Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. september 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004 Zarepta er cool Tað er stuttligt í Zarepta halda flestu børn, sum hava verið á summarlegu har. Børnini, sum vóru á leguni fyri tey 9 ára gomlu fingu eina serstakliga góða viku, tí veðrið var av tí allarbesta og sólin skein hvønn einasta dag. Sosialurin var á vitjan við myndatólinum. Umframt myndirnar her á síðuni, prenta vit eisini grein um summarlegurnar í Zarepta, sum komandi á hava 40 ár á baki Børnini nýtast ikki at keða seg, tí Zarepta hevur nógv ymiskt, sum børnini kunnu stuttleika sær við, eitt nú rennistrong og hoppipútu, sum eru sera væl umtókt millum børnini Og so var tíð at fara í svimjihylin at svala sær á eina løtu. Børnini høvdu úr at gera og stuttleikaðu sær óført frá eyga fór sundur til tað fór saman Henda fitta diddan var sloppin til Zarepta við mammu síni, sum hjálpti til á leguni. Alt arbeiðið í Zarepta er sjálvboðið, og fleiri foreldur nýta høvið at hjálpa til, tá børn teirra kortini skulu á legu Sosialurin Nr. 168 - 4. september 2004 9 Hóast veðrið var av tí allarbesta, vóru eisini stundir til ítriv innandura. 11 ára gamli Andras úr Klaksvík var hjálpari á leguni, og her er hann í ferð við at laminera eitt bíbliuvers Gentunum dámdi væl at fanga kombikk og hugnaðu sær í tímavís við áarbakkan. Umstøðurnar í Zarepta, bæði innan- og uttandura, mugu sigast at vera av teimum bestu til slíkar legur Nógvur matur skal til, og hesa vikuna var tað Hallgrím Miðberg, bakari í Saltangará, sum var høvuðskokkur Nú dagurin at enda er, og stundir komnar at leggja alt í hond hansara, sum øllum valdar C M Y K 31 30