Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 64 12 TEMA Ferðast í yvirgangi Ferðavinnuskrivstovurnar í Føroyum eru ikki í iva. Tað er serliga ferðaoyggjar sum Mallorca, Gran Canaria og Kreta, ið eru langt burturi frá yvirgangi, ið føroyingar vilja til í summar. Yvirgangur hevur sligið beinini undan kappingar­ neytunum hjá Spania og Grikkaland HALLUR AV RANA T ýsdagin lótu 11 menn­iskj­ ur lív og 36 fingu løstir, tá ein løgreglubilur koyrdi á eina bilbumbu í turk­iska stórbýnum Istanbul. Talan var einans um síðsta yvir­ gangs­álopið í eini langari røð av yvir­gangsálopum, ið hava gjørt ómetaligan stóran skaða á ferða­ vinn­una í landinum. Bara síðan síðsta summar verður mett, at 195 fólk eru dripin í seks ymiskum yvir­gangs­atsóknum. Turkaland er tíverri ikki nak­að undantak. Ferðavinnan í Egypta­ landi er í sorli eftir, at yvir­gangs­ bólk­ar hava staðið fyri fleiri álop­ um í landinum, og enntá sprongt flogfør í luftina. Hundrað­tals av menniskjum hava latið lív. Danska Uttanríkisráðið ávarar eisini dønum um at ferðast til bæði Egyptaland og Turkaland. – Tað er stóri vandi fyri yvir­ gangs­álopum í Turkaland, har­ ímillum móti ferðafólkum og øðr­um ferðandi. Kríggini í Sýria og Irak, umframt stríðið millum kurd­iskar uppreistrarbólkar og turk­iskar trygdarstyrkir, hava økt um trygdarstøðuna í Turkalandi. Sam­stundis er hóttanin móti ferða­ málum økt munandi í 2016, skrivar Uttanríkisráðið um Turkaland, og boðskapurin er nakað tann sami um ferðir til Egyptalands. – Tað er stóri vandi fyri yvir­ gangs­álopum í Egyptalandi, har­ ímillum móti ferðafólkum og øðr­ um ferð­andi. Tað er serliga stór­ur vandi fyri yvirgangsálopum í norð­ ara partinum av Sinaihálv­oynni, skrivar danska uttanríkisráðið, ið heitir á danir um at skráseta seg á ein lista, um tey fara til Egypta­ lands. Heldur ikki onnur ferðamál eru sloppin undan yvirgangsálopum, tó at danska Uttanríkisráðið ikki ávarar móti ferðum til tey lond­ ini. Bæði franski høvuðs­stað­urin, París, og belgiski høvuðs­stað­urin, Brússel, eru rakt av yvir­gangs­álop­ um farna árið, ið hava kravt nógv manna­lív. Tað er tí sanniliga ikki av ong­ um, at fólk og myndugleikar ótt­ ast fyri, at yvirgangsfólk fara at royna at raka evropeisku meistara­ kappingina í fótbólti, ið byrjar í kvøld í Fraklandi. Felags fyri hesi fýra londini er, at talan eru um lond, ið føroyingar van­liga hava havt sum ferðamál. Men hvussu hava yvirgangsálopini ávirkað ferðamynstrið hjá føroy­ ing­um? Vikuskiftis-Sosialurin hevur spurt tríggjar føroyskar ferða­skriv­stovur og stjóran í Vága Floghavn. Yvirgangur fær fólk at hugsa Sakaris Frederiksen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Fonn Flog, er ikki í iva. Yvirgangur hevur broytt ferðamynstrið hjá føroyingum. – Tað er ikki so, at føroyingar ferð­ast minni nú enn áður. Tvørtur­ ímóti, hugurin hjá føroyingum at ferðast veksur bara. Men yvir­ gang­ur hevur gjørt, at fólk hugsa seg betri um hvar tey fara. Um tey fáa eitt tilboð at fara til Turka­lands, so spyrja tey líka, um ikki okkurt ann­að er, sigur sølu- og marknaðar­ leið­arin. Sambært Sakaris Frederiksen, so merkja tey hjá Fonn Flog, at tað serliga er til Egyptaland og Turka­ land, at fólk ikki rættiliga hava hug at ferðast til longur. – Turkaland er rakt av yvir­gangi. Har er sølan minkað, men tað eru enn nøkur fólk, ið ferðast til Turka­ lands. Støðan er verri við Egypta­ land, har eingin søla er longur, sig­ ur Sakaris Frederiksen. Grikkaland og Turkaland, eru stóru tapararnir, og fólk halda seg burtur, tí tey stúra fyri yvirgangi« Jákup Sverri Kass Mallorca Morokko Portugal Spania Frak Ongland Írland Skotland Ísland Føroyar SPANSKA FERÐAVINNAN BLÓMAR VEGNA YVIRGANG Gran Canaria Bilbumba kravdi 11 lív í Turkalandi týsdagin MYND: REUTERS