tá vit
venja, so venja vit, og tá er tað
also ikki pláss fyri at ballast ella
gera alt møguligt annað sam-
stundis. Tá vit tóku nýggju
fløguna upp, tóku vit frí frá skúla
og arbeiði, og høvdu okkara
arbeiðsdag í upptøkuhølunum í 2
vikur. Eg haldi eisini, at tú
skyldar áhoyrarnum at vera disi-
plineraður á pallinum. Í mínum
eygum er tað tekin um vantandi
virðing fyri áhoyrarnum at
standa á pallinum og rópa á
ljóðmannin og banka á mikro-
fonir og líknandi. Óhapp kunnu
sjálvandi henda, men man kann í
minsta lagi royna at leggja upp
I AM:
Ímillum skøkjur og ólavsøkugestir
Hallelujasyngjandi bygdafrellini í I AM hava sannførandi gjørt øllum spádómum til
skammar. Og við á ferðini ruku meir enn ein stívrendur, føroyskur fordómur…
Tað er bæði pláss fyri at leypa niður av pallinum og spæla gittar við tunguni á konsertunum hjá I AM, men
teymarnir verða ongantíð sleptir heilt.
AM
fyri tí, so tað ikki gongur út yvir
konsertupplivingina hjá fólki.
Svíkjarar og
satansdyrkarar
I AM eru ikki bara áhugaverdir,
tí teir tónleikaliga hava hava flutt
seg í stórum lopum eftir lutfalls-
liga stuttari tíð. Við sær á ferðini
hava teir nevniliga eisini rykt
eina røð av stívrendum fordóm-
um, sum fá mundu vænta yvir-
høvur lótu seg vika.
- Vit vistu frá byrjan, hvørjum
vit vóru uppi ímóti, sigur Birgir.
At rockur og trúgv kundu
sameinast var óhugsandi í
Føroyum tá mitt í 90unum.
Dámdi tær rock, kundi tú ikki
vera trúgvandi. Vart tú trúgvandi,
skuldi tú ikki vága tær at lurta
eftir rocki. Blandaði tú tingini
saman, var tað í besta føri 2.
flokks rockur og annars
gudsspottandi, og vit hava verðið
kallaðir alt frá svíkjarar til
satansdyrkarar. Somu fólk ringja
í dag og biðja okkum koma at
spæla til teirra tiltøk, so okkurt
er broytt ...
- Tað var nóg ringt, at fólk ikki
funnu út av, um vit vóru bap-
tistar, kirkjufólk ella okkurt
annað, leggur trummuspælarin,
Hans Ove afturat. Tey høvdu
eisini ilt við at skilja, at vit
kundu spæla á Ólavsøkukon-
sertum og Prix Føroyar, og
samstundis kalla okkum gud-
ligar. Men fyri meg hevur tað
altíð verið ein partur av enda-
málinum hjá bólkinum. Jesus
gekk jú millum skøkjur og synd-
arar - so tað mátti ikki verið so
ræðuligt at spælt fyri ólavsøku-
gestum.
- Uttan mun til, hvussu tú
vendir ella snarar tí, so hava vit
ein boðskap, sum vit vilja út til
fólk við, og tí skulu vit sjálvandi
vera har, sum fólk eru, leggur
keyboardspælarin Heðin A.
Olsen afturat.
Næsta stopp: Japan
I AM eru ambitiøsir. Málið er
onki minni enn altjóða gjøgnum-
brot, siga teir avgjørdir og ar-
beiða eisini hart fyri sakini. Í
summar hava teir verið á kon-
sertferð í Danmark, Finlandi og
Noreg, og nýggja fløgan verður
send allastaðni, har sjálvt tann
minsti møguleikin er at hóma.
- Tað dugir ikki at fella í fátt,
fyri tað um fyrstu 50
reaktiónirnar eru vinarlig avsløg,
tí kanska rakar tú næstu ferð júst
tað plátufelagið, sum bara hevur
sitið og bíða eftir tær? Tað er
soleiðis, man má hugsa, sigur
Birgir.
Og júst nú eru útlitini til, at
okkurt meir fer at henda, rætt-
iliga spennandi. Á konsertferðini
komu teir í prát við sangaran í
kenda svenska bólkinum Narnia,
sum hevur góð sambond í Japan,
og sjálvur trýr uppá møguleikar-
nar hjá I AM har. Og sum skilst,
er hesin longu farin í gongd við
at marknaðarføra bólkin Asia.
Narnia kemur annars til Føroyar
í oktobur at hava konsertir, har I
AM skulu vera upphitarar.
Sjálvir trúgva teir eisini uppá ein
møguleika í Japan, men við-
ganga, at tað hevði ikki verið so
galið, um eitt sindur av hepni
eisini var við teimum.
- Man skal vera blindur fyri
ikki at síggja, hvussu langt tú
kanst koma við hepni í hesum
yrkinum, sigur Arni. Tað er ein
av orsøkunum til, at bólkar, sum
ikki eru serliga seriøsir ella
góðir, ofta enda á ovastu rók. Tað
kann kennast eitt sindur beikst
onkuntíð, men so má man royna
a siga við seg sjálvan, at teir
neyvan verða sitandi har serliga
leingi. Nógvir føroyskir bólkar
høvdu uppiborið eitt sindur meir
hepni uttanlanda, men hinvegin
skalt tú eisini ansa tær - ov nógv
álit á hepni er skjótasti vegurin
til musikalskt sjálvmorð, sigur
Arni.
Ikki tí, mamma sigur tað…
At vika føroyskar fordómar er
ikki bara sum at siga tað - og
slettis ikki, tá tað ræður um
átrúnaðarligar fordómar. Tað er
neyvan nakar ivi um, at I AM
eiga ein part av æruni, men
sjálvir vísa teir á, at tíðin og
tíðarandin nokk eisini hava verið
við teimum.
- Onkuntíð haldi eg, at vit eru
eitt sindur, sum kvinnurørslan,
heldur Arni. Ræðuligur ágangur,
tá kvinnur fyrstu ferð stungu
nøsina fram. Nú halda vit okkurt
er galið, um tær ikki gera tað.
Ella hava vit bara verið hepnir og
rakt ein postmodernaðan tíðar-
anda, har gamlir sannleikar ridla,
og fólk taka eitt sindur av hesum,
eitt sindur av hasum og petta tað
saman sjálvi, inntil tað gevur
okkurt slag av meining.
- Ongum nýtist, í hvussu er, at
vera í iva um okkara meining,
sigur Birgir
- Skal tað koma an uppá tað,
so vil eg heldur vera bygdasligur
og trúgvandi, enn cool og onga
trúgv hava, skoytir Eyðbjørn
uppí.
- Kann man ikki bæði vera
cool og trúgvandi?, spyr Heðin.
- Avgjørt, sigur Arni. Og um
nakar skuldi ivast, so eg eri also
ikki trúgvandi, tí mamma mín
sigur tað…
Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004
5
- Vit hava ongantíð sjálvir kallað
okkum ein gospelbólk. Tað eru
onnur, sum hava funnið uppá tað,
uttan iva tí tey ikki duga at rúma
tankanum um ein kristnan
rockbólk, siga limirnir í I AM.
I AM dreingirnir eru ikki bara vorðnir vaksnir. Teir hava eisini rættiliga
nógv at hava sjálvsálitið í eftirhondini.
C
M
Y
K
27
26