hósdagur 9. juni 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
10
TEMA
Ferðast í yvirgangi
Og at ferðast er júst tað, sum
mangur føroyingur gleðir seg
til, tá ið summar mánaðirnar
nærkast, og kroppurin
hungrar eftir sólstrálunum,
sum vit kanska ov sjáldan
síggja her heima í Føroyum
(seinastu tríggjar vikurnar
undantiknar).
Men í Føroyum eins og í
londunum kring okkum er
hetta summarið ikki heilt
eins og onnur summur.
Kanska kunnu vit skunda
okkum at siga, at einki
summar er eins og fyri hvønn
dag eru tað nýgg viðurskifti,
sum seta sín dám á huglagið í
samfelagnum. Í ár hava vit tó
upplivað tað, sum vit ivaleyst
hildu, at vit ongantíð fóru at
uppliva. At ein føroyingur
varð raktur av yvirgangs
atsóknum í París.
Og júst París eins og aðrir
evropeiskir stórbýir hava
verið undir trýsti frá yvir
gangsfelagsskapum seinastu
árini og mangt bendir á, at
trýstið bara er hert seinasta
árið ella bæði tvey.
Vit hava eisini øll sæð
myndirnar av, at flóttafólk
skola upp á strendurnar í
feriubýum á grisku oyggj
unum – har ivaleyst mong
okkara hava ferðast áður.
Spurningurin er so, um
hesar óvanligu umstøður
gera, at vit framvegis halda,
at tað at ferðast er at liva.
Ella er tað at ferðast blivið
óttafult, vandamikið og
kanska ikki eins spennandi
og tað hevur verið?
Tað heldur í øllum førum
Heini Harryson, sum ætlaði
sær uttanlanda at hyggja
eftir fótbólti, men valdi at
avlýsa orsaka av óttanum
fyri yvirgangi.
Vit kunnu tó ivaleyst
staðfesta, at tað helst skal
meira til, áðrenn føroyingar
púra steðga við at ferðast
til tey heitaru londini. Men
nakað bendir á, at ferða
mynstrini hjá okkum eru
broytt. Og tað er nakað, sum
aðrar tjóðir eisini kenna
til. Í Danmark hevur víða
gitna ferðaskrivstovan Spies
gjørt eina lýsing, sum hevur
fingið øði í mangan dansk
ara. Lýsingin er fyri grisku
oynna Lesbos, har flótta
fólkastreymurin hevur verið
serstakliga sjónligur seinastu
tíðina.
Spies sigur »Giv en hånd
uden at røre en finger«.
Lýsingin hevur skapt mikið
rumbul, men ferðaskriv
stovan tvíheldur um, at
lýsingin er røtt og hevur
týdning. Ferðaskrivstovan
vísir á, at flóttafólkastreym
urin hevur kravt nógv av
grisku oynni, og tí skulu
danir ikki frávelja Lesbos,
men heldur stuðla oynni,
sum hevur livað væl av ferða
vinnuni framtil, at flótta
fólkastreymurin tók dik á
seg.
Hvussu er og ikki, so er
givið, at eru vit veruliga ótta
full fyri um tryggleikin er í
ordan, so fara vit ivaleyst at
leggja leiðina til onnur støð
enn tey, vit vanliga ferðast
til.
Temasíðurnar hesaferð
snúgva seg um at ferðast við
hóttanum um yvirgang og at
ferðast við vaksandi flótta
fólkastreyminum.
Gott Vikuskiftið!
Soleiðis tók danski rithøvundurin
H.C. Andersen til 1855, tá ið hann
skrivaði »Mit Livs Eventyr«
Barbara Holm
Redaktørur á Vikuskiftis Sosialinum
Jegvan Bæk
...serliga hjá ungum fólkum
At ferðast
er at liva? ÓTTIN FYRI
TERROR
HVØRVUR
SKJÓTT
Yvirgangurin ávirkar okkum eina stutta tíð,
men serliga tey ungu lata seg ikki ávirka
ÁRNI GREGERSEN
Y
virgangurin og terror á
støðum, sum fólk ferð
ast til í stórum tali, ræðir
ikki ferðandi burtur í
langa tíð.
Kanningar vísa, at talið av ferð
andi minkar beint eftir hendingar
nar, men at óttin skjótt hvørvur.
Serliga ung fólk leggja terror og
yvirgang afturum seg og vitja
aftur á støðunum, har yvirgangur
er framdur.
Norski serfrøðingurin Arild
Molstad sigur, at stórar broyting
ar eru hendar á økinum seinastu
10 árini. Flestu norsku ferðaskriv
stovurnar eru samdar í meting
unum hjá Arild Molstad.
Til dømis sigur ferðaskrivstovan
Kiloy, sum serliga sendir ung ferð
andi avstað, at gestir teirra ikki
lata seg ávirka nakað serligt av
teimum yvirgangsatsóknum, sum
eru hendar seianstu 15 árini.
Sama ferðastova sigur, at tey
ungu, sum ferðast í dag, vóru smá
børn, tá ið stórálopið hendi í New
York 2001. Tey eru vaksin upp við,
at terror er ein partur av gerandis
degnum.
Royna seg sjálvi
Ferðamynstrið hjá turistum er
kannað nógv síðani tað gjørist alt
meira vanligt, at yvirgangsatsóknir
eru framdar móit ferðamálum og í
stórbýum.
Royndi
sálarfrøðingurin,
Jegvan Bæk, sigur, at hetta vanliga
hevur ávirkan á menniskju, men at
tað kann ávirka ymiskan veg, alt
eftir hvussu fólk eru.
Hjá summum eru hesar at
sóknirnar ræðandi og gera, at tey
als ikki fara at ferðast.
Óttin er so ógvusligur, at hann
fær tey at setast aftur. Kanska fara
tey so seinni at ferðast, men rúm
tíð skal helst ganga til tey fara av
staðaftur.
– Hetta hevur nakað við at
gera, hvussu trygg hesi fólkini eru
og hvussu tey hvíla í sær sjálvum,
sigur Jegvan Bæk.
Hann vísir eisini til útlendskar
kannignar, sum vísa, at hava yvir
gangsatsóknir verið í einum stað,
so halda ferðafólk seg burtur frá
staðnum eina tíð. Men sum frálíður
so koma tey aftur og atsóknirnar
verða gloymdar.
– Men sjálvandi eru tað fólk,
sum fylgja betur við enn onnur.
Tey fara ikki til eitt slíkt stað fyrr
enn fjølmiðlarnir hava sagt, at
ongin hóttan er og vandarnir eru
burtur, sigur Jógvan Bæk.
Søkja spenning
Yvirgangur og terrorálop hava eis
ini eina aðra ávirkan á onnur fólk.
Summi nýta hetta sum høvi at
fara júst har yvirgangurin hevur
verið.
Jógvan Bæk, sálar
frøðingur, heldur,a t tað
fyrst og fremst er, hvussu
vit eru sum menniskju,
tá ið vit velja ferðamál