Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Sosialurin JUNI 2016 Bólkur F Søgan... Íslendska uppskriftin Tað er fólkaveitsla í Íslandi, har 'Strákarnir okkar' hava skapt endurljóð um allan heimin við at spæla seg til fyrsta endaspælið í fótbólti nakrantíð. Ísland stendur á einum øðrum enda í løtuni, og eini 30.000 íslendingar seta kósina til Fraklands at stuðla hetjum sínum S tóra søgan í alheims miðlum er, at tað einans búgva 330.000 fólk í Íslandi. Tað er nakað tað sama fólkatalið sum í Wigan, ein útjaðari av býnum Manchester í Onglandi. Hetta verður mett sum stórhending og undrunarvert væl avrikað av einari somikið lítlari tjóð. Fótbóltshallir At tað skal bera til at hava eitt somikið gott landslið ímillum so fáar íbúgvar, hevur drigið mangar venj­ arar og tíðindafólk til Íslands fyri at hoyra nærri um uppskriftina, ið liggur aftanfyri avrikini. Frágreiðingarnar kunnu kókast niður í trý yvir­ skipað punkt: góðar umstøður, gott ungdóms­arbeiði og góður hugburður. Eins og vit kenna tað frá Føroyum, so spælir arktiska veðurlagið mangan eitt puss, soleiðis at tað ikki altíð viðrar at venja uttandura. Síðst í 1990-unum, tá ið búskaparhjólini í Íslandi mulu við fullari ferð, vórðu nógvar íløgur gjørdar í ítróttin. Við hugflogi úr Noregi varð farið undir at byggja fótbólts­hallir. Tann fyrsta stóð liðugt bygd í ár 2000 tætt við flogvøllin í Reykjavík, og síðani tá eru sjey fótbólts­hallir í fullari stødd bygdar afturat. Møguleikar Fótbóltshallirnar hava givið íslendingum møgu­ leikan at lyfta fótbóltin upp á eitt hægri støði. – Góðir atkomumøguleikar er tað, sum í stóran mun skilir okkum frá restini, sigur Daði Rafnsson, høvuðs­ungdómsvenjari í felagnum Breiðabliki, við The Telegraph. – Tú skalt ikki ferðast langt áðrenn tú finnur góðar venjingarumstøður, og tað kostar heldur ikki nógv at venja. Øll sleppa framat. Vit velja ikki spælarar burturúr tá ið teir eru 10 ella 12 ára gamlir. Tað er stóri trupulleikin á teimum stóru fótbólts­ skúl­unum. Har frávelja tey ov tíðliga, heldur Daði. Íslendingar eru eisini av tí sama ídnir at venja. Nógv byrja longu tá ið tey eru trý ára gomul, og tað er mest vanligt, at børnini venja seks ferðir um vikuna 11 mánaðir um árið. Góðu umstøðurnar hava elvt til, at fólk flokkast um fótbóltin. Í Breiðabliki, sum er eitt av stóru feløg­unum í Íslandi, er eingin trupulleiki at fáa væl út­búnar venjarar. Ísland er nevniliga ógvuliga væl fyri, tá ið tað snýr seg um fótbóltsvenjarar, tí har er nevniliga ein UEFA-útbúgvin venjari fyri hvørjar 500 spælarar. Í Onglandi er til samanberingar ein UEFA-útbúgvin venjari fyri hvørjar 5000 spælarar. – Av tí at vit ikki hava nógvar útreiðslur til um­ støður, so kunnu vit brúka meira pengar upp á venjarar, greiðir Daði frá. Hann vísir eisini á, at tá ið spælarar sum Gylfi Sigurðsson, ið er uppaldur í Breiðabliki, verður seldur fyri nógvar milliónir ímillum útlendsk feløg, so dryppa pengar í kassan hjá íslendska barndómsfelagnum. Hugburður Tað triðja og seinasta í íslendsku uppskriftini er góður hugburður. Geir Thorsteinsson, formaður í íslendska fótbólts­sambandinum, heldur, at húsagangurin hjá Íslandi í 2008 broytti nakað við hugburðinum hjá íslendingum. – Fótbólturin tók seg fram saman við tjóðini. Vit hava eina æviga trúgv um, at vit kunnu vera við á hægsta støði – tað veri seg bæði ítrótt og tónleik. Tað er allarhelst okkurt við hugburðinum. Vit upp­ føra okkum ikki sum um vit eru 330.000. Tað løgdu øll til merkis, tá ið landið fór á húsagang. Vit vóru púra vill og alt rapaði, tí vit uppførdu okkum sum um vit vóru fleiri milliónir, heldur hann. Heimir Hallgrímsson, núverandi hjálparvenjari og nýggjur høvuðsvenjari eftir at EM er av, heldur, at hugburðurin hevur borið íslendingar langt. – Øll vita, at vit ikki kunnu vinna ein dyst við 11 ein­stak­lingum. Okkara størsta stjørna er Gylfi Sigurðsson, og hann er óivað tann, ið stríðist mest á vøllinum. Hvør kann tá vera sløvur, ljóðar retoriski spurningurin hjá honum.