Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004 Á ferð við Hensley Bretski tónleikarin Ken Hensley var eitt av høvuðsnøvnunum á Summar Festivalinum, sum varð hildin í Klaksvík í august mánaði. Ken Hensley hevur skrivað eina persónliga frásøgn frá ferðini til sínar fjepparar kring heimin, og við loyvi frá honum endurgeva hana her í blaðnum DAGBÓK Ken Hensley Myndir: Blitz Foto Tá tú hevur verið so at siga alla- staðni, er tað serliga spennandi fyri teg at fara til eitt nýtt stað fyri fyrstu ferð. Áðrenn kon- sertin í Føroyum kom upp á tal, minnist eg meg at hava hoyrt um Føroyar í veðurtíðindunum sum barn heima í Onglandi. Føroyar eru 18 oyggjar norð- anfyri Skotland og Hetland, men støðan hjá teimum mitt í golf- streyminum ger, at har er veður- lagið mildari enn í norðari parti av Skotlandi. Hóast Føroyar eru ein partur av Danmark, hava før- oyingar sítt egna mál – sum líkist íslendskum – og tá eg ikki skilji føroyskt, so var tað ein stórur lætti fyri okkum, at so at siga øll tosaðu gott enskt. Vit flugu úr Alicante til Keyp- mannahavn, og haðani fóru vit við flogfari til Føroyar. Veðrið var gott, tað var klárt, og tað var stórsligið at síggja oyggjarnar úr erva. Mín fyrsti skelkur á ferðini var, at eg var ílætin til 40 hitastig í Spania, og veðrið var heldur kaldligt, hóast tað var gott. Næsti skelkurin var, at kassa- gittarin hjá mær var ikki við flogfarinum. Hann lá eftir í Keypmannahavn og fór ikki at koma fram fyri dagin eftir. Tað hevði við sær, at vit máttu finna ein nýggjan kassagittar til work- shopina um kvøldið. Øll hesi ár- ini, eg havi ferðast kring heimin, minnist eg ongantíð áður, at nak- að ferðagóðs hjá mær hevur verið seinkað, so hetta var eisini nakað nýtt. Smalir tunnlar Aftan á at hava koyrt í ein tíma komu vit til ferjuna, so skuldi sigla okkum til Klaksvíkar, og tá vit komu til Klaksvíkar, høvdu vit verið á ferð í 11 tímar. Tað er líka leingi, sum tað tekur at koma úr London til Los Angeles, men tann samanberingin kann neyvan brúkast til nakað. Útsýnið úr bilinum og av ferj- uni var sera gott, stilt og blankt hav (tað er ikki so løgið at ímynda sær, hví víkingaskipini sigldu her á leið), nógv vøkur fjøll, men... eingi trø. Her eru 50.000 fólk, 80.000 seyðir, men trævøksturin er ikki góður. Vertirnir hjá okkum vóru fyri- komandi og vinarligir, og soleið- is var við øllum fólkunum, sum vit hittu í Føroyum. Øll fóru sera væl við okkum. Tey vóru glað og sunn fólk, stolt og sjálvstøðug, og tey gjørdu alt fyri, at vit kundu hava tað gott. Búskapurin hjá føroyingum byggir á útflutn- ing av fiski, og vit sóu millum annað nakrar aliringar, har vit koyrdu. Tá vit komu í land í Klaksvík, koyrdu vit í 20 minuttir upp um fjøllini til gistingarhúsið hjá okk- um. Og vit koyrdu eisini tvær ferðir ígjøgnum eitt fjall. Hesir smáu tunnlarnir høvdu bara eina koyribreyt, og fyri at bilarnir kunnu møtast, so er neyðugt at annar bilurin koyrir inn í eitt víkipláss, so hin kann sleppa framvið. At fólk soleiðis halda av fyri hvørjum øðrum hevði ikki komið fyri seg í Spania, har høvdu fólk heldur doyð enn hildið av, men her gekk alt róliga fyri seg. Nýtt at vera púra einsamallur Føroyar eru rættiliga avbyrgdar, og tað er trupult fyri meg at ímynda mær, at eg kundi búð har, men eg hevði fegin vilja sloppið aftur og kanska sloppið at gingið meira í fjøllunum og notið lívið har. Klaksvík er ein fiskivinnubýur, heilt einfalt. Eini 5000 fólk búgva har, og har er útsýnið sum á einum postkorti – sera vakurt. Men nú vóru stundir at fara til arbeiðis, og eg hevði fyrireikað meg til eina workshop, sum var ein lítil samling av (heppnum?) fólkum, sum vildu hava meira at vita um mína sangskriving og annað. Og eg var fegin um at vera við til hetta. Workshoppin varð hildin í einum lítlum sjónleikarhúsi, sum eitur Atlantis, og eg hevði lánt mær ein kassagittar, har var eisini eitt klaver og eitt Hamm- ond orgul, hóast eg ikki hevði ætlanir um at brúka tað – men fólkini vildu nakað annað. Í 90 minuttir prátaðu vit, eg spældi eitt sindur, flenti, fortaldi og skrivaði autografar. Mær dámar væl slík tiltøk, tí tey geva mær møguleikan at koma í samband við fólk á ein annan hátt, og tað verði eg aftur noydd- ur at gera, tá eg skal hava mína fyrstu veruligu solokonsert í St. Petersborg í næstu viku. Eg vóni, at tiltakið í Klaksvík hevur sett gongd í nakað, tí eg vil fegin endurtaka slíkt tiltak næstu árini. Ongantíð aftur lunda So var leiðin løgd aftur til gist- ingarhúsið – og eina sjónvarpsrás og onga telefon... kul! – og har fingu vit at eta. Tónleikararnir høvdu longu etið, og teir vóru farnir í song, men kokkurin vildi fegin vera seint upp og geva mær og Monicu at eta, tá vit komu heim. Vit fingu eina frálíka máltíð við lundum, grønmeti og nógv- um øðrum góðum afturvið. Vit eta neyvan lunda aftur, tí tá vit sóu ein lunda flúgva fram við, vóru vit næstan kedd av at eta beiggja ella systrinum hjá honum... Vit eru ikki vegetarar, men vit elska djór, og summi djór eru næstan og fitt til at eta – stakkals Monica er framvegis kedd av at hava etið lunda. Tað er eingin kriminalitetur í Føroyum. Púra eingin. Nær hevur tú seinast latið lyklarnar staðið í bilinum? Við vilja meini eg! Tað gera tey í Føroyum, og tað fær tað at hugsa eitt sindur! Tey syngja helst um fisk Leygardagin fóru vit á føtur í góðari tíð og fingu morgunmat. Mjørkin hekk yvir bygdini, og tað er trupult at greiða frá hes- um. Eg hevði gloymt fototólið hjá mær eftir, so eg fái heldur ikki víst tykkum tað. Hetta var fyrstu ferð, at tey høvdu ein tónleikafestival í Klaksvík, men fyri tað mesta legði tú als ikki merki til hetta. Fyriskipanin var góð og skjót, og tað var bara í onkrum smálutum, at royndirnar manglaðu eitt sindur. Vit fóru til Klaksvíkar fyri at kaga inn í handlarnar, áðrenn vit skuldu hava ljóðroynd. Ljóð- royndin var eitt sindur kaotisk, men vit komu ígjøgnum hana, so Ken Hensley var sera áhugaður í listarverkunum hjá Archibald Blak Hensley hevur ljóðroynd leygardagin Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004 7 at børnini kundu fáa teirra undir- hald klokkan trý. Lokalir bólkar vóru á pallinum áðrenn okkum, og eg skilti ikki alt, sum tey sungu um. Men tað hevur helst verið um fisk! Tað finnist nógur sangur í Føroyum, sum stavar frá miðøld- ini, og tað eru bókstaviliga talt túsundavís av versum og rímum, sum eru latin frá einum ættarliði til annað uttan at hava verið skrivað niður fyrr enn fyri eini 200 árum síðani. Eg sang sjálvandi á enskum, og ljóðið á pallinum var á góðari leið, men nakað av útgerðini skuldi brúkast av fleiri bólkum, og tað er vanliga uppskriftin til kaos. Vit gjørdu tað, vit kundu, fyri at sleppa undan at skifta ov nógv, og so fóru vit at fáa okkum eta og vónaðu tað besta. Vit høvdu trý korter áðrenn konsertina hjá okkum til at fáa tað seinasta upp á pláss, so vit løgdu eina ætlan og fingu síðani ein smakk av lokalum mati, hummara, laksi og óførum blíð- skapi. Eg var enn einaferð mint- ur á, hvussu heppin eg eri at hava tónleikarar við mær, sum hava virðing fyri øðrum og sum eru høfligir. Tað er júst soleiðis, tú skalt bera teg at, tá ið tú møtir slíkari vinarligheit, sum vit gjørdu í Føroyum. Archie var vorðin ein vin- maður sera skjótt, og hann bjóð- aði okkum heim til sín. Eg hevði hug at síggja listina hjá honum, og hann og konan bjóðaðu okk- um eitt sindur av lokalum mati. Vit royndi turra grind, turran fisk og tvøst. Tað var eitt stórt uppliv- ilsi at verða boðin heim til fólk, og vit vóru fegin fyri at fáa møguleikan í Føroyum eisini. Men tíðin gekk undan, og vit máttu fyrireika okkum til framførsluna. Vit koma aftur Metingin var, at tað vóru yvir 3.000 fólk og lurtaðu, meðan vit spældu. Tey vóru komin úr øllum landinum, og tey vóru við frá byrjan til endan. Tá vit spældu okkara seinasta sang, Lady in Black, vóru tey við at vera frá sær sjálvum. Ljóðið á pallinum var vánaligt, monitorljóðið var farið út av lagi síðani ljóðroynd- ina, og vit fingu tað ikki upp á pláss, meðan vit spældu. So vit vóru bara noyddir at leypa út í tað og gera okkara besta. Ljóð- maðurin hjá okkum, Stephan, hevði gjørt eitt gott arbeiði við ljóðinum út móti fólkinum, soleiðis sum áhoyrararnir reageraðu. Øll høvdu tað gott, og eg hugnaði mær av álvara. Aftaná framførsluna var eg útlúgvaður, og vit fingu bara nakrar tímar við svøvni, áðrenn vit fóru á longu heimferðina. Tað var ein fantastisk uppliving í einum frálíkum landi við fantastiskum fólki. Takk til tónleikararnar, Stephan fyri at taka sær av ljóðinum, Archie, Eli, »Wintherbottom«, Eyðun og øll hini deiligu fólkini, sum vit hittu. Eg siga hjartans takk fyri upplivingina, og eg vóni, at vit koma aftur at vitja einferð. God bless, Ken Grindin skuldi sjálvandi eisini roynast Hensley saman við sínum tónleikarum og føroyingum Ken og Monica njóta tað góða útsýnið á Grønabóli C M Y K 29 28