hósdagur 9. juni 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
11
– Uppá ein ella annan máta
søkja hesi ferðafólkini spenning.
Mangan er talan um ung fólk, sum
vilja vísa seg fram fyri vinum og
kenningum og kanska prógva fyri
sær sjálvum, at tey tora at fara slík
støð, sigur Jógvan Bæk.
Sálafrøðingurin sigur, at her
er talan um eitt slag av fólki, sum
fyrst og fremst vilja vísa seg fram
og vilja njóta rós frá vinfólki og
kenningum.
– Tey vilja fegin hoyra onkran
siga, hvussu djørv og hvussu røsk
tey vóru at fara til eitt stað, sum
stutt frammandunan var rakt av
yvirgangi. Tey vilja hava umtalu,
sigur hann.
Hann leggur afturat, at hetta
eru fólk, sum eisini fegin vilja
prógva fyri sær sjálvum, at tey tora
at gera slíkt, hóast tey sum menn
iskju annars ikki eru serliga trygg.
Følmiðlarnir ávirka
Hóast atsóknirnar frá yvirgangs
fólki ikki eru so nógvar, so vísir tað
seg, at tølini fyri atsóknir í eystara
partinum av Evropa og Turklandi
eru vaksandi. Vit hava eisini seinnu
árini sæð atsóknir og terrorálop í
London, París og Keypmannahavn.
Í hesum døgum, nú EM í fót
bólti er í Fraklandi, er óttin fyri
yvirgangi serliga stórur í Fraklandi.
Frakland er eitt av teimum
londunum, sum vanliga tekur móti
flestum ferðafólkum. 84 milljónir
ferðafólk vitja Frakland hvørt ár.
Har er óttast myndugleikarnir
fyri, at terrorálopini fara at gera,
at nógv færri fólk vitja landið.
Yvirgangur í stórbýum hevur
ikki verið so vanligt fyrr, men tað
er eins og bæði myndugleikar og
fólk hava ásannað, at hetta nú er
ein partur av gerandisdegnum.
Summir føroyingar fylgja
ómetaliga væl við hvat hendir og
í dag gongur tíðindaflutningurin
so skjótt, at hetta helst ger summi
meira ørkymlaði. Fjølmiðlarnir ar
beiða skjótt og greiða frá yvirgangi,
men ofta er tað gjørt heldur nógv
burturúr. Tað er heldur ikki altíð,
at yvirgangurin er vendur móti
turistum, men er av meira lokalum
slag.
– Nógv fyrihalda seg til, hvat
fjølmiðlarnir siga og velja so støð
frá, sum verða rakt av yvirgangi. Á
tann hátt kenna tey seg tryggari,
sigur Jógvan Bæk.
Hvussu vit eru
sum menniskju
Føroyski sálarfrøðingurin heldur,
at nógv viðurskifti kunnu ávirka,
hvørji ferðamál vit velja okkum og
hvussu stóra ávirkan yvirgangur
hevur.
Hinvegin heldur hann, at tað
mesta byggir á, hvussu vit eru
sjálvi. Erui vit fólk, sum søkja
spenning ella vilja vit heldur hava
tryggleika.
Fyrr kundi ofta sigast, at yvir
gangur var nakað, sum gekk fyris
eg aðrastaðni enn í Evropa, men
seinnu árini hava víst, at bæði
Evropa og USA eisini eru mál fyri
yvirgangi.
Seinastu atsóknirnar í París
hava víst, at ongin kann verja seg
fyri yvirganginum og ongin kann
uppá forhond siga, at her fer yvir
gangurin ikki at raka.
Viðhvørt eru ávís støð tó meira
útsett. I løtuni er Turkland hart
rakt. Millum annað sæst hetta
væl á prísinum á ferðum til landið
og tað sama ger seg galdandi við
Egyptalandi.
Ferðavinnan í hesum báðum
londunum hevur mist stórar inn
tøkur í seinastuni og hetta kemst
av, at fólk ikki tora at ferðast til
hesi ferðamálini.
At ágangurin er størstur á hesi
londini, hongur saman við polit
isku støðuni í Miðeystri.
Vinnarin í ferðavinnuni í Evropa
júst nú er Spania. Hóast landið fyrr
hevur liðið undir ágangi frá ETA og
øðrum, so er friðarligt í Spania nú.
– Men uttan muntil, hvar yvir
gangurin er júst nú, so er tað fyrst
og fremst, hvussu vit sjálvi reagera,
sum fær okkum til at velja eitt
ferðamál til ella frá. Spurningurin
er um vit søkja spenning ella um
vit heldur vilja hava tryggleikan
og tí halda okkum burtur frá støð
um, har yvirgangur og terror hev
ur herjað, sigur Jegvan Bæk, sálar
frøðingur.
Umfrmt yvirgang, so ávirkar
streymurin av flóttafólki til Evropa
eisini ferðamynstrið. Serliga eru
tað partar av Grikkalandi og
griksku oyggjum, sum verða vald
frá.
Neyð og hjálparloysi hevur altíð
hildið parti av ferðafólki burtur.
– Men samanumtikið haldi eg
man kann siga, at alt fyrst og fremst
er knýtt at, hvussu vit eru sum
menniskju. Ynskja vit spenning, so
fara vit hagar kortini. Eru vit fólk,
sum vilja hava tryggleika, so velja
vit onnur ferðamál, sigur Jegvan
Bæk, sálarfrøðingur.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Yvirgangurin í paris hevur
havt stóra ávirkan á talið
av ferðandi í París
Bumbuspreingingar í evropeiskum stórbýum, hóttanir um yvirgang til stór tiltøk
og streymurin av flóttafólkum í fleiri av kendu feriustøðunum. Hvussu ávirkar
tað okkara hug og dirvi at leita út í heim, tá ið summarfrítíðin nærkast?
Óttin fyri yvirgangi er serliga stóur, nú EM byrjar í Fraklandi
MYND: POLFOTO