Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 6 Michala Petri PERSÓNSSØGA HALLUR AV RANA T að er fríggjamorgun og eg standi í einum hava nærhendis einum av høvuðs­vegnum til Havn­ar. Klokkan er júst farin av átta og einar 20 metrar frá mær standa bilarnir í longum røðum og bíða ótolnir at sleppa innum ring­vegin. Munandi tættari stendur mynda­maðurin hjá Sosialinum og tekur myndir av Michala Petri, av mong­um mett at vera heimsins besti blokk­floytuleikari, ið eg havi eina avtalu at gera samrøðu við hendan vakra summarmorgun. Meðan myndamaðurin stendur tveir metrar frá mær, og klikkini frá hansara myndatóli blandast í ein ljóðvelling við tungu ferðsluna, eri eg í mínum stilla høvdið fráverandi. Í høvdinum eri eg nevniliga farin at tilrættisleggja dagin fyri at fáa sum mest burturúr. Men brádliga steðgar alt upp, og fána ljóðini kring meg, og í staðin hoyrist eitt vakurt lag, ið eins væl kundi komi frá himlinum. Eg hyggi upp og síggi, at í samband við myndatøkuna hevur Michala Petri sett floytuna móti munninum og er byrja at spæla. Og sum hennara fingrar dansa eftir floytuni hvurvu klikkandi ljóðini frá mynda­tólinum, larmurin frá ferðsl­uni og kenslan av tíð og stað. Í eini lítlari løtu, har í einum hava í Havn, verða myndamaðurin og eg vitnir til eina heimsklassa fram­førslu, ið megnar at draga okk­um inn í ein annan heim, har alt annað runt okkum hvarv sum døgg fyri sólini. Undurbarn Michala Petri varð borin í heim 7. juli 1958 í Keypmannahavn og er dóttur Hanna Petri og Kanny Sambleben. Bæði foreldrini vóru musikalsk og framførdu við teirra gávum, so tað var ikki óvæntað, at dóttirin fylgdi teirra fótasporum og byrjaði at spæla blokkfloytu. – Eg minnist mína fyrstu blokk­ floytu, men eg minnist ikki nær eg fekk hana. Men eg byrjaði at fáa undirvísing í blokkfloytu, tá eg var fimm ára gomul, minnist Michala Petri aftur á. Skjótt gjørdist tó greitt, at unga gentan hevði heilt serligar gávur, og longu sum ellivu ára gomul metti hennara tónleikalærari, at hon var ov dugnalig til at spæla í Dan­mark. Her var talan um eitt undur­barn, ið mátti sleppa á hægri tón­listar­skúla. – Eingin slíkur skúli var í Dan­ mark, so eg steðgaði í fjórða klassa og byrjaði á hægri tónlistar­skúl­ anum í Hannover í Týsklandi, har eg læs saman við ungum, ið vóru átjan til tjúgu ára gomul. So eg havi onga fólkaskúlaútbúgving, tí longu tá gav eg alt fyri tónleikin, sigur Michala Petri. Næstu árini ferðaðist Michala Petri saman við mammu síni mill­ um Danmark og Týskland, har hon týs­dagar og mikudagar luttók í undir­vísing í skúlanum. Eftir fimm ár í skúl­anum fekk hon handað prógv sum seytjan ára gomul, eitt heilt ár áðrenn fólk vanliga byrja í skúl­anum. Einsemi Lívið sum eitt undurbarn var tó langt frá ein dansur á rósum. Langir skúladagar, ein lesnaður utt­an javnaldrar og 500 kilometrar longu toktúrarnir til Týskland setti sítt mark. Men fyri eina unga gentu, ið ikki kendi til nakað annað lív, og sum hevði ein brennandi kærleika fyri tónleik, so tyktist lívið at vera sum tað átti. – Meðan eg ikki gekk í skúla, so spældi eg blokkfloytu seks tímar um dagin, og brúkti restina av tíð­ ina at lesa tónleikaástøði ella spæla Eg minnist mína fyrstu blokk­ floytu, men eg minnist ikki nær eg fekk hana. Men eg byrjaði at fáa undir­vísing í blokk­floytu, tá eg var fimm ára gomul« Michala Petri – Eg livdi eitt sera einsligt lív. Eg hevði ikki skúlafelagar, og var ikki saman við mínum felags lesandi. Men eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, men var tað ikki fyrr enn eg sjálv fekk børn, og sá hvat tey gjørdu í mínum aldri, at eg skilti, at mítt lív hevði verið sera øðrvísi, sigur Michala Petri. Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt heimsins besta blokkfloytuleikara til eitt prát um hennara uppvøkstur og yrkisleið TÓNLEIKURIN STJÓL BARNDÓMIN Framhald á næstu síðu – Eg fekk aldrin sama møguleika sum onnur at mennast sum menniskja, tí eg brúkti alla orkuna upp á tónleikin, sigur Michala Petri MYND: ÁLVUR HARALDSEN