Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 4 Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgar­ stjóri í Klaksvík, var mangan speirikin við ætlanunum um at leggja Klaksvík undir glas. Tað var tí, at klaksvíkingar í áttati­ árunum høvdu eina ætlan um at leggja miðbýin undir glas. Tað bleiv kortini ongantíð til nakað. Men tað er nú eydnast einum klaks­ víkini í Havn at leggja part av Havnini undir glas. Upp undir vikuskiftið hava menn lagt Perlutorgið – sum er økið millum Miðlahúsið í Vágsbotni og Perluna undir glas. Bogi Andreasen er býráðslimur, men tað helst sum embætismaður hjá Tórshavna kommunu, at hann hevur trýst á fyri at fáa verkætlanina framda. Bogi er leiðari á Reinsarínum og Perluni – og tað er hann, sum varðar av økinum, sum nú kann nýtast sum útirúm – sjálvt um tað regnar. Arbeiðið verður mett at kosta umleið eina millión krónur. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 2-7 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s 0-5 m/s Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av eystri, 2 til 7 m/s, um náttina snarar hann í ein landsynning. Turt og fyri tað mesta skýggjað, men sum frá líður sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig Sunnudagin frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum mánanáttina makar niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig. Leygardagin frískar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum mánanáttina makar niður í eitt lítið lot, undir 5 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina um 7 stig. 0-5 m/s Vikan ið fór Sæð á Facebook: Havi havt ein fínan fríggjadag … inntil eg fann útav, at tað er hósdagur træ-s trø h5 (Suð.) tríggi(r) 1 (plfr.) fleiráraplanta við rundum børkklæddum (meiri el. minni) høgum og tjúkkum buli (1) og greinum, planta træ; fella træ; (bíbl.) lívsins træ træ ið veitir lívsmátt, lívstræ, í miðjum aldingarði lívsins træ; (tilt.) vera sum millum børkin og træið vera illa kroystur; (orðt.) eingin fer so við trænum, at tað ikki flýtur (um e-n ið ikki hoknar undir mótburði); sum turkað træ diddarak, kaldarak. Mánadagin varð aldargamla ahorntræið í Steinagøtu í Havn felt. Tað mátti lúta fyri einum bussterminali, sum verður gjørdur í gamla Føroya Banka Hóast John Rajani av setanarbólki er innstillaður sum nummar eitt til aðalstjórastarv í Vinnumálaráðnum, so vilja Poul Michelsen og løgmaður ikki hava hann. Páll á Reynatúgvu vil ikki hava riddarakross frá drotningini. Poul Michelsen er einasta landsstýrisfólk, sum hevði sagt ja-takk til heiður frá drotningini. Høgni Madsen og B36 skiljast í ótíð Í vikuni varð Løgtingið aftur svart. Tað fær nýggjan klædning, og á ólavsøku verður tað aftur hvítt. »Træ« Glas á Perlutorgið MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt ár síðani danska kongshúsið vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni 142 MANGT OG HVAT Visti tú? At oldurabbi Margretu drotning, Kristian IX, er fyrsti danski monarkur, sum hevur vitjað í Føroyum?