hósdagur 9. juni 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 64
14
TEMA Ferðast í yvirgangi
DANJAL AV RANA
Á
hvørjum
ári
fara
hundraðtals føroy
ingar til ymisk til
tøk uttanlands. Tón
leikafestivalar sum Wacken og
Roskildefestivalurin draga nógvar
føroyingar til sín, hundraðtals før
oyskir ungdómar fara á TeenStreet
í suðurtýsklandi, nógvir á Dana
Cup og aðrar ítróttarkappingar,
meðan heilt fitt av føroyingum
fara í Team Rynkeby-ferðalagnum
til París.
Allir hesir skulu á ein ella annan
hátt taka støðu til, um tað nú er
trygt at fara kortini. Flestu hugsa
kanska als ikki um vandan fyri
yvirgangi – sannlíkindini fyri, at
júst tú skalt vera raktur, er hóast
alt sera lítil. Onnur mugu kanska
taka eina tilvitaða avgerð um, ikki
at lata seg ræða av hóttanini, með
an aftur onnur at enda velja, antin
at setast aftur ella at fara onkra
staðni, har tey meta at vandin fyri
yvirgangi er minni.
Seks føroyingar høvdu í fjør
sett sær fyri, at teir skuldu renna
maraton og valið fall á Istanbul
maraton í novembur mánaði.
Fyrireikingarnar byrjaðu tíðliga
og ferðaseðlarnir vóru bílagdir í
góðari tíð. Tey seks, Heini Harryson
og konan Ata, Jákup Sverri Kass og
konan Poula og Tróndur Joensen
og konan gleddu seg at fara avstað.
– Ætlanin var at luttaka í
Istanbul maraton, og vit vóru
komin væl áleiðis við fyrireiking
unum. Nú var einans okkurt um
ein mánaður eftir til fráferð, sigur
Heini Harryson.
Óttin krýpur inn
Tó var ein nívandi kensla byrja at
gnaga í sinninum. Í 2015 vóru sjey
yvirgangsálop framd í Turkalandi.
Einki land í Evropa var oftari rakt
av yvirgangsálopum. Higartil í
Vit hava avgjørt
at í ár fara vit
til Portugal,
langt burtur frá
yvirganginum
í Miðeystri. So
yvirgangurin
ávirkar heilt
víst, hvagar man
leggur leiðina«
Heini Harryson
Tey seks vinfólkini skuldu til Istanbul at
renna maraton, men ynsktu at sleppa at
njóta frítíðina, uttan alla tíðina at hyggja eftir
monnum við bumbum í ryggsekkinum
ÓTTIN FYRI
YVIRGANGI
HEVÐI OYÐILAGT
HUGNAN
Heini Harryson