hósdagur 9. juni 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 64
13
Hóast yvirgangur eisini hev
ur rakt Frakland og Belgia, so
merkja tey í Fonn Flog ikki, at
fólk setast aftur frá at fara til tey
vesturevropeisku londini. Sølu- og
marknaðarleiðarin metir, at tað er
tí, at fólk vænta, at sannlíkindini
fyri nýggjum álopum eru smá.
– Tað er hetta við áhaldandi
bumbum. Vit hoyra søgur ferð eftir
ferð um bumbur og yvirgangsálop í
Egyptaland og Turkaland. So ferða
fólk vænta, at tað kann henda
aftur har. Við París og Brússel er
øðrvísi, tí har vænta fólk ikki, at
nakað hendir aftur, sigur Sakaris
Frederiksen.
Hvør vinnarin er av núverandi
støðuni er sølu- og marknaðarleið
arin skjótur at svara uppá.
– Grikkaland og Spania. Okkara
royndir er, at flóttafólkastreymurin
hevur ikki havt nakra ávirkan á
hugin at ferðast til Grikkalands,
meðan eftirspurningurin til
Spania er øgiliga stórur. Fólk vilja
sleppa til økið kring Alicante,
Costa del Sol, Tenerifa og Gran
Canaria. Tað sæst eisini aftur á
prísunum. Samanborið við í fjør
er tað vorði bíligari at ferðast til
Turkalands, men munandi dýrari
at ferðast til Spania. Tað er tí eftir
spurningurin er stórur í Spania
og lítil í Turkalandi, vísir Sakaris
Frederiksen á.
Hugsa um flóttafólkini
Tað er ikki bara yvirgangur, ið
fær føroyingar at ivast í summum
ferðamálum. Evropa vaknaði til
ein kaldan dreym í fjør, tá vápnað
stríð í Miðeystri og Afrika noyddi
fleiri túsundtals av flóttafólkum at
flýggja til Evropa og ganga allan
vegin norð til Noreg og Svøríki.
Strendurnar í Suðurevropa
vórðu fyltar av flóttafólkum, ið
rýmdu undan trongd og vesaldómi,
og hevur tað fest seg í minnið hjá
føroyskum ferðafólkum, sam
bært Mickey Shemesh, sølu- og
marknaðarleiðara í 62N.
– Føroyingar eru nógv meira
varnir nú enn áður og hugsa seg
um tvær ferðir áðrenn tey velja
ferðamál. Millum annað hugsa
tey nógv um, at tey ikki ynskja at
enda mitt í flóttafólkastreyminum.
So tey velja at flúgva til Kreta, ið er
ein griksku oyggjunum, ið er langt
sunnanfyri flóttafólkastreymin,
sigur Mickey Shemesh.
Eisini yvirgangsálopið í Brússel
hava tey merkt í 62N. Felagið leigar
nevniliga eitt flogfar frá Atlantic
Airways á hvørjum ári, ið tey brúka
til at flúgva luttakara til altjóða
sølustevnuna Seafood Expo Global
í Brússel. Tey setrini, ið ikki verða
seld til luttakarar á stevnuni, verða
so vanliga seld til onnur ferðafólk.
– Stevnan í ár var einans nakrar
fáar vikur eftir yvirgangsálopið
í Brússel. Tað hevði eisini sína
ávirkan. Nøkur av teimum, ið
høvdu keypt ferðaseðil, settust
aftur og fóru ikki við
flogfarinum, greiðir sølu- og
marknaðarleiðarin hjá 62N
frá.
Spurdur um hvør er tapari
og vinnari hetta summarið,
vísir hann á Spania og Kreta
sum vinnarar.
– Egyptaland, Turkaland og
serbisku londini eru tapararnir.
Har eru fólk bangin fyri yvirgangi
og flóttafólkastreyminum. Í París
merkist tað eisini væl. Sølan har er
tann lægsta í nógv ár, sigur Mickey
Shemesh.
– Vinnararnir eru so Kreta,
har Atlantic Airways flýgur, og
so Spania, har fólk vilja sleppa til
Mallorca og Gran Canaria. Tað tyk
ist sum, at áhugin fyri Barcelona
ikki er tann sami sum áður,
men tað kann vera, tí at so nógv
hava verið har nú, sigur Mickey
Shemesh.
Ávirkanin er ikki so stór
Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe
Travel, hevur selt ferðir til
føroyingar í fleiri ártíggjund, og
situr harvið inni við drúgvum
royndum og nógvari vitan um
ferðamynstrið hjá føroyingum.
Hóast hann kann hóma eitt rák,
har fólk velja nøkur lond frá, so
metir hann ikki, at ávirkanin av
yvirgangi er so stór.
– Samanumtikið, so metir eg
ikki, at yvirgangur hevur eina so
stóran ávirkan. Tað hevur verið ein
partur av lívinum í so nógv ár, at
tað ikki ger tann stóra munin. Um
man ræðist slíkt, so er best bara
at halda sær heima, sigur stjórin í
Faroe Travel.
Hann ásannar tó, at talið av
ferðandi til nøkur av londunum,
ið føroyingar hava ferðast til, er
nakað minni enn tað hevur verið.
– Føroyingar ferðast enn nógv,
men halda seg burtur frá Turka
land og Egyptaland, ið nú er vorði
meira ótrygt. Men føroyingar
hava aldrin ferðast nakað serligt
til londini í Miðeystri, sigur Dánjal
Poulsen, ið tó leggur afturat.
– Men eg veit ikki hvussu ótrygt
Turkaland er. Nógvir føroyingar
hava summarhús har, og ferðast
enn til landið.
Hjá Faroe Travel uppliva tey tað
sama sum hjá 62N og Fonn Flog.
Føroyingar vilja sleppa til Grikka
lands og Spania.
– Tað er serliga ein stórur eftir
spurningur eftir ferðum til Grikka
lands og Spania. Gran Canaria er
eisini vælumtókt um veturin, sigur
stjórin í Faroe Travel.
Gran Canaria
veksur eksplosivt
Hóast hann ikki er starvsfólk á
einari ferðaskrivstovu, so munnu
tey vera fá, ið hava fingurin so væl
á pulsinum, tá tað kemur til ferða
mynstrið hjá føroyingum, sum
stjórin í Vága Floghavn, Jákup
Sverri Kass.
– Vit gera regluligar kanningar
fyri at vita, hvar og hvussu nógv
føroyingar ferðast. Okkara tøl vísa,
at føroyingar ferðast meira enn
áður, og serliga er tað til støð, har
Atlantic Airways flýgur beinleiðis,
sigur Jákup Sverri Kass.
Stjórin í flogvøllinum vísir á, at
tað rákið, ið ferðaskrivstovurnar
vísa á, er tað sama, ið sæst um allan
heim. Ferðafólk leita til Spania og
Grikkaland, og halda seg burtur frá
Egyptaland og Turkaland.
– Grikkaland, Spania og Kýpros
kunnu vísa á eina stóra framgongd
í talinum av ferðafólkum. Í Grikka
landi halda tey seg tó burtur frá
Lesbos og Kos, har nógv flóttafólk
komu í fjør, og í staðin fara tey ser
liga til Kreta.
– Í Spania er tað serliga Mallorca
og Gran Canaria at fólk vilja vitja.
Har er tað serliga Gran Canaria, ið
veksur eksplosivt.
Eingin ivi er heldur um hvørji
stórur tapararnir eru hetta summ
arið.
– Grikkaland og Turkaland. Tey
eru stóru tapararnir, og fólk halda
seg burtur, tí tey stúra fyri yvir
gangi, sigur Jákup Sverri Kass.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Kreta
Kypros
Tunesia
Italia
Svøríki
Noreg
Danmark
Finnland
Russland
Grikkaland
Egyptaland
Turkaland
land
Samanborið við í fjør er tað vorði bíligari at
ferðast til Turkalands, men munandi dýrari
at ferðast til Spania vegna eftirspurningin,
sigur Sakaris Frederiksen á Fonn Flog
»Eg veit ikki hvussu ótrygt Turka
land er. Nógvir føroyingar hava
summarhús har, og ferðast enn til
landið«
Dánjal Poulsen, Faroe Travel
Gran Canaria liggur
uttanfyri afrikonsku
vesturstrondina