hósdagur 9. juni 2016síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
5
Trygd hugsar um teg
S TA RV S L Ý S I N G
>
Trygd hugsar um teg
Vit elska at
hoyra frá
okkara kundum
Hvørja ferð okkara kundar ringja, er tað
ein møguleiki hjá okkum at veita eina góða
tænastu. Tað er ofta júst tá, kundarnir hava
brúk fyri okkum. Og júst tá skulu vit geva
teimum bestu tænastuna og upplivingina.
Vit sóknast í løtuni eftir einum nýggjum
starvsfelaga til móttøkuna og tveimum
starvsfelagum til telefonmóttøkuna.
3 størv eru leys at søkja.
Les meira á trygd.fo
ZAREPTA SUMMARLEGURNAR 2016
Hey øll børn og ung
Tað er okkum ein stór gleði, eina ferð
enn, at bjóða til summarlegur
á Zarepta í Vatnsoyrum.
Ætlanin er, um Gud vil, at fyrsta
legan skal byrja sunnudagin 26. juni.
Tekning fer fram á heimasíðuni
zarepta.fo. Ber tað ikki til,
kann ringjast á tlf. 216140
ella tlf. 284040.
Niðanfyri sæst nær legurnar eru og
legugjaldið.
Um fleiri systkin koma á legu, verður
avsláttur latin. Fyrsta barnið skal
gjalda fult legugjald, fyri annað og
triðja barnið verða kr. 75,00 drignar
frá fyri hvørt, fjórða, fimta osfr. gjalda
einki legugjald.
Ferðaútreiðslur eru íroknaðar legu-
gjaldið.
Øll sum tekna seg fáa eitt svarbræv,
har greitt verður frá hvussu ferðast
verður, hvat skal havast við osfr.
Vit gleða okkum at síggja tykkum
Lega
Aldur
Tíðarskeið
Kostnaður
Lega 1
16 – 17 ár
26. juni – 2. juli
kr. 700,00
Lega ll
15 ár
3. juli – 9. juli
kr. 690,00
Lega lll
14 ár
10. juli – 16. juli
kr. 680,00
Lega lV
13 ár
17. juli – 23. juli
kr. 640,00
Lega V
12 ár
24. juli – 30. juli
kr. 630,00
Lega Vl
11 ár
31. juli – 5. aug
kr. 590,00
Lega Vll
10 ár
6. aug. – 10. aug
kr. 490,00
Lega Vlll
9ár
11. aug – 14. aug
kr. 440,00
Tekna teg á
www.zarepta.fo
Kundi tú hugsað tær at verið við til at bygt upp
eitt fakliga sterkt roknskapareftirlit saman við
okkum?
Vit bjóða
Talan er um eitt avbjóðandi starv, har tú
verður við til at byggja upp eitt fakliga sterkt
roknskapareftirlit, sum skal vera við til at menna
góðskuna og álitið á teimum roknskapum, ið
verða latnir Skráseting Føroya.
Tú kemur at gjøgnumganga roknskapir
hjá partafeløgum, vinnurekandi virkjum,
vinnurekandi grunnum v.m. við tí endamáli at
tryggja, at ásetingarnar viðvikjandi uppsetan
av roknskapi sambært ársroknskaparlógini eru
hildnar.
Tú kemur at viðgera roknskaparligar
fyrispurningar frá viðskiftafólki okkara, umframt
roknskaparligar spurningar í sambandi við
fráboðanir eftir vinnufelagslógini m.a. í sambandi
við virðismetingar frá grannskoðarum viðvíkjandi
kapitalhækking, kapitallækking, sammanlegging
av feløgum v.m.
Eisini kemur tú at evna til reglur og
mannagongdir innan grannskoðaraøkið m.a. í mun
til krav um eftirútbúgving, trú- og heiðurváttanir,
góðkenningar/deponeringar, grannskoðaraskrá
og fyrireiking av próvtøku at gerast løggildur
grannskoðari, umframt skrivarauppgávu í
Próvtøkunevndini.
Arbeiðsumhvørvið á stovninum er dynamiskt
og óformelt, og tú fært eisini møguleika til, eftir
tørvi, at loysa uppgávur fyri aðrar stovnar, ið
Skráseting Føroya er skipað saman við.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava:
•
viðkomandi útbúgving, t.d. cand.merc.aud.
ella HD í roknskapi
•
drúgvar royndir við uppsetan og grannskoðan
av roknskapum
•
góð analytisk evni og góð samstarvsevni
•
góð evni at samskifta í skrift og talu
•
skil á heildini og samstundis ans fyri
smálutum
•
evni til at arbeiða sjálvstøðugt
Umsøkjarar, ið hava starvsroyndir á
grannskoðaravirki, hava fyrimun.
Løn og setanartreytir
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og møguligum
viðmælum skal sendast til:
Skráseting Føroya
Sigmundargøta 13
Postboks 264
110 Tórshavn
ella sum teldupostur til: skr@skraseting.fo
Umsóknir skulu vera stovninum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 13. juni 2016 kl. 12.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Jógvan Thomsen, stjóra, tlf. 356020, ella
Ken Nónklett, deildarleiðara, tlf. 356016.
Um Skráseting Føroya
Skráseting Føroya umsitur vinnufelagslógina,
lógina um vinnurekandi grunnar, lóg um
vinnurekandi virki, ársroknskaparlógina,
grannskoðaralógina og skrásetir m.a. nýggj feløg.
Skráseting Føroya hevur eftirlit við, at feløgini
lúka øll krøv, sum verða sett til teirra felagshátt,
herundir eisini viðvíkjandi lóg um hvítvask.
Skráseting Føroya er fyrisitingarliga skipað undir
Vinnustovninum, sí www.vs.fo
ROKNSKAPARKØNUR FULLTRÚI
TIL SKRÁSETING FØROYA